Lýsing

Flokstingið heldur fram í dag

Flokstingið byrjar kl. 8.30 við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, og eftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og politisku mál floksins.

 

Eftir matarsteðgin á middegi leygardagin, kl. 13.15, fer Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands, at halda gestarøðu á flokstinginum. Eisini luttekur Steingrímur J. Sigfússon, forseti Altingsins á flokstinginum.
Tað hevur í mong ár verðir fastur táttur, at íslendskir tinglimir frá teimum vinstru grønu vitja á árliga flokstingi Tjóðveldis. Somuleiðis vitja føroyskir tinglimir í Íslandi, tá systurflokkur Tjóðveldis í Íslandi hevur ársfund.

 

Landsstýrisfólk og tingmanning leggja fram

Eftir gestarøðuna hjá Katríni verður tiltak, har landsstýrisfólk og tingfólk floksins fara at greiða frá teimum málum, ið tey arbeiða við, nú valskeiðið er farið at lækka, og teimum møguleikum, ið eru fyri at røkka á mál, sum ætlað.

 

Eftir framløgurnar hjá landsstýrisfólkunum og tingfólkum floksins, verður politiska orðaskiftið tikið uppaftur. Tá orðaskiftið er liðugt verður frágreiðing frá Unga Tjóðveldi, áðrenn yvirlýsing frá flokstinginum verður kunngjørd.

 

Stroyming

Annar flokstingsdagur verður stroymdur, og til ber at síggja stroymingina á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, tjodveldi.fo og á fjurtandi.fo. Byrjað verður at stroyma kl. 9.30 leygarmorgunin, tá Høgni Hoydal floksformaður heldur formansfrágreiðingina.

Skráin í dag:

Leygardagin 7. apríl
08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður
10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00   Matarsteðgur
13.15   Gestarøðari: Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands
13.45  Innlegg: ting og landsstýrisfólk floksins
14.45 Innlegg: Steingrímur J. Sigfússon, forseti Altingsins
15.00   Steðgur
15.30   Politiskt orðaskifti framhald
17.00   Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið
17.30   Yvirlýsing
19.30   Tjóðveldisveitsla

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad