Lýsing

Heilsuøkið í Norðoyggjum fær 21 milliónir

Fíggjarætlanin fyri 2018 raðfestir Klaksvíkar Sjúkrahús. Menningarætlanin skal fáast at virka, og dagføringar skulu gerast, so sjúkrahúsið kann hýsa ymsum tænastum. Ein serlig viðgerð fyri seinheilaskadd verður stovnað

Tað er neyðugt at skipa tilfeingisnýtsluna og arbeiðsbýtið á heilsuøkinum soleiðis, at vit tryggja samanhangandi viðgerðargongdir, skjótari og betri heilsutænastur, sum eru lætt atkomiligar hjá brúkaranum, og hóskandi starvsligar avbjóðingar í øllum landinum.

Norðurøkið bjóðar seg fram sum samanrunnin og smidligur partur av heilsuverkinum í Føroyum. Nú verður farið undir at skipa menningarætlanina í verki, og ein dagføring av Klaksvíkar sjúkrahúsi verður framd.

Norðurøkið mennast

Í sambandi við landsætlanirnar fyri sjúkrahúsøkið vóru norðoyingar illa nøgdir við fakligu tiltáðingarnar fyri norðurøkið. Í undanfarnu býráðssetu læt Klaksvíkar kommuna tí gera drúgt og dygt tilmæli um heilsuviðurskiftini í Norðoyggjum. Alt økið var væl lýst, og sum forkvinna í trivnaðarnevndini fyri heilsuøkið var eg við til at seta orð á ynski og ætlanir í sambandi við sjúkraviðgerðir og -tænastur.

Klaksvíkar býráð samtykti at fylgja hesi ætlan, og henda er nú hugsað inn í landsætlanina. Ynski er at fara frá orðum til handling og taka hond um “alt menniskjað”. Einstaklingurin eigur at setast í miðdepil við at samskipa kanningar, viðgerðir og eftirviðgerðir í eina tilgongd.

Ætlanin var at skipa Norðoya heilsudepil á Klaksvíkar sjúkrahúsi til primerar heilsutænastur, og so kundu kommunulæknarnir starvast har og samstarva um sjúklingar og vaktir við sjúkrahúsinum tætt atknýttum. Hetta fer nú at bera til at samskipa, nú 10,5 milliónir verða settar av í 2018 og sama upphædd í 2019.

 Tættleiki

og samstarv í millum starvsbólkar í størri mun hevur fyrimun, tí læknar og aðrir starvsbólkar fáa størri fakligt umhvørvi at virka í, og sjúklingurin kemur upp aftur meir í miðdepilin, tí viðgerðir kunnu skilagott skipast innanhýsis, eins og ambulatorii, røntgen og aðrar tænastur eru í húsinum.

Ynski í tilmælinum var eisini at fáa eitt hospis á sjúkrahúsinum. Hetta fer at lætta nógv um hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu og fólki annars. Doyggjandi og avvarðandi teirra fáa virðiligar umstøður at vera saman seinastu løturnar við serkønum starvsfólki og í hóskandi umhvørvi. Hospis fer at bjóða kunnleikan og friðin, hesi fólk hava tørv á.

Seinheilaskadd viðgerast í Føroyum

Eitt nýtt tilboð í Føroyum um viðgerð av seinheilaskaddum verður bjóðað sjúklingum, ið annars verða sendir til Danmarkar í drúgva tíð. Hetta tilboð verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Viðgerðarøkið við seinheilaskaddum hevur vitanartung størv, ið nú skulu mennast í Føroyum, so vit eisini hava teir førleikarnar hjá okkum sjálvum.

Á játtanarkørmunum eru 6 millónir settar av til at gera hølir til viðgerð av seinheilaskaddum. Ætlanin er at seta gomlu læknahúsini við stóra urtagarðinum í stand til hetta endamál. Eitt hóskiligt umhvørvi, ið eisini tekur atlit at sjúkrahússøguni.

Ístandgerð av skaðastovuni, nýggj atkoma á sjúkrahúsið og styrkt endurvenjing

Tænastan í sambandi við 1870 kommunulæknavaktina á Klaksvíkar sjúkrahúsi er longu farin at virka. Hetta lættir almikið um hjá fólki í øllum Norður- og Eysturøkinum, ið hava tørv á bráðfeingis læknahjálp uttan fyri arbeiðstíð, tí ofta slepst undan at koyra til Havnar.

Ynski hevur verið um fleiri endurvenjingar- og viðlíkahaldsvenjingartilboð og formliga at samskipa tilboðini í primera og sekundera heilsuøkinum. Hetta er longu játtað í verandi ári við at styrkja endurvenjingina við 500 túsund.

1,5 millión er eisini sett av í ár til byrjandi virksemi at væla um og nútímansgera skaðastovuna og fáa skipað atkomuna á sjúkrahúsið, so sjúklingar kunnu koma turrir inn og út úr sjúkrabilunum.

Við játtanunum í ár og teimum 21 millionunum næstu bæði árini fer Klaksvíkar Sjúkrahús at taka týðandi fet á menningarleið.

Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad