Lýsing

Sjófeingi -ein virðilig loysn

Sjálvsagt fyri meg í málinum um sjófeingi er og hevur alla tíðina verið at tryggjað tey, sum í áratíggjur hava fingist við fiskivinnu -tey sum hava arbeitt og framt ta framgongd og tey úrslit, hon vísir í dag. Ikki tykkum at siga, eftir drúgva viðgerð í flokkum og samgongu hevur samgongan funnið ein leist, ið partarnir kunnu góðtaka. Mín lutur hevur verið at fingið smidliga yvirgongd, at tey stóru reiðaríini ikki mugu niðurlagast. Teimum skal veitast trygd fyri tí, tey í miðal hava fiskað seinastu 10-20 árini. Hetta eigur at geva teimum møguleika at halda fram í vinnuni, sum duga og eru hugað til tess. Harafturat havi eg arbeitt fyri at fingið antitrust-ið hækkað, so skip og bátar í einum samtaki skulu kunna virka, hóast aktørarnir eru stórir.

Tølini skulu prógvast

Fríggjadagin førdi Pól Huus Sólstein fram í Norðlýsinum, at samsvar var ikki í millum tølini, ið samtakið Hvalnes fær tillutað, og tað eg førdi fram undir 2. viðgerð. Eg segði, at útlutaði parturin til størru reiðaríini var um miðal fyri seinastu 10 árini.

Ósamsvar hevur fyrr verið at sæð í millum tøl hjá reiðaríum og almennu tølini. Eg havi tá fingið kannað hesi, so greiða er fingin á, hví munur hevur verið i onkrum uppgerðunum.

Er tað so, sum Pól Huus Sólstein sigur, at tølini eru ikki eftirfarandi, og samtakið Hvalnes hevur stóra afturgongd í mun til miðaltølini seinastu 10 árini, so ruggar ikki alt rætt. Tískil fari eg at greina tølini, bæði væl og gjølla, áðrenn atkvøtt verður til triðju viðgerð, og tryggja mær, at útlutingin er, sum ætlað.

Tí, sum sagt, eg havi ongantíð ætlað at tikið undir við eini skipan, ið vil niðurlaga verandi virksemi. Tað havi eg boðað frá á tingsins røðarapalli fyri langari tíð síðan. Hinvegin skulu reiðarí tillaga seg nýggjar tíðir og skiftandi kvotur -sum vanligt er.

Tøl við skili

Tað er rætt sum Pól Huus Sólstein vísir á í aðrari viðmerking fyrr í vikuni, at samanber man tølini í 2008 og 2018 fyri sild, so er eitt fall. Soleiðis er við tølum, serliga tølum í fiskivinnuni, sum sveiggja rættiliga nógv ár fyri ár. Fiskivinnan er helst tann mest óstøðuga vinnan, ið til er.

Samanber man hinvegin 2018 við eitt nú 2011, 2014 ella 2015, so hevði man sæð, at onki fall er, men ógvisligur vøkstur. Í 2008 var sildin 78.329 tons men í 2011 var hon 50.981 og í 2012 42.983 tons og enntá bara 40.000 tons í 2014 og 2015. So tá man velur eitt gott ár burturúr at samanbera við, heldur enn eitt av fleiri lakari árum, so fær man tað úrslit, man vil hava. Hesi somu tølini grundaði Christian Martin Rasmussen sítt viðtal við Norðlýsið á, tá hann helt, fallið var so stórt, at ring útlit eru fyri einum 60 hýrum.

Útlutingarskipanin í uppskotinum um sjófeingi er grundað á eitt miðal fyri seinastu 10 árini. Hetta fyri at fáa so dygt grundarlag sum gjørligt at luta út eftir. Tískil er tað av stórum týdningi, at almennu tølini, sum politikarar, vinna og fólkið alt skal hava at ganga eftir, eru tey somu og eru snóra bein!

Menningarkvotur

Menningarkvoturnar hava fingið nógvar atfinningar undir tingviðgerðunum, at hesar eru útluting uttan mál og mið, og tær eru alt ov høgar. Uppskotið sigur, at kvota kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Ein og hvør, ið lýkir treytirnar fyri at virka og bjóða seg fram í fiskivinnuni, kann bjóða upp á hesar menningarkvotur. Greiðar treytir verða fyri ætlanunum, og dentur skal leggjast á, at kvota verður latin til virksemi og verkætlanir, ið stuðla undir menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í ávísa økinum. Ongin er útihýstur, og onki er til hindurs fyri, at stóru reiðaríini átaka sær hesar verkætlanir, bert tær stuðla undir og menna økini. Eitt gott dømi um slíka verkætlan er virksemi hjá Varðanum á Tvøroyri, ið sanniliga hevur prógvað sítt virði at stuðla undir menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í Suðuroynni.

Í dag tátta kvotur til vinnuroyndir, ið Fiskimálaráðið letur, upp í móti 5%. So kanska er munurin ikki so ovurstórur í mun til tey 8,5%, sum framyvir kunnu latast í menningarkvotum.

Eitt virðiligt uppskot

Ein av avbjóðingunum seinni árini hevur verið útlutingin av tí alsamt vaksandi tilfeinginum. Hvussu verða landsins virðir og ríkidømi býtt út í millum ávís fólk í Føroyum, eftir hvørjum leisti er skilabest at gera hetta. Seinastu árini er føroyska uppisjóvartilfeingið fleirfaldað. TAC’ið er økt, og føroyingar hava eisini ásett sær sjálvum størri kvotu. Politiska skipanin undir undanfarnu samgongu økti føroyska lutin í TAC’num fyri makrelin úr 4,93 í 12,6 prosent. Undir verandi samgongu er luturin av norðhavssild øktur úr 5,16 í 19,44 prosent, og luturin av svartkjafti er øktur úr 24,05 í 35,53 prosent.

Makrelkvotan er farin úr 50.335 tonsum eftir gomlu ásetingini upp í 128.655 tons

Norðhavssildin er farin úr 33.337 tonsum upp í125.597 tons

Svartkjafturin er farin úr 322.811 tons upp í 476.901 tons

At lata verandi aktørum 85 prosent og lata 15 prosent í uppboðssølu er hampuliga góð støða hjá verandi vinnu, serliga tá hugsað verður um hesar ovurstóru nøgdir, komnar eru nýliga.

Burðardygg veiða, dygg stovnsrøkt og rættindi fiskimansins eru mergurin í lógini um sjófeingi, eins og undangongumenninir í flokkinum, Jóhan Simonsen og Heini O. Heinesen høvdu til ítis í síni tíð. Vit tryggja, at tilfeingið í havinum framhaldandi er ogn Føroya fólks og á føroyskum hondum. Eggjað verður til virðisøking og samfelagsavkast, og størri og fjølbroyttari virksemi.

Útróðurin er væl tryggjaður í uppskotinum, eins og línuflotin hevur fingið atgongd til omanfyri 2000 tons av toski afturat seinastu tvey árini. Og manningum verður veitt lógarfest rættindi eftir føroyskum sáttmálum.

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad