Lýsing

Flaggrøða hjá Kristian Oskari Henriksen

Flaggdagsrøða 2018

 

Tá eg varð spurdur, um eg vildi halda flaggrøðuna í ár, var mín fyrsti tanki, at eg havi ongantíð hildið eina røðu áður.

 

Einasta, eg havi gjørt frammanfyri mannamúgvu, er at hava verið við í føstulávintsskemtinum í ungmannafelagshúsinum Virkinum.

 

Men, eg havi blandað meg uppí so at siga alt her á staðnum, og okkurt hevur mann upp á hjarta. So, hví ikki royna hetta, hugsaði eg.

 

Góðu áhoyrarar!

 

Nú er dagurin komin, har vit hátíðarhalda okkara flagg, Merkið. Hetta merkið kom ikki uttan stríð, og tí hevur tað alstóran týdning, at vit minnast og hátíðarhalda henda dag.

 

Hetta er ein hugnalig tíð av árinum, har lomb eru komin, og gróður er komin í – ja, hetta er ein tíð av árinum, har vit merkja, at lívið blomstrar.

 

Tá vit merkja hesar broytingar í náttúruni, ávirkar hetta okkum menniskju á ein góðan máta. Vit gerast lættari í sinni, og vit gerast glaðari og síggja ljósari upp á tíðina, sum liggur fyri framman.

 

Hetta smittar upp á alt, vit takast við, og alt verður eitt sindur lættari.

 

Nú hevur átrúnaður verið nógv frammi í nøkrum sendingum í KvF, og tað eru summi sum halda, at ágangurin hevur verið nakað harður á kirkjur og samkomur.

 

Tá vit hugsa um, hví føroyingar eru so trúgvandi, er hetta ikki so løgið. Fyri at fáa mat á borðið, var tú noyddur at rógva út, røkta hagan, velta bøin og søkja bjørgini. Alt hetta varð lagt í Harrans hendur – at geva okkum fisk, fugl, epli og ein góðan skurð til heystar.

 

Tí vóru føroyingar sterkir í síni trúgv. Teir vistu, hvat tað var at missa menn og synir á havinum og kvinnur, sum doyðu í barsilssong frá manni og børnum.

 

Ja, alt hetta var ein partur av tilveruni, tá vit hyggja nøkur ár aftur í tíðina. Tí skilji eg eisini væl, hví vit føroyingar eru sterkir í trúnni á ein harra.

 

Altíð, tá eg hoyri um trúgv, komi eg at hugsa um ommu mína á Klovanum, Jacobinu. Hon segði altíð við meg: ”Jesus fylgi tær, góði…”

 

Jacobina sang altíð, tá hon bant og tókst við ymiskt á Klovanum. Hetta hugsaði eg ikki nógv um tá, men við árunum er hetta vorðið meira eyðsæð. Trúgvin var persónlig og sterk, og omman kundi glað fara til verka í sínum dagliga arbeiði.

 

Tí er heldur ikki krossmerkið í okkara vakra flaggi nøkur tilvild.

 

Føroyska flaggið hevur verið okkara síðan seinna veraldarbardaga, og tað vóru sjómenninir, sum brúktu Merkið fyri at vísa, hvar teir hoyrdu heima.

 

At hoyra til – ella at vera í felagsskapi – er nakað, sum er ógvuliga djúpt grógvið í okkum menniskjum. Ja, vit kunnu næstan siga, at vit eru eitt slag av ”floksdjóri” (menningarlæruna skal eg tó ikki koma inná í hesi røðu).

 

Summi menniskju stemba alt lívið eftir at vera partur av einum størri ella meira sigandi parti av fjøldini. Hetta byrjar longu í barnagarði og upp eftir, til vit hava tikið okkara lærdóm.

 

Vit hava mangan hoyrt tey eldru siga, at alt var betri fyrr. Hetta er vanlig tala millum okkum føroyingar – og helst millum onnur menniskju úti í heimi eisini.

 

Nú kann eg bara tosa út frá tí, sum lívsins skúli hevur lært meg, og sjálvandi og eru hetta bara mínir egnu tankar um støðuna i ́dag.

 

Sum sagt, haldi eg, at felagsskapurin er sera týðandi fyri okkum, og okkara Merkið vísir restini av heiminum, at hetta eru Føroyar.

 

Tá eg fór í skúla í 1983, var okkara skúli 100 ára gamal, og karmarnir vóru hareftir hjá lærarum og næmingum. Eg minnist enn, hvussu bangin eg var so fremmant, sum alt tóktist, og hvat fór at henda her?

 

Mín felagsskapur var míni foreldur, systkin, omma, abbi og grannalagið á Heyggi. Meira kendi eg ikki. Nú skuldi eg í ein nýggjan og ókendan felagsskap, sum var skúlin.

 

Nú eru nýggjar tíðir, og skúlin er nýggjur. Nógv fleiri møguleikar eru í skúlanum í dag enn teir, sum vit høvdu í 1983.

 

Men, tað besta av øllum er, at hesir møguleikar vera brúktir, og vit síggja, hvussu okkara børn mennast. Hetta er ein so deilig kensla at hava sum foreldur – at her er hent so nógv til tað betra.

 

Men, er tað nú lættari at liva í felagsskapinum nú, enn tað var fyrr?

 

Ja, hetta er ein góður spurningur, og rætta svarið er ivaleyst ógvuliga individuelt.

 

Um vit hyggja eftir, hvat er hent bara í mínari tíð – ja, so er hetta ein kollvelting hjá tí eldra ættarliðnum.

 

Men, nógv er vorðið til tað betra og eitt, ið eg sum borgari her á staðnum eri sera glaður fyri, er skúlin her børnini stórtrívast, eins og karmarnir eru fram úr góðir.

 

At børnini hava so góðar umstøður, fær meg at trívast her á staðnum. Tá umstøður og karmar eru góðir at virka undir, gevur hetta okkum eisini góðar lærarar. Teir hava vit eisini her í Sands skúla, og tað gleðist eg almikið um.

 

At tað gongur væl í felagsskapinum hjá okkum er at gleðast um. Vit síggja eisini, at tað í aðrar mátar gongur fram á, og stór frambrot eru fyri stavn, nú vit skjótt kunnu koyra millum Sandoynna og meginøkið og enntá heilt inn í miðbýin í Havn.

 

Ja, fáur hevði torað at droymt um hetta fyri 30 árum síðan, men nú er fasta sambandið við meginøkið ikki langt burtur.

 

Góðu tit, framburður og menning av felagsskapinum er okkum øllum fyri at takka, og vit eiga at vera errin av øllum tí, vit í felag hava stríðst fyri og skapt.

 

Einki kemur av ongum, men í felagsskapi lyfta vit nógv og røkka longur framm á leið.

 

Sandoyggin hevur brúk fyri tykkum øllum – sjómonnum, heilsuhjálparum, heilsurøktarum, námsfrøðingum, lærarum, sjúkrarøktarfrøðingum, jarðyrkisfólki – og eg kundi nevnt so mong aftrat.

 

Øll eru vit við til at byggja karmarnar í felagsskapinum – Føroyar – og Merkið er okkara felags stavnhald sum vísir, at tað er her, vit hoyra heima!

 

 

Ein felagsskapur, sum er opin og ikki generaliserar menniskju, er ein felagsskapur, eg vil liva í, tí har er trivnaður, og har trivnaður er, har blómar, um tað er kalt og regn – ja, ein ríkur og gevandi felagsskapur.

 

Sum loysingarmaður noyðist eg líka at endurgeva nøkur orð, sum Erlendur Patursson, sáli, skrivaði í einari av greinum sínum frá 1950.

 

læt frælsisviljan sigra. Síðan hevur fólkið ligið á

sárum,men viljin er ikki boygdur. Kanska eru nøkur fallin frá, men hjá hinum er

hann stældur og herdur. Tann dagur kemur so, at hesin sami vilji verður máttmikil,

at Føroya fólks fjøld sameinist um at seta í verk hugsjónina: frítt og frælst

Føroyaland.

 

Takk fyri, at tit lýddu á

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad