Lýsing

Nøgdsemi við avrikini hjá samgonguni – men enn mangla nøkur avgerandi mál at avgreiða

Aðalfundurin hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag varð hildin 15. mars í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tvey nevndarfólk stóðu fyri vali, Kaj Joensen og Katrin Kallsberg. Bæði vóru tey afturvald.
Varalimirnir í nevndini gjørdust Torbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk.
Liminir í nevndini eru sostatt: Emil Hermansen, formaður, Vígdis Johannesen, Kaj Joensen, Ólavur Dalsgarð og Katrin Kallsberg. Varalimirnir gjørdust: Torbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk.
Nevndin skipar seg seinri í dag.
Eftir aðalfundin greiddi floksformaðurin, Høgni Hoydal, frá politisku støðuni í løtuni, og var eftir hetta høvi hjá fundarfólkunum at seta spurningar og kjakast um ymiskt politisk viðurskifti í breiðum høpi.
Kristina Háfoss og Annita á Fríðriksmørk luttóku eisini í kjakinum.
Tað var gott lag á fundarfólkinum, og at enda varð tjóðsangurin sungin.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad