Lýsing

Er veruliga neyðugt at stongja tunlarnar norður um fjall?

Er tað rætt, at generatorar eru norðanfyri, sum kunnu forsýna alt økið og meir enn tað, so skilji eg onki av, at neyðugt er st stongja tunlarnar norður um fjall til tess at gera ábøtur.

Á fundi á Fossánesi í farnu viku hevur SEV víst á, at SEV einans nýtist vissu fyri at nýggir tunlar vera norður um fjall innan 10 ár, so finna teir eina fyribilsloysn.

Orsøkin til at hetta verður gjørt soleiðis er, at SEV ikki hevur trygd fyri at tunlar verða gjørdir innan 10 ár.

Um teir høvdu trygd fyri, at teir verða gjørdir innan 10 ár, so høvdu teir skift 10kv luftlinjuna til 20kv nú fyri fyrst, og so lagt kaðalar í nýggju tunlarnar.

Er hetta veruliga so einfalt, so eiga okkara landsstýrisfólk beinanveg at veita SEV hesa váttan. Tí nýggir tunlar vera raðfestir, so skjótt Hvalbiartunnilin er liðugur og í seinasta lagi í 2021.

Fólk norðanfyri eru ikki bara illa fyri á samferðsluøkinum. Farið er út um øll mørk, hvat vit kunnu bjóða fólki og vinnu í hesum økinum.  Øll vita, at tíðin langt síðan er komin at gera tíðarhóskandi tunlar, tí kunnu vit ikki bjóða fólki og vinnu verri karmar.

Eg fari at heita á okkara landsstýrisfólk um enn einaferð at hyggja at málinum til tess at finna eina skjóta og virðiliga loysn.

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad