Lýsing

Bjørt Samuelsen forkvinna í vinnunevndini

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, varð í dag vald til forkvinnu í Løgtingsins vinnunevnd. Bjørt hevur drúgvar royndir frá arbeiðinum í vinnunevndini, har hon hevur verið fastur limur síðani 2008. Hon er útbúgvin matvøruverkfrøðingur og journalistur, og umframt í vinnunevndini er tingkvinnan limur í uttanlandsnevndini og útnorðurráðnum.
Bjørt Samuelsen tekur við forkvinnusessinum eftir Bjarna Hammer, sum hevur verið formaður í vinnunevndini seinastu tvey árini. Avtala um býtið av formanssessinum í vinnunevndini varð gjørt í sambandi við býtið av sessum í landsstýri og Løgtinginum, tá samgongan varð skipað.
Deil hesa grein umvegis
468 ad