Lýsing

Enn er fiskivinnunýskipanin skroypilig á nógvum økjum, tað tekur tíð at seta hana í verk.

Røða hjá Ingolf S. Olsen, sum hann helt í Vestmanna, 1. mai 2018.

Góðu vestmenningar, gott fundarfólk

Tað er mær ein heiður at sleppa røða her á Reyða Torginum í Vestmanna á hesum 129. altjóða stríðsdegi arbeiðaranna.

So tíðliga, eg nøkulunda dugdi at skyna á, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skrúvaður saman, havi eg fylgt eftir reyðu fløggunum, og tað er mær ein fragd at síggja tey veittra her í Vestmanna í dag.

Í Vestmanna, sum altíð hevur slóðað undan á so mangan hátt, eisini í stríðnum fyri at veita arbeiðandi fólkinum betri sømdir. Bygdin hevur fostrað stórar fakfelagsprofilar. Til dømis Arna á Rógvi sála, sum í nógv harrans ár gekk á odda í Vestmanna Arbeiðarafelag, sat í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag og eisini eitt stutt skifti var formaður har; núverandi formann í Føroya Handverkarafelag, Suna Simonsen, og ikki at gloyma Rakul í Gerðinum, forkvinnu í Heilusrøktarafelagnum, ið vit júst hava hoyrt røða. Bara fyri at nevna tríggjar.

Sum landspolitikari skal ein vera eitt sindur varin við ógvusligum útmeldingum, meðan stríð leikar á á arbeiðsmarknaðinum. Í øllum førum, um ein vil virða frælsa samráðingarrættin og felags ynskið hjá løntakarum og arbeiðsgevarum um sjálv at greiða síni viðurskifti.

Tó, onkuntíð verður hetta tulkað øvugt. Tað vóru summi, sum hildu lítið um tøgnina frá mínum flokki, tá fyrst sjúkrarøktarfrøðingarnir og síðani námsfrøðingarnir vóru í verkfalli í vetur.

Men Tjóðveldi virðir frælsa samráðingarrættin og er grundleggjandi ímóti, at politiska skipanin leggur seg út í áleikandi orrustur á arbeiðsmarknaðinum – bæði tá tað snýr seg um at geva lyfti til henda ella hin partin ella at fremja beinleiðis politisk inntriv í verkføll.

Tað merkir tó ikki, at ongin av okkum hevur meiningar um arbeiðsmarknaðin og kann standa við tær alment.

Eg havi stóran part av mínum arbeiðslívi verið virkin í fakfelagsarbeiði, og eg veit, at arbeiðarastríðið ikki er av. Og tað verður heldur ongantíð av, so leingi vit hella okkum til sonevnda skandinaviska modellið, har grundreglan er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skipa viðurskiftini sína millum við frælsum samráðingum og neyðugu stríðsamboðunum – verkfalli og verkbanni.

Tað er jú sjálv grundhugsanin við einum frælsum arbeiðsmarknað, at har eru tveir partar við krøvum og mótkrøvum, sum teir so hvør sær berjast fyri.

Og tað er ikki minst takkað verið áhaldandi stættastríðnum og kollektivum samráðingum, at vestevropeisku vælferðarsamfeløgini eru vorðin til. Við Norðanlondunum í absolutta oddinum.

Eg eri partur av eini samgongu, sum ætlaði sær nógv, tá hon tók við, og sum eisini hevur framt stórar nýskipanir. Meira enn nøkur onnur samgonga hevur gjørt, vil eg halda uppá.

Vit hava millum annað gjøgnumført eina fiskivinnunýskipan, har eitt av aðalmálunum er at skapa meira virksemi allastaðni í landinum. Her tosa vit um at skapa fleiri nýggj spennandi arbeiðspláss kring landið.

Eisini í Vestmanna.

Men enn er fiskivinnunýskipanin skroypilig á nógvum økjum, tí tað tekur tíð at implementera hana – at seta hana í verk.

At skriva og samtykkja lógartekst er sín søk, at útinna í verki er nakað annað.

Millum annað er atgongdin hjá nýggjum aktørum til føroysku fiskivinnuna framvegis alt ov veik og má styrkjast.

Menningarkvoturnar, sum serliga skulu skapa virksemi í økjum, har lutfalsliga fá rættindi eru í dag – her er Vestmanna eitt gott dømi – har arbeiðsloysið er omanfyri miðal, ella fólkatalið er í minking, mugu sleppa at virka og skulu eisini kjølfestast betri í økjunum, so atgongdin at fiska og skapta virksemið onkursvegna gerst varandi.

Og samanumtikið manglar nógv at gera politiskt, ið skal tryggja meira virðisøking og harvið fleiri arbeiðspláss kring landið.

Tí er tað av avgerandi týdningi, at verandi fiskivinnupolitikkur sleppur at halda fram í langa tíð fram eftir.

Tað kunnu sjálvsagt bara veljararnir gera av. Men her vil eg tó minna á, at báðir teir stóru andstøðuflokkarnir stutt fyri, at Løgtingið fór í summarfrí, atkvøddu fyri einum uppskoti um at strika allar uppboðssølur, og Fólkaflokkurin hevur fleiri ferðir lovað sínum veljarum, at hann vil rulla fiskivinnulóggávuna aftur til tað, hon var, sleppur hann til valdið aftur.

Tað má ikki henda.

Føroyskir løntakarar hava tað gott samanborið við løntakarar so nógva aðrastaðni. Fakfeløgini hava roynst væl, og nógv er vunnið bæði á sjógvi og landi.

Men nú er kappingarføri vorðið eitt sovorðið gandaorð bæði í nasjonalum og globalum arbeiðsgevararetorikki. Lønirnar mugu ómøguligt hækka, tí so verða vit ikki kappingarfør. Tá mugu fyritøkur lata aftur, fólk gerast arbeiðsleys, og øll vælferðin fer fyri skeyti, plaga vit at hoyra.

Men hyggja vit at søguni, so síggja vit, at tað er ikki so. Tað hevur heldur ongantíð verið so. Tvørturímóti.

Tað eru londini við teimum hægstu lønunum og bestu løntakarasømdunum, sum klára seg best í heimshøpi, vinnuliga og samfelagsliga. Tey eru heimsins ríkastu lond – vit teljast millum teirra – og soleiðis hevur tað altíð verið.

Tað eru láglønarlondini við óskipaðum arbeiðsmarknaðum og fáum ella ongum sømdum eru tey, ið klára seg ringast. Tey eru ikki kappingarfør, hóast lønarútreiðslurnar lutfalsliga bara eru ein brotpartur av tí, vit eru von við á okkara leiðum.

Sjálvandi hevur kappingarførið týdning, men tað fer altíð at vera tryggjað, so leingi vit hava frælsar samráðingar, tí tær tryggja ta javnvágina, ið er optimal fyri báðar partar.

Tí skulu føroysku løntakarafeløgini heldur ikki ræðast at seta krøv – sjálvandi við skili – tí tað gongur væl í føroyska samfelagnum.

Men tað er júst, tá tað gongur væl, at ein kann hava lyndi at gloyma vandarnar og missa takið.

Tí vunnu sigrarnir mugu áhaldandi verjast við hond og fót. Arbeiðsgevararnir, so góðvarnir teir annars kunnu tykjast, eru ikki settir í henda heim at umsita og verja løntakararættindi, og teir gera tað heldur ikki. Tvørturímóti.

Vit síggja tað eisini nú, har Føroya Fiskimannafelag hevur verið undir trýsti at víkja frá føroysku hýruásetingunum á farmaskipum til frama fyri bíligari lønir eftir eysturlendskum mátistokki.

Og tó at tað gongur væl í Føroyum, og arbeiðsmarknaðurin er hampuliga væl skipaður, so er ikki alt nóg gott. Verri enn so.

Millum annað eru sømdirnar hjá tímaløntum ikki nóg góðar, og umstøðurnar hjá nógvum ungum á arbeiðsmarknaðinum alt ov ótrygg. Hetta seinna ger Hervør Pálsdóttir, forkvinna í Unga Tjóðveldi, vart við í grein í dag. Hon staðfestir millum annað, at alt ov nógvir ungir føroyingar verða settir í starv uttan um sáttmálar og hava verri og óstøðugari kor enn sáttmálasett.

Hetta eru viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast, og sum mugu og skulu fáast í rættlag, í dag heldur enn í morgin.

Og tað eru nógv onnur løntakaraviðurskifti, ið treingja til ábøtur.

Eg hoyri ofta føroyskar fakfelagslimir siga, at fakfeløgini gera ov lítið fyri teir. Tá verður ikki bara hugsað um løn, men eisini um aðrar sáttmálasømdir og ikki minni um tænastur, sum hesi vænta sær frá sínum fakfelag.

Slíkar atfinningar eru als ikki serføroyskar, men eg haldi kortini – og upplivi tað eisini sjálvur – at ikki onki er í hesum atfinningunum.

Og tað er ikki tí, at ov lítil dugur er í oddafólkunum í fakfeløgunum. Tey gera eitt gott arbeiði hvør sær.

Men samhaldsfestið ímillum fakbólkar og ímillum fakfeløg í Føroyum, kundi havt betri dagar.

“Saman at halda var ei okkum givið”, yrkti Hans Andrias Djurhuus um okkum føroyingar fyri meira enn 100 árum síðani.

Eg haldi nú ikki, at orðini lýsa føroyingin serliga væl sum heild. Tí vit eru ófør at hjálpa hvørjum øðrum, tá á stendur. Tá vanlagnan hevur rakt okkum, og tað hevur hon ofta gjøgnum tíðirnar,  eru vit komin víðari, tí vit hava staðið saman.

Men tó passa orðini hjá Hans Andriasi rættiliga væl, tá tað snýr seg um samhaldsfesti og samanhald á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tá tað snýr seg um at lyfta í felag, tá tað snýr seg um at taka tøk, sum onkuntíð gagna einum øðrum meira enn mær sjálvum.

Vit hava umleið 30 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum og umleið 15 á tí privata. 45 fakfeløg at organisera 25.000 løntakarar er kanska í meira lagi, og kanska kundu kreftirnar verið brúktar betri, um tær í størri mun vóru sameindar.

Kanska fekst meira burtur úr, hvørjum einstøkum fakfelagslimi at frama, um ressursirnar vóru lagdar saman og brúktar í færri feløgum. Ella um feløgini í minsta lagi skipaðu seg í landsfelag – LO – sum vit kenna tað í grannalondunum.

Kanska hevði tað eisini dempa eitt sindur av ekkónum frá dómadagsprofetiunum hjá arbeiðsgevarum og reiðarum, sum til tíðir hava ljóðað í so hvølt í pørtum av fakfelagsrørsluni.

Hinvegin kann tað sjálvsagt hugsast, at júst stóra talið av feløgum eigur ein stóran part av æruni fyri, at so stórur partur av føroysku løntakarunum yvirhøvur er organiseraður.

Organisasjónsgradin í Føroyum, tað er hvussu stórur partur av løntakarunum er organiseraður í fakfelag og arbeiðir eftir sáttmála, man valla vera størri nakrastaðni í demokratiska partinum av heiminum enn her heima.

Men eg haldi ikki, at vit kunnu siga, at samlaða styrkin hjá føroysku fakfelagsrørlsuni er har eftir.

Eg haldi ikki, at samlaða megin hjá føroysku fakfelagsrørsluni stendur mát við organisasjónsgradina. Verri enn so.

Nógv størri samhaldsfesti, samanhald, samstarv, samanleggingar, tað er eftir mínum tykki vegurin fram, um vit framhaldandi ætla at standa føroysku arbeiðsgevarunum kurl. Tí teir megna, um nakað, at standa saman og gera felags front.

At samanhald og samhaldsfesti millum løntakarar gevur góð úrslit, hava vit júst sæð á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark. Undan samráðingunum, sum vardu í fleiri mánaðir, svóru øll fakfeløgini hvørjum øðrum trúskap, og tað gav úrslit. Tað eydnaðist, tí henda musketéreiðin varð hildin av øllum pørtunum. Tað stóð nógv á, og fleiri ferðir sá út til, at onki samráðingarúrslit fór at spyrjast burtur úr, og at Danmark fór at verða lagt lamið av stórverkfalli. Men tað eydnaðist til seinast at finna semju millum partarnar – semjur, sum bæði fakfeløgini og almennu arbeiðsgevararnir eru væl nøgd um. Og tað eydnaðist BARA, tí samhaldsfestið stóð sína roynd – samanhaldið helt.

Vónandi fara vit eisini at síggja gott samanhald millum føroysku løntakarafeløgini, nú sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum av álvara eru farnar í gongd.

Takk fyri, at tit lýddu á, framhaldandi góðan 1. mai og hepna hond við samráðingunum.

 

Hilbert Elisson tók myndina

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad