Lýsing

Tað er rætt skilt Absalon

Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, hevur í grein á Vágaportalinum nakrar útgreinandi spurningar til mín í sambandi við mína grein “Allir fiskidagar kunnu brúkast”.

Absalon vil, at svar míni skulu vera bindandi fyri samgonguna. Til tað fái eg bara sagt, at eg sjálvur standi fult og heilt til svars fyri tí, eg sigi og skrivi, men eg kann sjálvsagt ikki binda alla samgonguna upp á tað – tað kann bara løgmaður.

Men fyri tað vænti eg ikki, at Absalon fær stórt øðrvísi svar innihaldsliga enn tey, eg royni at geva niðanfyri, um hann spyr fiskimálaráðharran ella onkran annan í samgonguni.

Spurningur 1
Sbr § 23 í uppskotinum, verður pr 1/1 2019. botnfiska bólkarnir ”splittaðir” sundur.

B 2&B 3, skulu fiska, av kvotum.

B 4,B4T&B5, skulu hava fiskidagar.

Sbr. Fylgiskjal síðu 26, er sett niður í smálutir, hvussu stóran % part B2&B3 eiga av botnfiska tilfeinginum á Føroyagrunninum.

Kann Ingolf vátta (við politiska meirlutanum í veð), at bólkarnir B4, B4T&B5, eiga tey %, ið resta í, at koma upp á 100% av tilfeinginum?

Mítt svar
Ja – tó uttan at seta annað enn mítt egna trúvirði í veð.

Talvan á síðu 26 í uppskotinum til ”Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” vísir prosentbýtið av høvuðsfiskasløgunum millum bólk 2 og 3, sum báðir ætlandi skulu undir kvotaskipan 1. januar 2019. Prosentbýtið er roknað av tøku kvotunum fyri einstøku fiskasløgini, og tað, ið eftir er, eiga bólkarnir, sum framhaldandi fara at fiska í fiskidagaskipan. Til dømis vísir talvan, at bólkur 2 og 3 tilsamans eiga 48 prosent av toskinum á landgrunninum. Tað merkir, at bólkarnir í fiskidagaskipan eiga tey 52 prosentini, sum eftir eru.

Spurningur 2
Er tað rætt skilt, um kvotan hjá B2 &B3 av toski (ið er 48%) verður sett til 7200 tons, so er onki kvotuloft fyri bólkarnar B4, B4T & B5, bara teir eiga fiskidagar eftir?

Dømi: 1. sep. hava B2 & B3 fiskað síni 7200 tons. Kvotan uppi stopp.

B4, B4T & B5 hava pr. 1. sep. fiskað 7600 tons, men hava 30% av fiskidøgunum eftir.

31/12: B2 & B3 fiskað 7200 tons. B4, B4T & B5 fiskað 10.100 tons.

Mítt svar
Ja, tað er rætt skilt.

Í slíkum førum verður fiskað meira enn ásett í heildarkvotuni – og í evsta føri eisini MLV (mest loyvdu veiðu).

Tað merkir sjálvsagt, at faktiska býtið av tøku kvotuni av til dømis toski verður øðrvísið enn ætlað, tá árið er av. Um tøka kvotan av toski til dømis er 15.000 tons, so eiga skipini í kvotaskipan 48 prosent av henni – 7.200 tons – og hini 52 prosentini – 7.800 tons – eiga skipini í fiskidagaskipan. Kvoteraðu skipini verða steðgað, tá tey hava fiskað síni 7.200 tons, men skipini í fiskidagaskipan sleppa at halda fram við fiskiskapinum, um tey eiga fiskidagar eftir, hóast tey longu hava fiskað síni 7.800 tons. Tá árið í slíkum førum verður gjørt endalig upp, hava skipini í fiskidagaskipan fiskað meira enn 52 prosent av samlaða botnfiskiskapinum og kvoteraður skipini minni enn 48 prosent.

Onkur heldur hetta helst vera órættvíst, men hetta er altso ein avleiðing av at hava tvey so ymisk sløg av reguleringum inni í fiskiskapi av somu stovnum. Avbjóðingin er at raka rætt í ásetingini av fiskidøgum. Tí málið er sjálvsagt, um vit hyggja at døminum omanfyri, at útlutaða fiskidagatalið samanlagt júst røkkur til at fiska 7.800 tons av toski. Tað positiva er so, at um fiskidagarnir rukku til meira enn 7.800 tons, so var meira til av toski tað árið enn frammanundan mett.

Spurningur 3
Hyggja vit at søguliga býtinum av toski, so síggja vit at síðani B4T var býttur frá fyri 11 árum síðani, hava miðal % fyri toskafiskiskap verið hesi:  B2 19,9%, B3 28,7%, B4 13,2 %, B4T 9,3 % & B5 26,4 %.

Hesi tøl svinga nógv ár um ár. Taka vit avreiðingar sbr Vørn í ár:

Pr.1/1 –  30/9 2017: B2 19%, B3 14%, B4 11% B4T 32% & B5 24%.

Hví er onki miðal % býti fyri Bólk B4, B4T & B5 lagt inn í uppskotið. Er andin í uppskotinum, at hvør sum sterkastur er, fiskar til fiskidagarnir eru uppi?

Mítt svar
Skilji væl, at tað hevði verið ynskiligt, at søguliga býtið millum bólkarnar fyri tað einstaka fiskaslagið onkursvegna verður innroknað í fiskidagabýtið. Tað letur seg væl gera í kvotaskipan, men er sera trupult fyri ikki at siga ógjørligt í einari fiskidagaskipan.

Spurningur 4
Tá kvotan av toski (B2 &B3) hækkar frá 7200 tons upp til 9600 tons, skulu 2400 tons seljast.

Tann, íð er ”clean” kann keypa. Kunnu tey, tær keypt hava, fiska 61% av toskinum við húkabátum í B4 & B5 og 39% við trolbátum í B4T?

Kunnu so hesir bátar fiska keyptu kvotuna fyrst, og goyma resterandi fiskidagarnar?

Mítt svar
Tað er upp til reiðaríini (skipini) sjálvi at skipa sín fiskiskap við tillutaðum fiskidøgum og keyptum kvotum. Tað er, at eitt skip í fiskidagaskipan, sum hevur keypt sær kvotu afturat, sjálvt ger av, um tað brúkar fiskidagarnar, áðrenn farið verður eftir kvotuni, ella øvugt – ella ein blanding av báðum.

Spurningur 5
Sami spurningur um keyp av uppboðsárskvotu?

Mítt svar
Sama svar sum til spurning 4.

Vónandi eru svarini nøktandi.

Les eisini:

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/ingolf-svarar-spurningum-eingin-annar-hevur-vattad/

Ingolf S. Olsen
framsøgumaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi

 

 

 

 

 

 

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad