Forsídubreddi

Spurningur um føroyska málið í samskiftistøknini

Á tingfundinum mikudagin, setur Óluva Klettskarð munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, viðvíkjandi føroyskum máli í samskiftistøknini.

Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í mentamálum, Rigmor Dam

Viðvíkjandi føroyskum máli í samskiftistøknini

 

  1. Hvussu langt er MMR komið at at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi?
  2. Landsstýrið hevur gjørt av, at í 2018 verður málmenningin hjá okkara børnum sett í miðdepilin við endamálinum at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan, at føroyskt mál og samskiftistøknin verða partar av hesum?

 

 

Viðmerkingar:

Undanfarna samgonga samtykti uppskot til samtyktar um føroyskt mál í samskiftistøknini, har

Løgtingið heitti á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

 

Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007 snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum, og málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað.

 

At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður brukt at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál, og flest vanlig forrit eru í dag týdd til skandinavisk mál. Men her eru vit so dyggiliga eftirbátar. Hóast ppgávan kann tykjast krevjandi, so er hon alneyðug fyri okkum, skal mál okkara nørast og verða virkið á øllum økjum.

 

Fartelefonin er týðandi frambrot á samskiftisøkinum, og alsamt fleiri og yngri børn eru telefonbrúkarar. Teldutøknin og alnótin hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá børnum, og stuttleikaídnaðurin við telduspølum, filmum og margmiðlaframleiðslum vendir sær til føroyingar á útlendskum máli burturav. Og hjá børnunum og teimum ungu styrkir enskt sína støðu fram um okkara móðurnál, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari.

 

Børnini og tey ungu eru tey, ið leggja lunnar undir framtíðarmál og framtíðarmálbroytingar.

 

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad