Lýsing

Nógv færri kunngerðir – og onki fjalt ella óvanligt

Á Vágaportalinum eru eini tíðindi um kunngerðir í sambandi við fiskivinnulógina.

Har verður sagt, at Vinnunevndin sleppur ikki at síggja kunngerðir, og at talan skal vera um 66 kunngerðir(!).

Síðani verður víst til svar hjá undirritaða til Vinnunevndina.

Men her ruggar ikki rætt í tíðindunum hjá Vágaportalinum.

10 nýggjar kunngerðir 1. januar 2018
Í svarinum hjá mær til Vinnunevndina, verður staðfest, at talan er um 10 nýggjar kunngerðir, ið skulu lýsast frá 1. januar 2018, sum avleiðing av, at nýggja lógin fær gildi.

Hartil er neyvt yvirlit yvir aðrar kunngerðir, ið skulu gerast seinni, og yvir tær kunngerðir, ið skulu gerast uttan mun til, um nýggja lógin fær gildi. Eisini er yvirlit yvir kunngerðir, ið ikki skulu broytast í mun til í dag.

Nú kundi verið áhugavert at samanborið hetta við tey uppáhald, ið støðugt eru komin alment frá reiðarum og andstøðupolitikarum – eisini á Vágaportalinum – um nógvar tíggjutals nýggjar kunngerðir, ið skuldu gerast sum avleiðing av lógini og vera klárar áðrenn 1. januar 2018.

Men gakk. Heldur ikki har so greitt prógv liggur fyri um áhaldandi skeiv uppáhald frá teimum, ið hava funnist harðliga at uppskotinum, fær tað nakra viðgerð.

Heldur velur Vágaportalurin at geva fólki ta fatan, at talan er um 66 kunngerðir, ið landsstýrismaðurin ikki vil lata Vinnunevndini hjá løgtinginum. Hvør skal siga: Eg ætli at fjala 66 kunngerðir fyri Vinnunevndini.

Til hetta er bert at siga, at hetta er tikið úr leysum lofti og er beint ímóti veruleikanum, lóggávusiði og tí, sum stendur í svarinum.

Kunngerðir skulu ikki fyri Løgtingið
Kunngerðir verða ikki latnar inn til løgtingið við einum lógaruppskoti. Kunngerðir eru nærri reglur, ið verða gjørdar við heimild í eini lóg, tá ið hon er samtykt og hevur fingið gildi. Kunngerðir verða ikki og eiga ikki at verða viðgjørdar á Løgtingi. Hinvegin skal Løgtingið lóggeva og seta heimildirnar. Annars verður lóggevandi og útinnandi valdið vavt saman, og tey skulu vera greitt sundurskild.

Um Vágaportalurin kann vísa á, nær kunngerðir eru lagdar fyri Løgtingið ella løgtingsnevndir í sambandi við fiskivinnulóggávu í Føroyum – eitt nú tá ið núverandi lóg varð gjørd og tá ið hon hevur verið broytt gjøgnum árini – frætti eg fegin.

Kann Vágaportalurin ikki vísa á tað, so takki eg frammanundan fyri, at Vágaportalurin sjálvsagt rættar skeivu tíðindini.

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad