Lýsing

Politisk viðmerking

Tað hevur eydnast andstøðuni at billa fólkið inn, at best er at privatisera fiskiveiðurættindini soleiðis, at jú færri aktørar eru í vinnuni, jú betri.
Eisini hóast Høgni Hoydal hevur vunnið okkum størri uppisjóvarkvotur enn nakar annar landsstýrismaður í fiskivinnumálum nakrantíð! Hann hevur tó ikki selt hetta sum sítt egna projekt. Hann ger bara sítt arbeiði!
Arbeiðið hjá verandi samgongu heysta reiðaríini og føroyska vælferðarsamfelagið fruktirnar av í dag. Tíbetur! Men løgið nokk so er tað andstøðan, sum í veljarakanning fer avstað við rósunum.

 

Niðanfyri síggja vit hvussu kvoturnar hava verið fyri uppisjóvarfisk frá 2006.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Árini 2017 og ‘18 eru serstakliga góð fyri sildina, og 2015 til ‘18 fyri svartkjaftin. Makrelurin er heldur ikki so galin tó eitt vet verri, enn táið tølini vóru søguliga høg í 2011 til 2014.

Andstøðan fer avstað við rósunum, tí hon sigur, at vit mugu endiliga ikki selja 25% á uppisølu. Hon sigur eisini, at tað er ikki nóg mikið at lata verandi aktørar hava 75% av tí, sum teir høvdu í 2017.
Um vit hyggja at talvunum niðanfyri, hvat er so at óttast, um verandi aktørar sleppa at varðveita tey 75%, sum teir høvdu í 2017? Og hví er tað so ræðuligt, um man roynir at loyva øðrum framat, við at hesi kunna bjóða uppá tey 25%?

Andstøðan, serliga Fólkaflokkurin, sum miðvíst hevur viljað dustsogið flest øki í landinum fyri skip og fiskivinnurættindi, fer í dag avstað við flestu rósum. Tak bara Vágoynna, Norðstreym,

Suðurstreym, Suðuroynna og Sandoynna sum dømi. Fólkaflokkurin plagar at kalla tað øvundsjúka, tá ið man ikki unnir nøkrum fáum alt. Men, hvat kallar man so tað, tá ið man ikki unnir bygdunum kring landið eitt sindur?
Og so er Fólkaflokkurin eisini við til at oyðileggja umdømi hjá føroyskum reiðaríum. Føroysku reiðaríini gera eitt fantastiskt arbeiði, hetta eru undangongumenn sum fáa ringvirkningar í alt samfelagið. Men hóast hetta noyðast teir at leggja oyra til umdømi sum oligarki, miðsavning, privatisering av fiskirættindum osfr. Hví ikki lata reiðaríini verða sterk við góðum umdømi í frið. Lat teir hava nógv, men lat eisini onnur hava eitt sindur.
Fólkaflokkurin sigur, at flest øki í landinum ongi veiðirættindi skulu hava. Hesi rættindi skulu lutast út til ávís navngivin reiðarí, siga teir. Reiðarí, sum standa spyrjandi fyri hesa ovurstóru gávu, men sum sjálvsagt ikki siga nei-takk.
At enda vil eg vóna, at vit savnast um fiskiríkidømi okkara, og at vit sleppa undan at seta fólk upp í móti hvørjum øðrum.
Annita á Fríðriksmørk

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad