Sambandsflokkurin skilir ikki búskap!

Helgi Abrahamsen (HA) finst at teimum betringum, sum hendan samgongan hevur givið barnafamiljum, pensjónistum og teimum við lág- og meðalinntøkum. Hesir lættar skulu eftir øllum at døma verða ov dýrir fyri landskassan, og spyr hann tí so forhánisliga, hvør skal rinda fyri hesar betringar, tá ið búskapurin vendir aftur.

Har noyðast vit at fortelja HA, at orsøkin til, at undirskotið, sum vit arvaðu frá undanfarnu samgongu, er vent til yvirskot, er fyrst og fremst ali- og fiskivinnuni fyri at takka, men eisini tí at hendan samgongan hevur syrgt fyri, at fleiri fólk fáa ágóðan av framgongdini. Hava fleiri fólk tað liviligari og fíggjarliga rúmsátt, eru fleiri, sum síggja ljóst uppá framtíðina, og tá eru fleiri, sum eru við til at vaksa um búskapin.

Tað er soleiðis føroya fólk og teirra virksemi, sum skapar ringvirkningar í búskapinum og gevur inntøkur til tey sjálvi fyrst og fremst,  men so sanniliga eisini til føroyska landskassan!

Hvør annar enn vanligi føroyingurin?

Tað er rætt, at búskapurin hevur tað við at fara upp og niður. Men, til at svara spurninginum,  hvør ið rindar, tá ið tað vendir hinvegin aftur, so er bara at hyggja at søguni. Hvør annar enn vanligi føroyingurin hevur nakrantíð rinda rokningina, tá ið búskapurin vendir aftur?   Og hóskandi kundi verið lagt afturat spurninginum: Nær hevur lág- og miðallønti føroyingurin verið orsøk til kreppur í føroyska samfelagnum?  Tað er nemliga ikki altíð tann, sum rindar fyri kreppuna, sum var orsøk til hana.

Mistonkiliggeringin, sum Sambandið hevur mótvegis vanliga føroyinginum fyri at kosta so nógv, og fyri at verða orsøk til kreppur, er tí púra burturvið!

 

Nú er liviligari at verða føroyingur

Tað er rætt, at hendan samgongan valdi at geva skattalætta til tey við lágum og miðal inntøkum – ein inntøkubólkur, sum undanfarna samgonga leyp um, í sínum skattalættapolitikki.

Familjuískoytið er eisini givið til tær fíggjarliga hart sperdu barnafamiljurnar – ein lætti, sum munar rættiliga væl hjá teimum fáu, sum høvdu hendan lætta fyri neyðini. Og so er barsilsloyvið forrestin eisini longt, sum ein liður í familjuvinarliga politikkinum hjá hesi samgonguni. Vit síggja stórar fyrimunir í, at foreldur sleppa at verða um tey smæstu sum longst. Harumframt er barnafrádrátturin hækkaður, sum ein liður í at gera tað lættari at verða barnafamilja í Føroyum. Og so hava pensjonistarnir eisini 1000 kr. meira at liva fyri, eftir, at pensjónsnýskipanin er komin í gildi;  – nakað sum Sambandsflokkurin nærum dag og dagliga kritiserar okkum fyri.

So jú, hetta ljóðar av nógvum.  Men her gloymir HA, at hesir lættar, sum hendan samgongan raðfestir, ger tað fyrst og fremst liviligari hjá nógv fleiri føroyingum, og skal eisini síggjast sum skilagóður inntøkupolitikkur fyri landskassan. Eru fleiri fólk, við so mikið av pengum um hendi, at tey klára tað mest neyðuga,  eru eisini fleiri, sum hava ráð at liva og virka, og hava eisini ráð at brúka pengar. Tá eru fleiri, sum rinda bæði skatt,  MVG og avgjøld. Tá eru eisini fleiri, sum síggja positivt uppá framtíðina, og fleiri sum eru við til at lyfta samfelagið og búskapin og fleiri at koyra í landskassan.

Tá  vit soleiðis lætta um hjá barnafamiljuni, átti alt annað líka, eisini at verið færri hjúnaskilnaðir, færri børn við strongd, færri ung sum enda í keðiligum umhvørvum,  og annars generelt færri negativ hjáárin, sum annars eyðkenna sperdar familjur, sum ofta hava trupult við at verða við í dagsins samfelag.

Sambandið vil aftur til fámannaveldið

Tað fámannaveldi, sum Sambandsflokkurin hinvegin var við at byggja upp í farnu valskeiðum, og sum man nú av røttum kann misteinkja hann fyri at vilja endurskapa, kann verða gott fyri tey fáu – eina løtu, men kann eisini gerast sera dýrt í longdini, og ótrygt – ikki bara fyri tey nógvu, men eisini fyri hesi fáu.

At HA er so kritiskur mótvegis teimum betringum, sum givnir eru,  – tí hetta skal verða so dýrt, og vil koma aftur um brekku, kann skiljast sum, at hetta er nakað, sum Sambandið fer at rógva afturá aftur við og ætlar at broyta, um tey koma til valdið. Tað vísir fyri tað fyrst at Sambandið vil aftur til fámannaveldi, men so sanniliga at Sambandið hevur misskilt, hvør tað er sum skapar virðini í hesum samfelagnum, og hvør tað er sum koyrir pengar í landskassan.

Lat fleiri lyfta í felag

So her hava vit enn ein orsøk til at lata núverandi andstøðu verða andstøða nøkur valskeið afturat. Tá skal Sambandið nokk læra, at tað er Føroya fólk og tess virksemi, sum skapar virðini her á landi.

Tað er, tá ið fleiri lyfta í felag, at vit fáa fleiri vælvirkandi familjur, færri hjáárin og ein sterkan búskap. Ein sterkan búskap, sum gevur okkum ráð at lata fleiri lyfta í felag.

 

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi.                

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad