Lýsing

Loysing merkir samband, kære statsminister

At gerast ein sjálvstøðug tjóð snýr seg um at fáa allar teir møguleikar og tað frælsi, sum onnur lond hava. Ikki minst í mun til uttanríkispolitisk viðurskifti. At kunna samstarva og gera avtalur á jøvnum føti við heimsins lond.

Í sambandi við ríkisfundin í vikuni segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, at hann helt tað vera “at gå imod det fornuftige hvis man isolerer sig mere”, vísandi til ynski hansara um at varðveita rískisfelagsskapin.

Spurningurin um sjálvstøðugar Føroyar snýr seg um beint hitt øvuta – um at sleppa sær útum girðingina fyri at kunna knýta sambond og samstørv á jøvnum føti við aðrar frælsar tjóðir, eisini við tjóðina hjá danska forsætisráðharranum.

Í einum sjálvstøðugum landi fáa vit møguleikan at ávirka og velja, hvørjum vit eru í samstarvi ella felagsskapi við – um vit ynskja at vera í einari unión við Danmark og/ella øðrum Norðurlondum, gerast partar av búskaparliga samstarvinum í ES, knýta serliga tøtt sambond við Skotland og/ella Bretland – í heila tikið, hvørja uttanríkispolitiska kós vit velja at ganga, saman við okkara samstarvspørtum.

Við at leggja skøvutu sambandsplátuna um avbyrging á, roynir Løkke Rasmussen at siga, at Danmark er lykilin hjá Føroyum og Grønlandi til sambond við umheimin. Hesin “sannleikin” kann vendast á høvdið. Tí, víst hava Føroyar og Grønland í summum førum ágóða av at samstarva við Danmark, men í tí stóra perspektivinum, so eru tað eru Føroyar, og  ikki minni Grønland, sum eru lykilin hjá Danmark til støðu sína í altjóða politikki. Við hesum londum røkkur danska kongsríki um norðuratlantshav allan vegin til Arktis, og ger sostatt Danmark, ið annars verður mett sum eitt pinkuland, til ein sentralan leikara, eitt nú tá umræður telvingina um Arktis, ein brennidepil í altjóða politikki.

Tað er alt annað enn av tilvild, at alsamt fleiri danskar røddir nú hoyrast tosa um at enduskipa ríksifelagsskapin. Tað gongur sjón fyri søgn. Føroyar eru nú so sjálvstýrandi, at seinastu fetini til fult sjálvsstýri eru færri enn tey flestu geva sær far um. Vit eru so nær loysingini, at eingin orsøk er at rópa hart, og neyðugu fetini verða tikin hvønn einasta dag. Og í Grønlandi logar sjálvbjargnis andin og viljin bjartari enn nakrantíð. Tí ræður um hjá donskum politikarum at finna vegir at halda fast um ríkisfelagsskapin. Tey vita fullvæl, at áhugin fyri sambandi og samstarvi við Føroyar og Grønland er stórur.

Tosið um avbyrging kann illa takast álvara í 2018. Og tað veit Lars Løkke Rasmussen væl, sum tann vitugi maður hann er, við góðum innliti í føroysk viðurskifti. Hann hevur tí fullkomiliga rætt, tá hann í samrøðuni sigur “ingen er sig selv nok”. Júst so! Føroyar fara ongantíð at virka einsamallar í heiminum – tað gera eingi lond. Heimurin í dag er sínamillum tengdur, og einki land klárar seg einsamalt.

Tað avgerandi er, at føroyska fólkið eigur avgerðarrættin at skipa seg, og at knýta tey sambond og vera partur av teimum avtalum og felagsskapum, sum føroyska fólkið ynskir, og sum tænir føroyskum áhugamálum. Júst, sum danir hava hetta frælsið. So, kæri Lars Løkke Rasmussen – um tú enn ivast, so merkir loysing samband. Frítt samband við heimin kring okkum!

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad