Forsídubreddi

Flaggdagskaffi 25 apríl 2018 – í Reinsarínum í Tórsgøtu

Flaggdagin 25 apríl 2018 fer Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag at bjóða flaggdagskaffi og ein køkubita á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið er afturvendandi og er sjálvsagt opið fyri almenninginum.

Endamálið er sosialt, at vit koma saman sum felagsskapur, at vit fáa práta og heilsa uppá hvønn annan, og onkuntíð vil so væl við, at vit tekna onkran nýggjan lim. Vanligt er, at vit seta fram pappír og litblýantar til tey yngru eisini. Í fjør mundi koma millum 250 og 300 fólk á gátt og vit vóna, at vit hittast fjølment og í góðum hýri á Reinsarínum aftur í ár.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad