Lýsing

Fríggjakvøldið 14. september skipar Tjóðveldi fyri stórfingnari veitslu á Hotel Føroyum. Umframt ein góðan bita við alskyns góðum afturvið, verður borðreitt við eini røð av bæði skemtiligum og fyndugum innleggum, tónleiki, felagssangi og borðhugna.
Farið verður upp á gólv, og aftan á verður dansur.

Teknið tykkum við at senda teldupost til loysing@olivant.fo ella við at ringja til Áka á 22 99 46 ella Fríðbjørg á 22 46 98.

Atgongumerki til veitsluna kostar 400 kr. Lærlingar og lesandi við lestrarkorti tó 200 kr.
Gjaldast skal á konto floksins í Bank Nordik: 6460 4961880.

Setið kross í kalendaran henda merkisdag, tá vit kunnu hátíðarhalda 72 ára dagin fyri fólkaatkvøðuni fyri loysing og 70 ára stovningarár Tjóðveldisfloksins, ið var 22. mai 1948.

Deil hesa grein umvegis
468 ad