Lýsing

Vit eru við til at Slóða fyri

Vit liva av náttúruni. Høvuðsvinna okkara er tengd at, at vit ansa eftir umhvørvi okkara, so eisini komandi ættarlið fáa gleði av lívinum í havinum.

Ferðavinnan fær hvørja ferð størra týdning fyri búskap okkara. Ferðafólk koma í stóran mun til Føroyar fyri at uppliva vøkru náttúruna. Nógv vøkur náttúra er í Norðoyggjum. Hana skulu vit halda pena og reina. Tað er okkara ábyrgd – saman við ferðafólkinum, sum vitja her.

Eisini er tað umráðandi at vit halda Klaksvíkina og bygdir í kommununi ruddilig. Tað gevur betri trivnað millum fólk, sum búgva her, og tað gevur teimum, sum vitja, hug at venda aftur.

Vit vita øll, at vit skulu ansa eftir umhvørvi okkara, men ofta kunnu vit fáa kensluna: “Hvussu´kann eg gera mun?” og “Hvønn týdning hevur tað, hvat eg geri?” 14.-19. mai skipa Klaksvíkar Kommuna og Visit Norðoy fyri tiltakinum Slóða fyri. Slóða fyri gevur góð boð uppá svar, hvussu vit øll kunnu taka ábyrgd. Tí ynskja vit í Norðoya Tjóðveldisfelag at stuðla og taka lut gjøgnum vikuna – og vit vóna, at nógv afturat okkum verða við.

Millum góðu tiltøkini, har vit fara at taka lut, kunnu nevnast ABC gongutúrurin týsdagin kl. 17 og Vit og skil máltíð fríggjadagin kl. 16.30 á Húsarhaldsskúla Føroya  – tiltøk sum seta rudding, sálarliga heilsu og matoyðsl í miðdepil. Norðoya Tjóðveldisfelag verður sjálvandi eisini til staðar á kjakfundinum um rusk mikukvøldið. Og hugnaligt verður leygardagin, har vit øll fara at súkkla runt í Klaksvík – fyri at njóta býin og hava eina stuttliga løtu saman, men eisini fyri at minna okkum á, at tað ikki altíð er neyðugt at taka bilin. Tekur tú súkkluna, kemur tú eisini fram, tú fært frískan luft, røra teg og møtir fólk á vegnum.

Slóða fyri er ein góður møguleiki til at síggja, hvussu lítið skal til fyri at gera mun. So kom og tak góða lagið og virkishugin við. Fleiri vit eru , størra mun gera vit.

Vegna Norðoya Tjóðveldisfelag,

Lone Høeg Bejer, forkvinna

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad