Lýsing

Flaggrøða hjá Brandi Klettskarð í Kongsstovu

Røðan var hildin á flaggdagskafé í Klaksvík 25. apríl 2018:

Sendingin hjá Heina í Skorini ”Guð signi Føroyar”, skelkaði helst tey flestu í Føroyum.

 

Men vita tit, hvat skelkaði meg mest?

 

Tað var parturin, har øll prestastættin í Føroyum sat inni hjá bispi og nýtti Merkið til borðklútar. Er hetta ikki brot á flagglógina? Og er hetta ikki blasfemi? Eg meini Merkið er jú formað sum ein krossur – er ikki ein lóg ímóti slíkum?

Hetta er so langt frá tí abbi lærdi meg, tá vit drógu Merkið í húnar hátt, og hann vísti mær, hvussu hetta skuldi fara fram. Merkið má ikki nerta jørðina! Vit skuldu nýta rætta knútin! Og Merkið skal leggjast saman aftur, so at onki hvítt sæst! Tá høvdu vit virðing fyri Merkinum!

 

Kanska eg eri ov eymur, tá tað kemur til Merkið, tað verður jú nýtt til so nógv. Til dømis verður merkið nógv nýtt av fyritøkum til at ”branda” seg við. JFK nýtir reytt, blátt og hvítt í sínum búmerki. Bakkafrost nýtir eisini ”føroysku litirnar” í sínum. Men vert er at leggja sær í geyma, at ”føroysku litirnir” eru eisini hálenskir, norskir ella amerikanskir.

Í hesum sambandi havi eg serliga hug at nevna tvær smáar lokalar fyritøkur.

Tær eru Faroe Dive og Zenith Offshore. Hesar ungu fyritøkur byrjaðu sum íverksetarafyritøkur, áðrenn hetta hugtak veruliga tók dik á seg. Tær eru mentar av fólki við servitan innan sítt øki.

Fyritøkurnar eru – ósmædnar og við røttum ryggi – farnar í gongd við virksemi á altjóða pallinum við búðmerkjum har íblásturin frá Merkinum, ikki er at ivast í.

Zenit Offshore veitir tænastur innan oljuvinnuna á sjónum um allan heim, og hevur megnað at hóra undan, hóast herviligu kreppuna, ið hevur rakt hesa vinnu. Hóast fleiri av teimum stóru altjóða kappingarneytunum ikki hava megnað hetta.

Faroe Dive er ein privatur kavaraskúli, ið útbúgvir kavarar eftir altjóða leiðreglum. Tað vil siga, at eftir lokna útbúgving í Klaksvík, kunnu kavararnir fara til arbeiðis um alla verðina.

 

Nú eg eri inni á at hava allan heimin sum arbeiðspláss, so komi eg at hugsa um ein serligan morgun á akkersplássinum í Baia de Guanabara. Tað er víkin Rio de Jaineiro er bygdur rundan um.

Tá sólin reis hendan morgunin sá eg eitt nýtt skip var komið at liggja aftan fyri okkum, og til mína stóru gleði sá eg, at skipið veittraði við Merkinum. Tað var ein serlig kensla at síggja eitt føroyskt skip so langt heiman. Ein blanding av stoltleika og ovfarni.

Seinni fann eg útav, at hóast skipið eg var við var undir útlenskum flaggi, so vóru vit fleiri føroyingar umborð, enn teir. Tað er nevniliga so, at onki krav er um føroyska manning ella føroyskan ognarskap yvirhøvur fyri at eitt skip kann sigla undir Merkinum. Ein strámaður í Føroyum er nokk.

Innan sjóvinnu kann Merkið vera skýrt at vera hvítt, grátt ella svart. Alt eftir hvussu góðum standi skipinin er í, ið eru skrásett í føroysku altjóða skrásetingini FAS.

Eisini kann Merkið vera dømt at vera eitt FOC (Flag of convienience). Eitt hentleikaflagg.

So vit kunnu siga, at nú á døgum verður Merkið, vit eru so góð við, nýtt til mangt og hvat, ið vit ikki hugsa um til dagligt. Helst hugsa vit, at Merkið er merkið, ið tjóðin Føroyar savnast undir.

 

Men nýliga hevur verið tosað nógv um, at Føroyar eru um at klovna í útjaðara og miðstað. Fólk í útjaðaranum skilur ikki fólk í miðstaðnum, og fólk í miðstaðnum dugir als ikki at seta seg inn í, hvussu tað er at búgva í útjaðaranum. Nýggj kanning vísur eisini, at religiøst eru Føroyar klovnaðar. Vit, ið búgva í Norðurføroyum, eru mest sum tryggjað pláss í himmiríki, ímeðan Suðurføroyar eru mest sum vornar heidnar.

Í útjaðaranum eru vit privat lønt, í Kontórshavn arbeiðir mann hjá tí almenna.

Í høvuðstaðnum gongur mann til mentanarnartiltøk, í Norðurlandahúsinum ella á Tjóðpallinum, á bygd gongur mann í bindiklubb. Og so víðari. Og so víðari.

Onkur hevur róð framundir, at ein útjaðaraflokkur burdi verið settur á stovn til at umboða okkum misskiltu í útjaðaranum. Onkur annar heldur, at nú er vegakervið í Føroyum vorðið so gott, at spurningurin er, um klaksvíksingar høvdu sloppið upp í ein útjaðaraflokk.

Eg haldi, at orsøkin til hetta tvíbýti er, at vit liva í eini rembingartíð, har Føroyar í størri og størri mun, verða ein eind.

Líka sum vit hava vant okkum við, at Merkið nú á døgum verður nýtt til mangt og hvat, verða vit í Norðuroyggjum, sum ikki búgva á útoyggj væl at merkja, noydd at venja okkum við nýggja samleika okkara sum ein part av miðstaðarøkinum.

Hetta kann viðhvørt kennast, sum vit verða nýtt til borðklút, og vit hava hug at minnast gamlar dagar, tá vit vóru handfarin við virðing.

Men mín áheitan er, at vit í Norðuroyggjum ikki seta okkum niður at grenja, men heldur nýta fyritøkurnar, eg nevndi fyrr í røðuni sum fyridømi. Ósmæðin og við røttum ryggi taka ímóti nýggja veruleikanum, har vit eru partur av einum savnaðum Føroyum. Líkamikið hvørjum vit trúgva, hvaðan løn okkara kemur ella hvaðan sjálvi vit koma.

 

Eitt merkið, fyri einar Føroyar.

 

Takk fyri.

Deil hesa grein umvegis
468 ad