Hvussu kann nakar halda, at vit vera betri umboðað og betri ment av øðrum ?

Røða hildin á  fólkafundinum á Doktaragrund av Sirið Stenberg

Gott fundarfólk, góðu loysingarfólk og ikki minst góðu tit í Unga Tjóðveldið

Ein dagin eg var á Gamla Apoteki, sótu tey í Unga Tjóðveldið so hugagóð og fundaðust. Eg minnist, eg segði við tey, at her sita tit, okkara framtíð. Onkur var knappur at svara, nei vit eru nútíðin. Tað var ein góður setningur til okkum øll at leggja okkum í geyma.

 

Tá ið man kemur í land av bildekkinum á Smyrli merkisdagar, sum ólavsøkan er, tá er vanligt, at tað fyrsta, sum eygað ber á, er Dannebrog, sum veittrar á amtmansborgini. Tað ger nakað við meg og ivaleyst mong við mær. Tað stingur djúpt og nertir onkursvegna við samleikakensluna. Og ikki minst staðfestir tað tann veruleika, at vit enn ikki hava fult ræði á egnum landi. Men tað kunnu vit gera nakað við. Gott nokk hava vit ikki tikið fult ræði á landinum enn, og gott nokk stendur amtmansborgin enn. Men í dag ólavsøkudag í 2018 hava vit tikið fult ræði á familjurættarliga økinum og harvið so at siga tømt amtmansborgina og flutt ræði á tænastunum á føroyskar hendur. Tí er dagurin í dag søguligur og størsta stig á sjálvstýrisleið í áravís. Tað skulu vit fegnast um.

 

Og tað er ein fantastiska góð kensla at hava tikið málsøkið á føroyskar hendur. Í tí liggur júst tað, sum politikkur snýr seg um, nevniliga at taka ábyrgd. Ábyrgd av hesum fagra landi og tí fólki, ið her býr. Og tað er nakað um, at tess størri stríð, tess søtari siður. Tí kunnu vit bara ímynda okkum og gleða okkum til dagin, tá ið føroyingar hava tikið fult ræði á øllum økjum- á sjálvum landinum. Og tann dagurin er nærri enn vit geva okkum far um. Tí hvat er tað, vit bíða eftir ? Hava vit ikki allar fortreytir og alt tað, sum skal til fyri at ráða okkum sjálvum ? Sjálvsagt !

Hvussu kann nakar halda, at vit vera betri umboðað og betri ment av øðrum ? Tað skilji eg als ikki. Hevði hildið, at tráðanin eftir frælsinum og tað at klára seg sjálvan var íborið. Tað er í hvørfall mín eygleiðing, tá ið eg havi starvast við pinkubørnum í áravís. Tey eru fødd til frælsi og eiga evnini, viljan og styrkina at klára seg sjálvi. Tað er íborið, men hvat síðan hendir á leiðini, er gátan, tí sum vaksin hevur stórur partur mist hesa tráðan burtur og skilur als ikki, hví vit yvirhøvur skulu verða fræls tjóð. Her er tørvur á tjóðarbygging og tað við lít. Og her er tørvur á sjálvtreysti og sjálvsvirði til tjóðina alla.

 

Tað kom týðuliga til sjóndar í sambandi við yvirtøkuna av familjurættinum. Fyrsta reaktión og spurningur var, um ikki føroyingar fóru at vera alt ov ógegnigir at umsita málsøkið. Vit vóru ov fá og helst ikki nóg dugnalig, so tað fór nokk at blíva sera trupult. Tað er púra skeivur hugsanarháttur. Hví skulu føroyingar ikki vera skikkaðir at umsita hetta økið eins og alt annað ? Hava vit ikki víst við øllum tí, vit gera, at vit megna tað til fulnar, tí fólkið í Føroyum er bæði rakst og dugnaligt.

 

Eisini í tingsalinum stóð á at fáa yvirtøkuna framda. Andstøðan útvandraði úr løgtingssalinum, tí at viðmerkingar vóru komnir frá donskum myndugleikum,  har víst var á smærri ivamál, sum tó ikki vóru avgerandi fyri sjálva yvirtøkuna. So stór var undirbrotligheitin. At enda var málið samtykt við einari atkvøðu í meirluta eftir at hava staðið á skrá til tveir tingfundir.

 

Tað áhugaverda var, at samstarvið við danir og Ríkisumboð gekk fínt, men tað var í løgtinginum sjálvum, at mótstøðan var.  Tað haldi eg líka, vit kunnu hugsa um eina løtu. Jú, men tað er politikkur, segði onkur. Møguleiki at spæla samgonguni eitt puss. Til tað er bara eitt at siga, at klárar man ikki at seta seg sjálvan til viks eina løtu í einum yvirtøkumáli, men velur at brúka tað høvi at mótarbeiða tí, so hevur man ikki frælsið í hjartanum.

 

Við yvirtøkuni av familjurættinum hava føroyingar tikið fult ræði á lóggávu um foreldramyndugleika og samveru, um hjúnaband og hjúnaskilnað, um verjumál, um fosturtøkulóggávu, um ættleiðing, um arvarættin og annað. Tað er eitt stórt og týðandi málsøki, sum røkkur í hvørt heim í landinum. Eg ivist onga løtu í, at tað fer at ganga væl og verður føroyska samfelagnum at frama. Higartil hava vit bert kunnað sett lóggávu í gildið, sum danska Fólkatingið hevur samtykt. Frá nú av kunnu vit gera egna lóggávu. Til tað hoyrir, at vit eisini sum samfelag taka tey kjak, sum eru neyðug og búgva okkum til støðutakan. Vit fara at kjakast og skifta orð um, hvussu vit ynskja hesi viðurskifti skipað eftir egnum ynskjum, og tað kjakið fer at menna okkum og flyta okkum fram á leið bæði útbúgvingarliga, samfelagsliga og menniskjaliga. Við at taka ábyrgd taka vit støðu. Vit gerast búgvin og klókari. Tað er sjálv kjarnin. Við ábyrgdini hvessist vitið.

 

Vit síggja longu fleiri dømi um hetta. Almenningurin kjakast longu um foreldramyndugleika, og kjakið um fosturtøku er av álvara kiknað. Hetta kjakið er sunt fyri okkum. Vit síggja, at nú málsøkið verður nærverandi, so noyðast vit at taka støðu. Frammanundan hevur tað verið ov lætt at siga, at hatta er danskt málsøkið, so tað kunnu vit ikki gera nakað við. Møguliga er hetta ein viðvirkandi orsøk til, at tað tók rúma tíð at broyta hjúnabandslógina ?

 

Tað er við røttum, at funnist hevur verið á, at hendan samgongan hevur avrikað ov lítið á sjálvstýrisleið. Tí má tað vera eitt krav í komandi samgongu, at blokkurin verður lækkaður, og at enn fleiri málsøki koma á føroyskar hendur. Hinvegin mugu vit eisini staðfesta, at tá ið vit nú arbeiða við nýggjari fiskivinnulóggávu, pensjónsnýskipan, umlegging til varandi orkukeldur, menning av útbúgvingarøkinum, skipan av búskapargrunni, yvirskotið á fíggjarlógini og øðrum týðandi málum, so er tað alt samanlagt nakað, sum kemur at framtíðartryggja samfelagið og økja um sjálvbjargnið.

 

Loysingin verður ikki tikin á løgtingi. Loysingin verður tikin av fólkinum. Tí mugu vit hava fólkið við okkum. Alt fólkið. Vit mugu røkka út í hvønn krók í landinum, soleiðis at fólkið kring landið alt kennir okkara politikk viðkomandi fyri júst teirra tilveru. Hetta er ein uppgáva, vit eiga at røkja enn betri. Megna vit tað, megna vit eisini størri samanhald millum øki í landinum. Og tað er neyðugt. Tí ein spjadd loysingarrørsla førir ikki til nakað. So tað er eisini avgerandi neyðugt bæði fyri loysingina og trivnaðin í landinum, at arbeitt verður miðvíst við størri samhaldsfesti millum bæði øki og fólk í Føroyum.  Tí skulu vit heldur ikki loypa í við báðum beinum, tá ið aldargamla triksið við at finna felags fíggindar og at mála fíggindamyndir verður brúkt. Tað hevur allar dagar verið brúkt sum spjaðingaramboð hjá mótstøðufólkum fyri at koma til valdið. Og vit hoyra tað hvønn dag í Føroyum, kontórshavn og útjaðari, akademikari og verkafólk, tey, sum skapa virðini og tey, sum bara býta pengarnar hjá øðrum út o.s.fr. Hetta er skaðiligt og hevur í veruleikanum givið fleiri hugtøkum nýggjan týdning. Ringasta av øllum er, at tey, sum eru best fyri, hava sett seg í offurleiklutin. Alt er vent á høvdið. So her mugu vit halda fast í okkara virðum, arbeiða miðvíst fyri alt landið og hava sjálvbjargnið sum stavnhald. Tær málaðu fíggindamyndirnar hava einans eitt endamál nevniliga at fáa okkum frá fyri sjálvi at koma framat valdinum. Og tey hava longu víst, at tá kemur sjálvbjargnið í aftastu røð eins og arbeiðið fyri einum samhaldsføstum og tíðarhóskandi samfelag fyri alt fólkið.

 

Vit hava so nógv gott at arbeiða fyri. Vit búgva í heimsins bæði besta og vakrasta landi. Tað skulu vit passa væl uppá. Vit hava so nógv góð og dugnalig fólk á øllum handa økjum. Vit hava vitan og førleikar at menna okkum. Vit hava menta- og listafólk í heimsflokki. Vit hava ítróttafólk og vinnulívsfólk, sum røkka langt út um landoddarnar. Vit búgva í heimsins kova. Vit hava alt, sum skal til fyri at klára okkum sjálvi. Tað mugu vit fáa fólkið alt at skilja, so vit fáa eina veruliga rørslu. Tí vit ætla okkum altso at loysa.

 

Góða ólavsøku

Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad