100 ár síðani Andrea Árting í 1918 tók stig til, at kvinnur fóru at rógva kapp á Ólavsøku

Røða hjá Marin Katrinu Frýdal í samband við at framsýningin á Býarbókaavninum lat upp 11. juli 2018:

Tað er ein stór æra og heiður at standa her í dag og siga nøkur orð um megnar stríðskvinnuna Andreu Árting. Hugskotið handan tiltakið, vit savnast um í dag, byrjaði við framúr góðu sjónvarpssendingini, hjá KVF, í vetur um Andreu Árting, ið Ivan Hentze Niclasen legði til rættis. Umframt at Andrea, sum eg upplivdi bæði á politiskum fundum í Tjóðveldisflokkinum, í Kvinnufelagnum, á røðarapalli á Vaglinum 1. mai, á fólkafundi í Reynsmúlalág v.m., var mín fyrimynd, so festi kappróðrarhjarta mítt seg við árið 1918, og um tað, at Andrea Árting tók stig til, at kvinnur skuldu rógva kapp á ólavsøku. Hugsaði, at hetta eigur ikki at fara aftur við borðinum og legði eg tí uppskot fram fyri mentamálanevnd býráðsins um at hátíðarhalda hesi 100 árini og hesa megnar kvinnu. Hesum tók mentamálanevndin undir við, og er tað síðani vorðið til hesa áhugaverdu framsýning, ið nú letur upp.

Kvinnukappróður

Í samrøðu, sum Dagblaðið hevði við Andreu Árting 23. juli 1976, sigur hon: “Mær hevur altíð dámt sera væl at vera í báti. Tá eg var yngri lógu vit ofta úti á vánni og dyrgdu um kvøldarnar, so tað gjørdi nokk sítt til at eg hevði hug at royna at fáa ein kappróður í lag.

Men eg haldi at eg fekk hugskotið til at hava ein kappróður á ólavsøku, meðan eg var í Danmark. Eg arbeiddi har niðri í seks ár, og sá onkuntíð kappróður.

Eg kom aftur í 1917, og um summarið í 1918 var eg sum vant ofta í báti um kvøldarnar. Eg eri uppvaksin við strondina úti í Rættará, og tað bar tí væl til at læna ein bát at dyrgja við.

Tað var lítið annað at fáast við summarkvøldini uttan at dyrgja ella standa á seiðabergi. Dansur var bert eina ferð um vikuna, og fótbóltsdystur var eisini bert av og á.

So helt eg at best var at fáa ein kappróður í lag á ólavsøku, og hin 10. juli í 1918 setti eg hesa lýsing í Tingakross:

 

Kappróður fyri kvinnur

Ætlanin er at fáa ein kappróður fyri kvinnur á ólavsøku komandi. Tær ið vilja vera við, biðjast venda sær til Andreu Rasmussen, bakaríhandilin Restoff á Áarvegnum.
So kemur onnur lýsing í Tingakross eina viku seinni 17. juli 1918:

Kappróður fyri menn er ætlanin at hava ólavsøkuaftan. Teir ið vilja luttaka, vendi sær til ein av okkum: Marius Rein, Poul Isaksen, Axel Mouritsen, Jacob Rein, Andreas Hansen (Diaba í Funningsstovu) J. M. Mouritsen.
Og henda lýsing er uppafturtikin 24. juli, tá skrivar Tingakrossur:

Tað var sum vit spáddu, mannfólkini fingu brell av tí prýðiliga tiltaki við kvinnu kappróðrinum á ólavsøku, og her verða nú tvinni sløg av kappróðri fyri eitt.

Tað sigst at nólsoyarkvinnur, sum frálíkar eru við árunum, ætla sær at taka ein dyst við havnarkvinnum. Tá ræður um hjá teimum at leggja sær nær.”

Róðurin á ólavsøku 1918

“Tingakrossur skrivar so hin 31. juli 1918. Av tí sum henda ólavsøkan fram um hinar hevði at bjóða av stuttleika, var kappróðurin og komedian – tað ið mest hugaði fólki.

Vakurt var at skoða bátarnar, tá teir komu skúmandi inn eftir vánni við 6 míls ferð, teir fyrstu bátarnir – teirra veglongd 1/3 fjórðingar. Síðani mannfólkini við 8 míls ferð – 2/3 fjórðingar knappar, fimm minuttir. Bæði havnarmenn og kvinnur komu fyrst á mál, og nólsoyargentur vóru bert eina bátslongd aftaná. Hjá nólsoyingum brotnaði ein bekkur.”

“Eg rokni við at nólsoyargentur eru farnar at venja, tá tær sóu lýsingarnar í Tingakrossi, sigur Andrea. Tað var ofta ringt at fáa nakran bát at venja í, tí teir vóru brúktir at fara á flot við. Tann báturin vit fingu at venja mest í var báturin hjá Poul av Kák. Men vit fingu vant so mikið at okkara bátur vann, og aftaná róðurin vóru vit øll, sum róðu og fyrireikaðu, inni hjá Jóhonnu Restorff á Áarvegnum, har vit fingu kaffi og okkurt gott afturvið.

Onki steyp

Tá var einki steyp til tann bátin sum vann, men mannfólkini høvdu savnað 150 krónur saman, sum tann av teirra bátum skuldi fáa sum vann. Tað var ógvuliga nógv fólk og hugdu at kappróðrinum ta ólavsøkuna. Tey flestu stóðu á helluni omanfyri Bursatanga og upp í Skansa. Veðrið var ógvuliga gott, so fólk fingu eina hugnaliga løtu. Vit skuldu vera sum rættir sjómenn. Tær sum vóru í mínum báti vóru í myrkum matrósablusum, og hinar vóru í ljósum. Nólsoyargentur vóru í hvítum blusum, og á høvdinum høvdu tær sokallaðar bátahúgvur í ymiskum litum. Húgvurnar vóru seymaðar til róðurin. Vit róðu frá Argjalandinum og málið var pakkhúsið hjá Jens í Dali og eitt annað merki var í Tinganesi. Síðani eg fyrstu ferð var við til at rógva kapp, havi eg tvær ferðir verið í báti til kappróður. Tann seinasti eg var við til var undir krígnum, tá var eg 48 ára gomul. Tað sum fólk gleddu seg mest til tær fyrstu ólavsøkurnar eg minnist var at síggja fótbólt í Gundadali. Onkur hevði eisini auktión á ólavsøku og tað plagdi altíð at vera stuttligt. So kom kappróðurin afturat í 1918, og tað gjørdi í hvussu er ikki ólavsøkuna verri. Fólk vóru væl nøgd.”

Hvør var Andrea Árting

Andrea var ein eyðkend Havnarmynd. Hon var lítil kvinna og hevði eitt serstakt og avgjørt gongulag. Hon var beint fram, segði sum var og var ikki bangin fyri at tala at. Hon var fødd í 1891. Pápin, Jacob Johansen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting, og mamman, Súsanna Rasmussen, giftust ongantíð, og Andrea vaks upp hjá mostrini Trinu og Elias Johansen í Rættará. At vera fødd uttan fyri hjúnalag tá ið tíðini var ikki lætt, og tað nívdi Andreu allan barndómin at verða kalla leysingarbarn.

Andrea kom í ein stóran barnaflokk í Rættará. Tá Trina doyði, giftist Elias uppaftur, og fleiri børn komu afturat. Eitt skifti vóru 14 børn og ung í húsinum.

Andrea vaks upp í einum virknum mentanarligum og politiskum umhvørvi.

Í Varðanum í 1935 skrivar hon minningarorð um fosturfaðir sín, Elias Johansen í Rættará, 10 ár aftaná deyða hansara: “Eitt gamalt orðatak sigur: “Maður kemur aftur í manns stað,” men við hvørt letur maðurin bíða leingi eftir sær, og eitt eru øll skilafólk á einum máli um, at sonn vóru prósts Dahls orð við grøvina hjá Liasi í Rættará, tá ið hann segði: ”at nú var brotnað eitt lið í Føroyum, eitt lið, sum seint mundi koma aftur í rætt lag.” Nú eru tíggju ár umliðin, síðani hann doyði, og líka sárur kennist enn saknurin í honum.” Víðari greiðir hon frá lívsleið Liasar, fyrst í skósmiðjulæru, síðani um tráðan hansara eftir at fáa hollan kunnleika um skipasmíð og um bátabyggingarstarv hansara. “Lias var eldhugaður sjálvstýrismaður, og hitt minniríka árið 1909, tá ið 4 sjálvstýrismenn vóru valdir inn í býráðið, var Lias ein, (hinir vóru M. A. Winther, H. C. Andreasen og M. Rein) og í býráðnum sat hann, til hann doyði í 1926. Kendir menn, ið hava arbeitt í almennum starvi við honum, siga, at tað var stuttligt at arbeiða saman við honum, hann var so gløggur at seta seg inn í eina sak og taka støðu, og hevði merkiligar evnir sum førari og slóðbrótari, og so var hann so virkisfúsur, altíð til vildar at arbeiða fyri einihvørjari góðari sak – hann var tí nógv saknaður í býráðnum.”

Jú, sanniliga hevur Andrea fingið ein góðan mentanarligan og politiskan førning úr Rættará.

Í samrøðu í Sosialinum 10. mai 1975 sigur Andrea, at fólk í Havn, “stríddist og strevaðist fyri dagligum breyði. Konurnar hjá arbeiðsmonnunum vóru noyddar at hjálpa til við fortjenastuni. Tær gingu í fisk ella arbeiddu á fabrikkini”. Lønin var “8-10 oyru í tíman og arbeiðsdagurin byrjaði kl. 6 ella 7 á morgni og endaði kl. 18 ella 19 á kvøldi. Sjálvandi var stættarmunur, um ikki varð hugsað so nógv um tað. Men serliga hetta, at arbeiðsmaðurin ikki hevði ráð at lata síni børn í realskúla, var nakað, sum setti seg fast. Eg fór í fisk hjá Skibsted úti á Rundingi. Um veturin arbeiddi eg á fiskabollafabrikkini hjá Valdemar Lützen. Seinni gjørdist eg sjúk og kom á Sanatoriið og lá har í 1 ½ ár, men bleiv tíbetur frísk aftur. Fór síðani til Danmarkar at tæna og var har. Giftist í 1922 við Jóanesi, ættaður av Toftum, hann var skipari, men arbeiddi eisini á landi, fingu 4 børn og tíð mína gav eg teimum. Men kortini fylgdi eg við í tí, sum var uppi í tíðini, serliga hevur politikkur havt mín áhuga.”

 

Fremsta stríðskvinna føroyinga

Andrea Árting stjórnaði Havnar Arbeiðskvinnufelag í nærum hálva øld, frá 1937 til 1977, og í næstan 20 ár var hon stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag. Hon hevur sum nakar stríðst fyri at skapa størri rættvísi fyri allar stættir og fyri allar samfelagsbólkar. Somu løn fyri menn og kvinnur var eitt av hennara hjartamálum. Stórmenni Andrea Árting tordi altíð at stíga fram og siga sína hugsan. Manga røðuna helt hon, hon luttók í politiskum orðaskifti í bløðunum og á fundum, og gerðabøkurnar hjá felagnum siga eisini frá hennara støðutakan. Tað, sum lá henni fremst í huga, var, hvussu hon kundi betra korini hjá tí arbeiðandi kvinnuni í Føroyum.

Vit minnast herrópini í frælsisstríðnum hjá kvinnunum í 1970-unum, at kvinnustríð er stættarstríð – og stættarstríð er kvinnustríð. Men Andrea Árting kendi henda veruleikan, áðrenn ungdómsuppreisturin og kvinnustríði av álvara gjørdi vart við seg.

Andrea stríddist fyri arbeiðskvinnurnar, og hon stimbraði og eggjaði teimum, ið komu aftaná. Tað eydnaðist Andreu at uppliva tann 1. mai 1981, har føroyskar arbeiðskvinnur endaliga fingu somu løn sum menninir.

Sjálvstýrishugað, sum Andrea var, harmaðist hon um, tá hon ikki fekk fólkið at skilja, at ein sjálvur mátti stríðast fyri at standa á egnum beinum, og ongantíð gloymdi hon at minna okkum á – í sínum mongu røðum 1. mai, at vit mugu virða fiskimannin. Í yrkingini “Dunandi aldan”, sigur hon m.a.:

Dunandi aldan mót klettunum brúsar,

sigrandi hásong hon kvøður í dag;

kúrandi einkja man leita til húsar,

faðirleys børn gráta sorgartungt lag.

 

Fongríka hav, tú sum føroyingum gevur

dagliga breyð, ja, og meira aftrat,

dýrt ert tú okkum! almikið tú krevur –

mangur var hann, sum sítt lív til tín læt!

Fongríka hav, tú sum føroyingum gevur

dagliga breyð, ja, og meira aftrat,

dýrt ert tú okkum! almikið tú krevur

 

Andrea Árting var ein megnar stríðskvinna. Alla sína tíð arbeiddi hon við samfelagsviðurskiftunum. Hon var ein teirra, ið tók avgjørda støðu í stríðsmálum, sum vóru uppi í tíðini. Andrea var á varðhaldi alt sítt langa lív – á varðhaldi um Føroyar og frælsi føroyinga. Stríð hennara var ikki til einkis og tá ið tann dagur einaferð kemur, tá ið føroyingar hava fullført frælsisverkið, tá eigur Andrea ein drúgvan lut í laðingini. Andrea ivaðist ongantíð í rætti føroyinga at ráða sær sjálvum, men var tó altíð á varðhaldi mótvegis politiskum spekulantum, ið nýttu sjálvstýrisreyp til egnan fyrimun. Í hennara hugaheimi var frælsisstríð føroyinga arbeiðararørslan, kvinnurørslan og tjóðskaparrøslan.

 

Í samrøðu við Oyggjatíðindi 11. februar 1981 sigur Andrea, aftaná at hon hevur lagt frá sær sum forkvinna í arbeiðskivnnufelagnum eftir 40 ár og 89 ára gomul: “Hugin til sjógvin havi eg enn sum áður. Kundi so væl hugsað mær eina tráðu og sett meg út á Boðanes á seiðaberg. Á ja, teir góðu gomlu dagarnir, har man sjálvur fiskaði sær ein bita til døgurða, eru horvnir”

Vit eru øll børn av okkara samtíð, umhvørvi og uppaldni. Umstøðurnar Andrea vaks upp undir, sum barn fødd uttanfyri hjúnalag, í trongum korum, við góðum fosturforeldrum, í trúgv og kærleika, í mentaðum og politiskum heimi, verið í Danmark og arbeitt o.s.fr. hevur gjørt hana til ta stríðskvinnu, hon varð. Niðri upplivdi hon, hvussu kvinnur stríddust fyri líka løn fyri sama arbeiði og rætt til foreldramyndugleika eftir hjúnaskilnað. Hon var húshjálp í Keypmannahavn, tá 20.000 kvinnur grundlógardagin í 1915 gingu í skrúðgongu fyri at hátíðarhalda, at kvinnur nú kundu veljast í Fólkatingið og Landstingið. Hetta hevur ávirka ungu havnargentuna. Eisini upplivdi hon, hvussu stóra fólksliga ítróttarrørslan vann fram, ið bæði hevði tjóðskaparligan og fólkaræðisligan týdning, og sum gjørdi sítt til menna nútíðargerð av samfelagnum.

Andreu átti fyri langari tíð síðani at verið reist ein standmynd og hesum mugu vit øll somul taka lógvatak saman um at fáa útint, soleiðis at Havnin fær eina standmynd av hesi hetju, eins og Nólsoyar Pálli.

Vegna Tórshavnar býráð verður framsýningin við hesum latin upp, og hon er opin til 12. august og eisini á ólavsøku.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad