Røða hjá Ingolf S. Olsen til 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini

Harra formaður

Loksins bleiv álit skrivað, so uppskotið til lóg um sjófeingi kundi fáa hesa aðru viðgerð.

Ferðin hevur verið baldrut við bæði stormi og hørðum streymi, og ja, eg skal viðganga, at fitt av farminum, sum vit løgdu frá landi við, er skolaður fyri borð, tá tað til tíðir hevur brotið í bæði borð.

Men kortini hava vit vunnið upp land við eini nýskipan, har bulurin er heilur, og tá hetta uppskotið um fáar dagar verður endaliga samtykt, vil tað vera størsti politiski leikurin í Føroyum, síðani niðurskurðin og fastfrystingina av ríkisstuðlinum í 2002.

Og báðir hesir leikirnir, blokkniðurskurðurin í 2002 og hesin, vit nú flyta, hava eitt felags mál – at flyta Føroyar stór fet fram á leiðini ímóti sjálvbjargni.

Tað er ikki júst tað, sum hevur eyðmerkt ógvusliga kjakið um fiskivinnunýskipanina, sum vit hava verið vitni til, síðani henda samgongan tók við. Kjakið hevur fyri tað mesta snúð seg um uppboðssølu av rættindum kontra frítt umsetilig langtíðarrættindi, kvotur kontra fiskidagar, stóru fiskivinnuøkini kontra høvuðsstaðin, antitrust kontra miðsavnan á fáum hondum o.s.fr.

Men eitt av høvuðsmálunum við fiskivinnunýskipanini er at styrkja ta einu grundsúluna undir okkara samfelagsbúskapi, nevniliga fiskivinnuna.

Lat ongan iva vera um tað. Men eg sigi EITT av høvuðsmálunum, tí tey eru fleiri. Og við uppskotinum, sum tað fyriliggur nú, røkka vit fram á leið ímóti øllum teimum málunum, vit settu okkum, tá samgongan varð skipað. Gaman í, vit røkka longri fram ímóti summum málum og styttri fram ímóti summum.

Men kósin varð sett eftir løgtingsvalið 1. september 2015, og kósin er hildin.

Við nýggju lógini um sjófeingi leggja vit lunnar undir eina fiskivinnu,

– Sum tryggjar, at alt tilfeingið í havinum framhaldandi er ogn Føroya fólks.

– Sum tryggjar, at øll fiskirættindi til føroyskt tilfeingi bara kunnu vera á føroyskum hondum.

– Sum tryggjar lívfrøðiliga burðardygga veiðu við støði í umsitingarætlanum, grundaðar á stovnsrøkt.

– Sum steðgar spekulasjón við fiskirættindum – fiskirættindi kunnu ikki vera ein handilsvøra millum privatar seljarar og keyparar.

– Sum eggjar til størst møguliga virðisøking í Føroyum, soleiðis at vit kunnu fáa nógv meira burtur úr okkara tilfeingi enn í dag og harvið eisini størri samfelagsavkast.

– Sum skapar grundarlag fyri størri og meira fjølbroyttum virksemi kring ALT landið.

– Sum tryggjar, at mest møguligt av veidda tilfeinginum verður gagnnýtt og ført til lands.

– Sum tryggjar eitt rættvísari býti av samfelagsvirðunum.

– Sum tryggjar, at øll kunnu bjóða seg fram at reka fiskivinnu í Føroyum.

– Sum samstundis tryggjar, at tey, sum reka fiskivinnu í dag, kunnu halda áfram, soleiðis at virðismiklu førleikarnir, sum hesi hava, framhaldandi kunnu verða vinnu, landi og fólki at gagni.

– Sum tryggjar, at virki á landi kunnu koma fram at veiddu rávøruni.

– Sum tryggjar manningunum skipað viðurskifti við tað, at tær skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum.

O.s.fr, o.s.fr.

Kann eisini nevna, at útróðrarflotin ikki verður ávirkaður av nýggju skipanini.

Alt hetta eru týdningarmikil stig fram ímóti eini meira effektivari, meira lønsamari og meira burðardyggari fiskivinnu og, ikki minni, einum meira rættvísum býti av okkara felags virðum.

Tað verður ofta sagt, at um Krúnborg ikki varð seld í 2006 fyri ein so høgan prís, at ovurhonds virðini á sjálvum fiskirættindunum komu fram í ljósið og tað við lít, so hevði alt tosið um eina fiskivinnunýskipan ongantíð tikið seg upp.

Tað loyvi eg mær at ivast í, men er tað kortini so, so eiga vit stórliga at fegnast um Krúnborgsøluna og kapitaliseringina av almennu rættindunum, sum fylgdu við í søluni. Tí fiskivinnunýskipanin er alneyðug, sama hvat tað var, sum í síni tíð skumpaði undir hana.

Heimaflotin hevur í mong harrans ár verið á knøunum, og botnfiskastovnarnir í hættisligum standi. Tað harmar meg í veruleikanum, at í allari hesari prosessini hevur minst fokus verið á heimaflotanum, meðan mest fokus hevur verið á uppsjóvarflotanum, sum er tann parturin av flotanum, har fáir trupulleikar eru – og mest luksustrupulleikar, tí uppsjóvartilfeingið er økt so nógv.

Men við fiskivinnunýskipanini verður hond tikin um teir trupulleikarnar, sum heimaflotin hevur, og sum vit FÁA gjørt nakað við. Náttúruviðurskiftum eru vit ikki harrar yvir.

Og uppsjóvarvinnan sjálv er sjálvandi eisini ein týðandi orsøk til, at henda nýskipnin er so neyðug. Uppsjóvarkvoturnar eru vaksnar so skjótt og so ógvusliga seinastu árini, uttan at tað hevur elvt til, at vit veruliga hava skipað hana øðrvísi.

Her fari eg at nema við ein part, sum forkvinnan í vinnunevndini ikki fekk tíð at nevna, tá hon las álitið.

Seinastu árini er føroyska uppsjóvartilfeingið fleirfaldað.

Nakað fer til umbýti við onnur lond, men nógv tann størsti parturin verður fiskaður av føroyskum skipum.

Meginparturin verður fiskaður av uppsjóvarflotanum, men eisini botnfiskatrolararnir hava fingið avmarkaðan lut í øktu kvotunum. Føroysku kvoturnar eru øktar, bæði tí heildarkvoturnar (TAC) hjá strandarlondunum eru øktar, men eisini tí Føroyar hava kravt og tilskilað sær størri part av TAC’num.

Politiska skipanin undir undanfarnu samgongu økti føroyska lutin í TAC’num fyri makrelin úr 4,93 í 12,6 prosent og er semja millum Føroyar, ES og Noreg um tað býtið.

Undir verandi samgongu er luturin av norðhavssild øktur úr 5,16 í 19,44 prosent, og luturin av svartkjafti er øktur úr 24,05 í 35,53 prosent.

Ongin strandarlandasemja er í løtuni um norðhavssild og svartkjaft.

TAC’ið fyri makrel er 1.020.996 tons í 2017. Av hesum eiga Føroyar samsvarandi strandarlandaavtaluni 12,6 prosent, sum er 128.655 tons. Eftir gamla býtinum høvdu Føroyar bert átt 4,93 prosent, sum er 50.335 tons.

Við nýggja makrelbýtinum er føroyska kvotan sostatt økt við 78.320 tonsum í mun til gamla býtið.

TAC’ið fyri norðhavssild er 646.075 tons í 2017. Av hesum hava Føroyar tillutað sær 19,44 prosent, sum er 125.597 tons. Eftir gamla býtinum høvdu Føroyar bert átt 5,16 prosent, sum er 33.337 tons.

Í mun til gamla býtið gevur hetta Føroyum eina øking í sildakvotuni í 2017 á 92.260 tons.

TAC’ið fyri svartkjaft er 1.342.249 tons í 2017. Av hesum hava Føroyar tillutað sær 35,53 prosent, sum er 476.901 tons. Eftir gamla býtinum høvdu Føroyar bert átt 24,05 prosent, sum er 322.811 tons.

Hetta gevur Føroyum eina øking í svartkjaftakvotuni í 2017 á 154.090 tons í mun til gamla býtið.

Her er talan um so stórar nøgdir og ríkidømi, at ríkiligt er til at skapa nýggjar møguleikar og nýtt virksemi kring landið. Minnilutin í vinnunevndini er sannførdur um, at við fiskivinnunýskipanini verða lunnar lagdar undir menning av fleiri vinnumøguleikum.

Harra formaður

Vit eiga eitt ovurhonds ríkidømi, sum í nógv størri mun skal koma okkum øllum til góðar. Vit skulu hava eina meira haldføra fiskivinnu á øllum økjum og eitt rættvísari býti av stóru samfelagsvirðunum, ið stava úr fiskivinnuni.

Eg fái ikki stundir til so nógv meira nú, men eg fái orðið aftur.

Vil tó fegin leggja dent á her til seinast, at hóast tað ofta verður hildið upp á tað øvugta, so hava vit lagt stóran den á, at viðurskiftini hjá okkara fiskimonnum, manningunum á okkara fiskiskipum, verða best møguligar og tryggjað í hesi lóg, uttan at vit tó leggja okkum út í sjálvar sáttmálarnar.

Men eftir hesum lógaruppskotinum skulu manningarnar lønast eftir føroyskum sáttmálum, eins og krøv verða sett til arbeiðs- og uppihaldsloyvi í tann mun, útlendingar fáa kjans við føroyskum skipum.

Hetta er ein munandi betring í mun til tær lógir, sum í dag eru galdandi.

Í lógaruppskotinum um veiðigjald, sum liggur í tinginum, og sum eisini verður avgreitt í næstum, er harafturat ásett, at manningarnar IKKI skulu taka lut í veiðigjaldinum.

Vit vita, at veikleikar kunnu vera, serliga í sambandi við, at veiðuloyvini hvørva við nýggju lógini. Sjálvur vænti eg, at tað er bundið fyri fantasifullum konstruksjónum, sum bara hava til endamáls at minka um manningahýrurnar. Men vísir tað seg, at tað kortini er bundið ov illa fyri, so fara vit í Tjóðveldi at gera okkara til, at holini verða tett.

Takk fyri

 

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad