Fólkatalið veksur

Framsøgurøða hjá Annitu av Fríðriksmørk, í samband við viðgerina av løgmansrøðuni

Harra formaður

Fólkatalið veksur

Ímóti øllum fortreytum velur fólkið Føroyar til

At fólkið velur Føroyar setir stór krøv til okkum, sum stjórna landinum.

Hesi, sum búgva her, flyta higar, og sum økja um fólkatalið annars skulu trívast, mennast, tey skulu kunna seta búgv, hava arbeiði, tey skulu kunna rinda sín skatt, mvg og síni avgjøld og aftur fyri eiga tey at fáa neyðugar almennar tænastur, tá ið tørvur er á teimum, tænastur, sum hoyra heima í einum nýmótans vælferðarsamfelag.

Stórsta avbjóðingin í einum samfelagið sum tí føroyska er at stjórna fiskivinnuni soleiðis, at ríkidømi føroya fólks verður eggjandi at fara eftir, og at hetta ríkidømi kemur aftur til tey, sum eiga tað –  til føroya fólk. Og at ríkidømi í ávísan mun eisini kemur út um alt landið.  Rættindi at veiða verður nú boðin út til persónar ella feløg, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, og atgongdin er ikki longur avmarkað til tey fáu, sum eiga eitt veiðuloyvi.  Av afturhaldskreftum hava menningarkvotur og økta atgongdin hjá fleiri at fáa lut í fiskiríkiríkidøminum fingið sítt omanyvir seg, áðrenn tær eru komnar at virka.

Tey afturhaldssinnaðu siga, at tey fáu skulu hava alt, og at fólk kring landð duga ikki, hava ikki pengarnar, hava ikki royndirnar – vinnulívsmenn kring landið fara at forkoma okkum fiskivinnuni, sigur andstøðan. Hesi somu afturhaldssinnaðu vilja hava at ogn føroya fólks verður privatiserað.  Hesi somu afturhaldssinnaðu eru løgið nokk eisini bangin fyri marknaðarkreftunum, ræðast megina og vitanina og førleikarnar hjá vanliga føroyinginum. Og ironiskt nokk er tað hendan vinstrasamgongan, sum berjist fyri, at marknaðarkreftirnar fáa fótin fyri seg í vinnuni – og løgið nokk er størsta mótstøðan móti, at marknaðarkreftirnar fáa fótin fyri seg at finna millum fólkafloksfólk og sambandsmenn.

At fólkið velur Føroyar, er m.a. tí, at her eru so óteljandi møguleikar. Møguleikar, sum vit ikki mugu lata fara okkum av hondum.  Møguleikar, sum m.a liggja í havinum og tí rávøru og teimum avbjóðingum har eru.  Vit kundu sjálvandi valt bara at hildið áfram við kvantitetinum og fiska sum mest og selt sum mest uttan yvirhøvur at gjørt okkum far um, hvussu vit kunnu fáa meira fyri ta rávøru, sum svimur og er rundan um oyggjar okkara.  Við hesum í huga er hendan samgongan farin í holt við eitt rannsóknarskip. Hetta fer at styrkja um okkara rannsóknir bæði í heimasjógvi og altjóða samstarvi. Hetta fer eisini at styrkja leiklutin hjá Føroyum sum eitt áhugavert øki innan gransking av havtilfeingi, havumhvørvi og havøki og vit kunnu soleiðis gerast eitt undangonguland í vitan, gransking og burðardyggari umsiting av havinum.

Í altjóða samstarvi er umráðandi at vita og ikki gita. Skulu vit vinna okkum størri rættindi innan býti av kvotum  millum lond, so eiga vit at kunna vísa á tøl.

Eisini innan landbúnað eiga vit at kunna virðisøkja okkara egna tilfeingið betur.  Minnist tá ið eg sum smágenta fór við ommu míni, sum var gift við abba, sum var kongsbóndi, út í fjósið, sum var í túninum, har uppi á Lágni at mólka kýrnum. Halin varð bundin uppí stabban omanfyri kúnna, skammilin settur undir og mjólkaspannin undir júðrið og so at mjólka við hond, mjólkin koyrd í biir, síðani borin inn í køkin og har koyrd í mjólkaspannir sum fólkið á Strondum átti og kom eftir nakað seinni.

Hetta eru eini 40 til 45 ár síðani og nógv er broytt.  Men nú vit ynskja at virðisøkja okkara tilfeingið betur, er talan um at skapa vaksandi framleiðslu av dygdargóðum føroyskum vørum, tað veri seg kjøt, mjólkaúrdráttir ella grønmeti.  Eisini er ætlanin, at vit skulu gerast sjálvveitandi í fóðri og tøðum. Og ferð skal setast á at velta upp úr nýggjum. Hetta skal alt gerast í tøttum samstarvi við bøndirnar, sum liggja inni við vitanini og  góðum hugskotum.   Eisini er spennandi, hvussu fer at gangast við biogassverkinum, sum Bakkafrost ætlar at byggja, og sum skal framleiða orku til samfelagið og tøði til landbúnaðin.

 

At fólkatalið veksur setir eisini krøv til okkum um at taka ábyrgd. Tí er at fegnast um, at familjurættarliga økið er komið á føroyskar hendur. Hetta er eitt sera umfatandi økið og fevnir um persóns,- húsfólka og arvarætt, lóg um foreldramyndugleika, lóg um hjúnarband og um hjúnarskilnað, lóg um arv og ættleiðing osfr. Sera umfatandi og fari eg at ynskja tykkum, sum sita við hesum hepna hond. Her eru stór álvarsmál, sum nú er okkara ábyrgd og okkara arbeiði, nú nyttar ikki okkum at skylda uppá danir ella onnur, um okkurt ikki gongur eftir vild.

Haldi at tit, sum hava fingð hetta økið har tað hoyrir heima, hava rós uppiborið.  Og fari at ynskja sama ráðið góða eydnu við at yvirtaka kortmyndugleikan – hvørs lógaruppskot er farið til hoyringar og verður lagt fyri tingið í næstum.

 

Sjúkrahúsverkið er ein stór avbjóðing allastaðni, og eisini her heima hjá okkum. Og hóast stór átøk eru framd, nýskipanir settar í verk, so eru nýggjar avbjóðingar har alla tíðina.  Men sjúkrahúsverkið hevur okkara fyrstu raðfesting. Vit eiga og skulu hava eitt nýmótans sjúkrahúsverk, sum allir føroyingar skulu kenna seg tryggar við. Tí eru vit í holt við at seta eina menningarætlan í verk, har fleiri átøk longu eru farin av bakkastokki.

m.a hava vit – síðani hendan samgongan tók við – fingið 10 nýggjar serlæknar til sjúkrahúsverkið.

Vit hava eisini fingið eina deild til endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsið.

Eisini er spennandi at fylgja gongdini við nýggja meginbygninginum til landssjúkrahúsið, sum væntandi verður liðugur í 2021.  Har kemur nýggjur sera hart tiltrongdur psykiatriskur depil, medisinskur depil, og nýggj føði og barnsburðardeild.

Kommunulæknaøkið er ein stór avbjóðing, men landsstýriskvinnan skal hava rós uppiborið fyri, at hon hevur økt munandi um talið av kommunulæknum, hóast talið langt frá enn er nøktað. Tað vanta enn fleiri  kommunulæknar sjálvt um tvey nýggj læknastørv eru í Suðurstreymoy, eitt á Eiði og eitt í Skálafjørðinum. Og eitt kemur afturat í Klaksvík komandi ár.

 

Harra formaður

Hetta samfelagið hevur ment seg gjøgnum øldir. Størstu framstigini eru framd, tá ið vit hava tikið á okkum ábyrgd, tá ið vit vilja samstarva við onnur á jøvnum føti, tá ið vit hava viðrismett okkara tilfeingið og megi, sum vit eru vælsignaði við.

Ein og hvør tjóð, sum hevur virðing fyri sær sjálvari ynskir at sita við borðið, har avgerðir verða tiknar vegna sítt land.  Men soleiðis er ikki okkara vegna. Vit blíva við at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapum her og har. Bara tað eigur at siga okkum so mikið, at nógv tað besta og einfaldasta er at taka við fullari ábyrgd. Fullveldi er lykilin, sum øll onnur brúka til tess at vinna seg fram í heiminum. Men her fáa summi tað at ljóða sum ein ókvæmisorð.

Men eisini tey mest framburðssinnaðu mugu onkuntið spyrja seg sjálvi, um tað ikki gongur ov skjótt nú. Ferð er á byggivinnuni. Land og kommunur og tað privata byggja út og gera íløgur, sum ongantíð áður. Fólk eru ótolin og vilja hava sína íløgu framda nú og framskundaða. Tað er tí  sera umráðandi, at samgongan heldur fast og byggir út stútt og støðugt; men við stýring, við fastleika, vit mugu ikki fara fram eftir fummum.  Hall er vent til avlop, og hesari samgonguni líkt, so er tað nakað sum vit vilja halda fast í – hóast øgiligt trýst frá andstøðuni, um at brúka meir og seta enn fleiri íløgur í gongd. Men, nei, vit mugu og vilja hava langtíðarhaldføri styrkt, vit vilja tryggja okkum og eini komandi samgongum avlop á fíggjarlógini.  Hvussu hon fer at føra landið víðari vil tíðin vísa, okkara stoltleiki er, at komandi samgonga kemur til skorin klæði.

Eitt tað sterkasta amboðið at styrkja búskapin er við at javna virðini.  Havi sæð fleiri andstøðuviðmerkingar, sum hava hildið hánt um okkara/samgongunnar javning av virðunum.  Men eg skilji ikki hendan kritikkin. Tað er júst tá ið vit javna virðini, lyfta tey á niðastu rókum og miðalstættina so mikið, at hon fær virka og liva, at búskapurin eisini veksur.

Samgongan og andstøðan vilja á flestu økjum tað besta fyri fólkið. Men vit eru ikki altíð samd um vegin fram til tað góða málið. Hendan samgongan setir familjuna í fremstu røð. Vit síggja familjuna sum hornasteinin í samfelagnum. Hevur familjan tað gott, hevur samfelagið tað gott. Eisini tí síggja vit stórar fyrimunir í, at gera tað fíggjarliga rúmsáttari hjá barnafamiljum. Tey hava fingið og fáa støðugt longt barnsburðarfarloyvi. Tey hava fingið hægri barnafrádrátt. Tær við lágum inntøkum hava fingið familjuískoyti og við skattalættanum hava arbeiðarafamiljur 13 túsund krónur meira at liva fyri um árið.

Onkur vil kalla hetta sosialistiskan politikk, – er tað tað, so friður verið við tí. Tit mugu eisini gjarna kalla tað kommunismu, um tit vilja. So leingi tað styrkir familjuna, og ger møguleikarnar hjá børnum okkara betri at vaksa upp, so kalla tað, tað tú vilt.  Fær hesin bólkurin pengar, brúkar hann teir aftur her í landinum, hann rindar meira í skatt, mvg og avgjøldum.  Hesi fólkini, sum hesar veitingar hava fingið, rinda tað aftur. Hetta eru tey, sum eru við til at byggja okkara land, og eru við til at styrkja okkara búskap.  Gera vit tað lættari hjá hesum bólkinum, kann tað sannlíkt eisini verða við til at forða fyri hjúnarskilnaðum, fosturtøkum, forða fyri at ung enda í keðiligum umhvørvum, og ger tað bara sum heild lættari at verða barnafamilja.

Ein av fløskuhálsunum í hesum uppgongutíðum, hevur verið bústaðarneyðin.  Men fleiri átøk eru gjørd, fleiri bústaðir eru bygdir, tað loysir seg betur hjá privatum at leiga út, og Bústaðir hevur fingið fíggjarligt rásarúm til 200 bústaðir afturat.

 

 

Harra formaður

Eg fari við hesum at enda hesa røðuna við 1. ørindi í sálmi 326 í sálmabókini, sum vit sungu í kirkjuni Òlavsøkudag:

Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor,

eitt heim, eg kann kalla mítt egna,

tú gavst mær mítt dagsverk og breyð á mítt borð.

Her vísir mær leiðina, Harri, títt orð,

tað orð, sum kann metta og magna.

Her eigi eg búgv,

kann liva í trúgv,

at tú vilt sum faðir mær gagna.

 

 

Takk fyri

 

 

Annita á Fríðriksmørk, framsøgukvinna Tjóðveldis.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad