Flaggdagskafe 25. apríl 2018 í Klaksvík
Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri hugnaligari flaggdagskafe á flaggdegnum. Kafein verður kl. 15, beint eftir almenna flaggdagshaldið, í Skákinum í Klaksvík.
Drekkamunnur og okkurt søtt verða at fáa. Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir bera fram røður. Jákup Bernhard Brim Joensen spælir nøkur løg.