Lýsing

Nei, Norðlýsið – Høgni Hoydal og Tjóðveldi hava sum altíð tryggjað rættindi og hýrur hjá fiskimonnum

Hýrurnar hjá fiskimonnum eru IKKI partur av tilfeingisgjaldinum

 

 

 

Norðlýsið hevur í grein lagt meg og Tjóðveldi undir at vilja “dumpa” hýrur hjá fiskimonnum.

 

Hetta er bart út humbukk og villleiðing av fólki. Norðlýsið hevur ikki vent sær til mín við hesum ákærum, sum góður fjølmiðlasiður og vanlig reiðiligheit krevja.

 

Hevði Norðlýsið gjørt tað, ella viljað kannað veruleikan, so hevði tað tikið fáar minuttir at staðfest, at tað er beint tvørturímóti.

 

Veruleikin er:

 

Undanfarna samgonga álegði tilfeingisgjøld, sum fiskimaðurin eisini skuldi rinda av sínum hýrum. Undanfarna samgonga noktaði eisini fyri at tryggja, at sáttmálar hjá føroysku manningarfeløgunum skuldu galda á øllum føroyskum fiskiskipum. Tí sóu vit tá dømi, sum øll vita um, at skip høvdu undirlønta útlendska manning.

 

Hetta broyttu vit beinanvegin. Vit hava tryggjað við lóg, at fiskimaðurin ikki skal rinda uppboðssølugjøld, at øll manningarviðurskifti skulu vera í lagi, og at sáttmálar hjá føroyskum manningarfeløgum skulu galda á øllum fiskiskipum.

 

Hetta var eitt risaframstig fyri fiskimenn, sum teir høvdu eftirlýst í áratíggju.

 

Fiskimaðurin betri tryggjaður enn nakrantíð

Í nýggju fiskivinnulógini eru viðurskiftini hjá fiskimonnum betri tryggjað enn nakrantíð – og eru uttan iva eindømi í heiminum:

– Sáttmálar hjá føroyskum manningarfeløgum skulu galda fyri alla manning á føroyskum fiskiskipum.

– Arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum skal kunna krevjast til alla manning.

– Øll skip skulu hava føroyskar eigarar og vera skrásett í Føroyum.

– Og tað ber IKKI til at leiga skip inn úr útlondum við undirløntari útlendskari manning, soleiðis sum fleiri annars hava roynt at billað Føroya fólki og fiskimonnum inn. (Men tað hevur hinvegin borið til í gomlu lógini).

 

Í nýggju lógini um veiðigjøld, sum er til viðgerðar nú í tinginum, verða hýrurnar hjá fiskimonnum IKKI partur av gjaldinum. Tær veruliga hýrurnar verða drignar frá, tá ið gjøld verða roknað út og ásett.

 

Ongin hýra hjá fiskimonnum verður sostatt “dumpað” av Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum.

 

Fiskimenn fáa hinvegin nú fyri fyrstu ferð tryggjað rættindi, sum teir hava stríðst fyri alt síðani Erlendur Patursson var formaður í Fiskimannafelagnum.

 

Norðlýsið og Búskaparráðið

Eftir øllum at døma byggir Norðlýsið sína grein og sínar ósonnu ákærur ímóti mær og Tjóðveldi á tað, at Búskaparráðið í sínum útrokningum av tilfeingisrentuni í føroyskum fiskiskapi, setur eina sonevnda “normalhýru” til 400.000 kr í miðal. Hetta eru øll almenn tøl og almennar fortreytir frá Búskaparráðnum, sum eg eisini havi víst til í ymsum framløgum. Á sama hátt, sum eg vísi til tjóðarroknskap, hagtøl og annað tilfar og metingar frá almennum myndugleikum. Tá vísi eg sjálvandi eisini til kelduna og hvørji orðaskifti hava verið um hetta mál. At Norðlýsið skal leggja meg undir at vilja dumpa hýrur, tí eg havi endurgivið nøkur almenn tøl frá Búskaparráðnum, er so langt úr landi skotið, at tað neyvan finnast orð fyri tí.

 

Búskaparráðið og búskaparfrøðin hava sínar fakligu metingar og orðaskifti. Tað er Norðlýsið vælkomið at viðgera, sum tey vilja.

 

Men í teirri lóggávu, sum eg havi lagt fyri tingið, hevur hetta ikki nakra ávirkan, tí har verða tær veruligu hýrurnar tiknar frá, tá ið tilfeingisgjøld verða roknað og ásett.

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad