Petur í Gong fekk málning handaðan á flokstinginum
Nú fyrrverandi aðalstjórnarformaðurin í Tjóðveldi fekk handaðan málning, eftir at flokstingið hevði valt Gunnhild Dahl Niclasen til aðalstjórnarforkvinnu.
Høgni Hoydal, floksformaður takkaði í røðu, Peturi í Gong fyri arbeiði sum aðalstjórnarformaður, ein álitissessur sum hann hevur røkt síðan 2014.
Edward Fuglø hevur málað málningin.