Lýsing

Sjúkrahúsini mugu fáa frið at finna stevið

Í dag verður søkt eftir nýggjum leiðara til Landssjúkrahúsið og leiðara fyri arbeiðinum at menna sjúkrahúsverkið í einari felags organisatión

 

Í tilgongdini at fremja menningarætlanina fyri føroyska sjúkrahúsverkið, so havi eg tryggjað mær, at viðurskiftini kring Klaksvíkar Sjúkrahús og virksemið har, verður framtíðartryggjað.

Tað týdningarmesta er, at lokala leiðslan framhaldandi er intakt. Vit hava vissu fyri, at lokalu leiðslurnar á teimum trimum sjukrahúsunum hava evstu ábyrgd á sínum øki. Og tað verður framyvir sum nú, trý ymisk rakstrarstøð, sum tingið játtar til. Tað ber ikki til at flyta um høvuðskontur, hvørki hjá einum leiðara ella einum landsstýrisfólki, og tískil hevur tingið framvegis evstu ábyrgd av, hvussu virksemið kring sjúkrahúsini sær út.

Vit hava í lóg gjørt av, at vit framhaldandi skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum. Ongar politiskar ætlanir hava verið at broyta ta politisku fortreyt, at øll trý sjúkrahúsini framhaldandi skulu veita sjúkrahúsviðgerð. Hinvegin var ætlanin at menna øll sjúkrahúsini og hækka støðið kring alt landið.

 

Toymisleiðsla

Við nýggju skipanini hava allir tríggir leiðararnir umframt lokala leiðslu, eisini medábyrgd av øllum sjúkrahúsverkinum, eisini landssjúkrahúsinum. T.v.s. at í veruleikanum kann leiðarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi koma at hava ábyrgd av ávísum økjum á øllum sjúkrahúsøkinum, kanska starvsfólkaviðurskiftum, rekruttering av starvsfólki ella øðrum, sum leiðslutoymið sínámillum ger av.

 

Trý sjúkrahús í menning

Øll ætlanin við at gera átøk í sjúkrahúsverkinum var at menna tey trý sjúkrahúsini. Í teirri tilgongdini havi eg ikki bara tryggjað mær, at virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður hitt sama, men framyvir eisini bæði gerst betri og størri enn í dag.

Vit hava tryggjað, at tilbúgvingin ikki verður skerd, hóast tilmælið segði hetta. Vit fáa eisini nýtt tilboð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum fevnir um alt landið. Eitt nýtt tilboð í Føroyum um viðgerð av seinheilaskaddum verður bjóðað fram í Klaksvík, og á játtanarkørmunum eru 6 millónir settar av til at gera hølir til hesa viðgerð – eitt økið við vitanartungum størvum.

Harumframt er primeri geirin 1870 (kommunulæknaskipanin) farin at virka saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so hetta gevur sjúklinginum betri tænastu í økinum.

Somuleiðis er peningur játtaður til nýggja skaðastovu, og játtanin til endurvenjingina er økt, so har eru fleiri starvsfólk.

 

Samstarv

Sum sagt, so er øll tilgongdin ætlað at tryggja økt virksemi og at fáa sjúklingar smidliga inn á ymsu deildirnar, so ikki fleiri bíðilistar darva virkseminum, og sjúklingurin verður við sviðusoð. Til tað krevst betri samstarv í millum sjúkrahúsini. Í allari menningartilgongdini eru tað partarnir sjálvir, allar tríggjar leiðslurnar, sum saman hava orðað og gjørt av, hvussu leiðslan skal skipast. Í dag vísa báðir sjúkrahúsleiðararnir á smærri sjukrahúsunum á, at teir hava peikað á stjóran á landssjúkrahúsinum at leiða hetta arbeiðið. Og tað er henda lýsing, ið nú er farin út.

 

Nýggjar leiðir

Eru ótryggleikar ella ivastøður hjá onkrum, so skilji eg hetta væl, tí samstarvið í millum sjúkrahúsini hevur ikki verið gott, tað tykist, sum neyðuga álitið mangan hevur vantað. Men nú verður farið undir nýtt samstarv, sum skal tryggja framgongd og tryggja meiri virksemi úti um landið, Og ikki minst, at tryggja, at øll trý sjúkrahúsini kunnu fáa so gott ummælið, sum Klaksvikar Sjúkrahús so ofta hevur fingið og fær. Leiðarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi kann ganga á odda og gerast ein lyklapersónur, tekur hann av avbjóðingini, og eg ivist onga løtu í, at starvsroyndir hansara og hegni at leiða kunnu gera mun til tess at fáa alt sjúkrahúsverkið at virka til fulnar. Flest okkara munnu vera samd um, at nógv betri er at vera við og mynda avgerðir, enn at seta seg uttanfyri -tað er betri at vera á stóru skútuni, enn at sigla sín egna sjógv.

 

Tí er mítt ynski, at vit geva okkara sjúkrahúsum frið til at finna seg til rættis í sátt og semju, heldur enn at dyrka ósemjurnar. Og eg vóni og vænti, at Heilsumálaráðið og sjúkrahúsleiðslurnar í felag fara at finna ein gott og skikkað leiðslustarvsfólk at leiða leiðslutoymið.

 

Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

 

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad