Forsídubreddi

fyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum

Munnligur fyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum, settur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum

Er tað loyvt einari kommunu, kommunalari havn ella øðrum at dálka sjóøki og strendur við plastleidningum í hópatali, sum dømið er í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar havn?

Loyvir umhvørvisgóðkenningin, sum Tórshavnar Havn hevur fingið, at risastórar mongdir av plastleidningum verða latnar út og harvið stórari plastdálking til ampa fyri fugl, fisk og náttúruna?

Hvørji krøv eru til slíkar útbyggingar í mun til dálking av umhvørvinum og krav at taka upp eftir sær?

Hvat ger landsmyndugleikin í teimum førum, har kommunur sjónliga dálka umhvørvið og harvið ikki liva upp til sína skyldu at fyrbyrgja dálking?

 

Viðmerkingar

Útbyggingin av Tórshavnar Havn hevur ført til ógvusliga dálking við plastleidningum, sum í hópatali skola uppá land, umframt stórar mongdir í sjónum. Málið hevur verið tikið fram fleiri ferðir, men framvegis síggjast plastleidningar rekast allastaðni – eisini framvið strendur langt frá Havnini. Tað kann ikki annað enn undra at tað í einari framkomnari tíð sum okkara er loyvt at lata so stórar mongdir av plastleidningum dálka sjógv og strendur til ampa fyri umhvørvi og til møguligan skaða fyri djóralív við meira.

Føroya Náttúru og umhvørvisfelag hevur meldað Tórshavnar kommunu í sambandi við ógvusligu plastdálkingina, og í Norra er kommuna dømd at gjalda stóra bót fyri líknandi dálking.

Spurningarnir verða settir til tess at fáa svar uppá, hvat landsmyndugleikin ger við umhvørvistrupulleikar, í førum har kommunur, sum hava ábyrgdina fyri ikki at dálka, ikki liva upp til sína uppgávu.

Plast verður bert í avmarkaðan mun brotið niður í náttúruni. Nógv djór eta plast, tí tey halda tað vera føði. Tá grót verður latið á sjógv í sambandi við útbygging av havnini eigur plastið at verða reinsað. Tað hoyrir ongastaðni heima at útbygging førir við sær so stóra plastdálking.

 

Á Løgtingi 6. februar 2018

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad