Lýsing

Aðalfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag

Árligi aðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag verður mikudagin 28. februar kl.19 í Miðstovuni í Klaksvík.

Á skránni er frágreiðing um virksemi felagsins farna árið, roknskapur og val av nevndarlimum.

Í ár verður Floksting floksins í Norðoyggjum. Hetta verður sjálvandi eisini umrøtt á fundinum.

Vónandi koma nógv fólk, so at vit eisini kunnu hava eitt gott kjak um politisku støðuna.

Á fundinum ber til at tekna seg sum lim. Vilt tú gjalda limagjald, kann tað gjaldast á fundinum, ella kunnu pengar flytast á konto 9865 100 2680 í Norðoya Sparikassa. Limagjaldið er 200 kr. – fyri lesandi og eftirlønarfólk 100 kr.

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad