Lýsing

Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldis

Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðs­mál, at ríkidømið í havinum verður umsitið burð­ar­dygt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og til frama fyri alla føroysku tjóðina. Alt tilfeingið er ómissandi ogn Føroya fólks, og tryggjast skulu javnbjóðis kappingarmøguleikar hjá fólki kring landið og størst møguligt og varandi avkast til vinnu, manningar og samfelagið alt.

Tjóðveldi vil

Ogn Føroya fólks

  • Ognarrætturin hjá Føroya fólki til livandi til­feingið í havinum verður tryggj­aður í grund­lóg og í allari lóggávu og umsiting um fiski­vinnuna.
  • Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í før­oyska veiðiliðnum. Bert fyri­tøkur og ein­stak­ling­ar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skattskyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiski­rætt­indi

Lívfrøðilig burðardygd:

  • Lívfrøðiliga burðardygg stovnsrøkt verður tryggj­að við at fylgja vísindaligum tilmælum, ið skulu verða lagað til tær regu­lerings­skip­anir, sum eru í gildi, og sum skulu byggjast á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva inn­savning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
  • Føroyar skulu sum miðdepil í Norður­at­lants­havi vera fremstar at savna, gera royndir og skjal­prógva alla vitan um livandi tilfeingið í havinum, vistfrøðiligu skipanina og hav­um­hvørvið. Havstovan fær allar neyðugar umstøður til at røkja sítt arbeiði til fulnar, og nýtt hav­rann­sókn­ar­skip verður bygt bein­an­vegin.
  • Økisfriðingar, friðingar av leiðum í gýt­ing­ar­tíð­ini og friðingar av ungfiska­leið­um verða stað­festar í lóg.

Javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram at reka vinnu:

  • Farið verður frá politiskari útluting av fiski­rættindum, ið síðan verða keypt og seld á privata marknaðinum, til eina almenna markn­aðarskipan, har veiðirættindi, tvs. fiski­dagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgn­umskygdum marknaði.
  • Tá ið tíðarskeiðið til brúksloyvið er av, fella rættindini aftur til landið, sum kann bjóða tey út aftur á almenna marknaðinum.
  • Brúksskylda er tengd at øllum veiði­rætt­ind­um. Ónýtt veiðirættindi fella aftur til landið, og ongin kann selja veiðirættindi sum pri­vata ogn.
  • Ein skiftisskipan eins og royndarskipanir verða gjørdar í samráði við vinnuna.
  • Ein marknaðarskipað fiskivinna skal tryggja javnar møguleikar at bjóða seg fram hjá teim­um, ið vilja reka vinnu her í landinum, at kapping verður um at fáa sum mest burt­ur úr hvørjum kilo, og at tilfeingisrentan ikki gerst spekula­sjóns­virði, men kemur øll­um samfelagnum til góðar.
  • Ein “antitrust”-lóggáva verður samtykt, so­leiðis at ongin einstaklingur, felag ella sam­tak kunnu hava brúksrætt til meira enn ávís­an part av fiski­vinnu­tilfeinginum í teimum ávísu veiðibólkunum.
  • Atgongdin til tilfeingið skal skipast innan karmar, sum tryggja, at grundarlag er fyri fjøl­broyttum veiðihættum og fyri at end­ur­nýggja og nútímansgera heimaflotan og fiskiflotan annars.

Virðisøking og marknaðarføring:

  • Knýtt at brúksrættinum eru krøv um, at alt fiskatilfeingið skal førast til lands og gagn­nýt­ast.
  • Allur fiskur, ið føroysk veiðirættindi fáa til høldar, skal bjóðast út og verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum.
  • Størri virðisøking av fiskatilfeinginum skal fremjast, og stuðlast skal undir munandi meira gransking innan tilfeingisvinnurnar.
  • Ein alment góðkend vrakara­skip­an/góðsku­eftirlit verður skipað í samráð við vinn­una, sum váttar dygd og góðsku mótvegis markn­aðinum.
  • Fiskivinna á sjógvi og landi eiga saman við atknýttum vinnum at ganga sam­an í sam­starv í sjóvinnutyssi, har øll vinna og stovnar, sum hava við sjógvin at gera, samstarva um átøk at gera føroysku fiskivinnuna væl skipaða, at styrkja sølulið og markn­að­ar­før­ing og at tryggja váttanir fyri burðardygga veiði.

Sosial burðardygd:

  • Við lóg verður staðfest, at øll, ið reka vinnu við føroyskum fiskiloyvi og fiskirættindum, skulu fylgja sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
  • Útróðrarvinnan skal hava serliga skipan og góðar umstøður at virka og mennast kring allar Føroyar.
  • Serlig atlit verða tikin til út­róðr­arrvirksemi, har eigarar liva av útróðri burturav.

Altjóða samráðingar og avtalur:

  • Samráðingar um rættindi uttan fyri føroyska fiskimarkið og til ferðandi og felags fiska­stovn­ar verða skipaðar við sterkum sam­ráð­ing­artoymi og støðugum uttan­ríkis­pol­it­isk­um samstarvi við onnur lond og altjóða felags­skap­ir.
  • Føroyar taka sjálvstøðugan lut í øllum al­tjóða- og økisfelagsskapum, sum varða av um­siting og avtalum um fiskastovnar og fiskivinnu.
  • Føroyar ganga undan at samstarva um gransk­ing og skjalprógv fyri støðuna og gongdina hjá fiskastovnunum um okkara leiðir.
Deil hesa grein umvegis
468 ad