Lýsing

Væl nøgdur við kanningarúrslitið

Nú frágreiðingin frá kanningarstjóranum er handað løgtingsformanninum og løgd alment fram, eri eg væl nøgdur við kanningarúrslitið.

Frágreiðingin og niðurstøðurnar staðfesta greitt:

  • At landsstýrismaðurin ikki tilætlað ella av grovum ósketni hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara og harvið hevur gjørt seg sekan í broti, sum nevnt í § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins.
  •  At landsstýrismaðurin ikki hevur forbrotið seg móti sínum embætisskyldum í hesum máli.
  • At ongi ósaklig atlit hava ligið til grund fyri avgerðirnar hjá í málinum.
  • At hetta mál ikki kann samanberast við tað sonevnda “makrelmálið” frá 2012, sum Løgtingsins Umboðsmaður viðgjørdi.
  • At ikki er orsøk at kanna ella grundarlag at staðfesta ábyrgd fyri medvirkni.
  • At landsstýrismaðurin ikki hevur givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar.
  • At einki grundarlag er at staðfesta, at løgmaður ikki skal hava røkt sína skyldu at hava eftirlit við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum situr fyri sínum málsøki á lógligan hátt.

Hinvegin lýsir frágreiðingin teir stóru trupulleikarnar og tey stóru ivamálini í gomlu lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hava týdning í hesum máli.

Frágreiðingin lýsir fyrisiting, lógarbroytingar, kunngerðir, fyrisitingarligar avgerðir, ógreiður og metingar yvir eitt langt tíðarskeið undir skiftandi landsstýrismonnum eftir tá galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap.

Frágreiðingin lýsir og viðger út í æsir teir sera torgreiddu spurningar og tey fyrisitingarligu ivamálini í tá galdandi lógini um vinnuligan fiskiskap.

Alt hetta er eisini orsøkin til, at núsitandi landsstýrið sum eitt av sínum høvuðsmálum setti sær fyri at gera nýggja fiskivinnulóggávu og at skapa eitt nýtt grundarlag undir fyrisitingini av fiskivinnuni. Hetta fyri at taka hond um tey stóru ivamál og avbjóðingar, ið farna lógin um vinnuligan fiskiskap og fyrisitingin av henni, hava elvt til. Tað er nú framt.

Hetta er somuleiðis orsøkin til, at eg havi tikið stig til at styrkja og umskipa fyrisitingina av fiskivinnuni og eftirlitsskipanirnar, sum nú verður sett í verk.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad