Lýsing

Pensjónsnýskipanin endaliga samtykt

Pensjónsnýskipanin var fyri løtu síðan endaliga samtykt í tinginum við 17 atkvøðum fyri og 10 ímóti

Flokkarnir staðfesta, at løtan fyri langari tíð síðan er komin at fremja eina pensjónsnýskipan í
Føroyum.

Ásannandi, at ymiskar meiningar eru bæði innanhýsis í flokkunum, tvørturum floksmørk og
tvørturum samgongu og andstøðu, hava øll flutt seg fyri at røkka einari semju um eina framtíðar
pensjónsskipan.

Flokkarnir eru samdir um, at ein framtíðar pensjónsskipan skal lúka hesi 3 aðalmál:

1. Tryggja hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku
2. Gera tað meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur
3. Styrkja fíggjarliga haldførið og framtíðartryggja vælferðarsamfelagið

Tað má ásannast, at galdandi pensjónsskipan hevur alsamt truplari við at tryggja teimum
pensjónistum – ið ikki hava eina munandi uppsparing ella framíhjáinntøku – eina nøktandi upphædd
at liva av, ið er omanfyri markið fyri fátækaváða. Mælt verður tí til beinanvegin at tryggja veikastu
pensjónistunum eitt hægri útgjald og at tryggja, at almannapensjónin verður javnað árliga frameftir.
Hetta verður gjørt við at hækka Samhaldsfasta og seta sjálvvirkandi javning av almannaveitingum í
verk.

Harumframt er núverandi skipan stirvin og ótíðarhóskandi á tann hátt, at hon tekur ov lítið atlit til
umstøðurnar hjá tí einstaka. Mælt verður tí til broytingar, ið gera skipanina meira smidliga við fleiri
valmøguleikum, soleiðis at fólk í størri mun kunnu leggja frá sær eftir førimuni.

Galdandi skipan tekur ikki hædd fyri, at alsamt fleiri í dag eru so væl fyri, at tey vilja arbeiða longur
enn til pensjónsaldurin, og tí kundu verið hugað at útsett almennu pensjónina. Mælt verður tí til, at
skipan við útsettari pensjón verður sett í verk. Fólk kunnu velja at arbeiða longur, og samtíðis
frásiga sær almennu pensjónina, ímóti at fáa hægri útgjald, tá tey fara frá.

Hinvegin loftar galdandi skipan í ov lítlan mun teimum, sum eftir eitt drúgt arbeiðslív ikki halda seg
vera føran fyri at arbeiða til pensjónsaldur. Mælt verður tí til, at ein nýggj skipan við
framskundaðari pensjón verður sett í verk.

Harumframt mugu reglurnar fyri mótrokning í galdandi skipan sigast at vera óhepnar. Mótroknað
verður ov harðliga og í ov lítlum parti av samlaðu almennu pensjónini. Mælt verður tí til varligari
mótrokning, og at mótroknað verður í størri parti av pensjónini. Tó verður ikki mælt til, at
mótroknað verður í Samhaldsfasta.
5
Havandi í huga tær avbjóðingar, sum framtíðar aldursbýtið í fólkinum fer at hava við sær fyri
almenna búskapin, má ásannast, at tað verður trupult at halda áfram við núverandi pensjónsskipan
sum frálíður. Tað krevur munandi skattahækkingar, almennar sparingar ella lækkingar av veitingum
til pensjónistar. Neyðugt er tí við tillagingum, sum tryggja skipanina fíggjarliga frameftir. Hetta er
eisini ein fyritreyt fyri at tryggja, at tað almenna frameftir hevur ráð til at veita tær tænastur, ið eru
neyðugar, eitt nú innan heilsuverkið og eldraøkið.

Tað er at fegnast um, at 67 ára gomul í dag kunnu rokna við at liva væl longur enn fyrr, og at
greiningar vísa, at gongdin kann væntast at halda fram. Eisini er at fegnast um, at hagtøl vísa, at
føroyingar, ið eru 67 ár og eldri, í stóran mun eru á arbeiðsmarknaðinum.

Flokkarnir ásanna, at tað verður neyðugt at tillaga pensjónsskipanina til hendan veruleika, og mæla
tí til, at farið verður undir at hækka pensjónsaldurin varisliga. Mælt verður til, at pensjónsaldurin
hækkar við hálvum ári í 2025 og hálvum ári í 2030 soleiðis, at pensjónsaldurin verður 67½ ár í
2025 og 68 ár frá 2030. Fyri at tryggja pensjónsskipanina tvørturum ættarlið verður mælt til, at
pensjónsaldurin frá 2035 verður ásettur sambært gongdini í miðal lívsævi. Tó kann pensjónsaldurin
ongantíð broytast við meira enn hálvum ári fimta hvørt ár, og hvør broyting skal fráboðast í minsta
lagi 10 ár frammanundan.

Flokkarnir eru samdir um, at pensjónsskipanin framvegis skal vera grundað á 3 súlur – almenna
pensjón, samhaldsfasta og egna uppsparing. Men mælt verður til, at størri dentur verður lagdur á
Samhaldsfasta og minni dentur á egna uppsparing. Tað vil siga, at mælt verður til eina meira
samhaldsfasta pensjónsskipan, har vit spara meira upp í felag. Eisini sjálv eginuppsparingin verður
gjørd meiri samhaldsføst, við at pensjónsskatturin lækkar fyri lág- og meðalinntøkurnar, og við at
eftirlønargjald verður lagt afturat flestu almannaveitingum, útgjaldið úr ALS o.ø.

Deil hesa grein umvegis
468 ad