Lýsing

Tjóðarsemja um sjálvbjargnan búskap

Røða hjá Kristinu Háfoss í samband við viðgerð av Ólavsøkurøðu løgmans 2017

Allir flokkar á Løgtingi hava fráboðað, at teir hava sum mál, at røkka einum sjálvberandi búskapi. Tað er tí semja um at røkka einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi. Enn manglar tó at seta í verk ítøkiliga skiftisskipan, sum yvir eitt áramál ger okkara búskap sjálvberandi og harvið eisini óheftan av studningi úr útlondum. Búskapargrunnurin kann gerast virkið amboð at røkka hesum, um semja fæst um hetta.

 

Gerast alsamt meira sjálvbjargin

Summarið er í hondum, eisini búskaparliga. Hákonjunkturur er og búskaparvøkstur á 7%. Arbeiði til nærum allar hendur. Uppsparingin veksur í hvørjum – bæði hjá húsarhaldum og vinnulívi. Søguliga stórur vinningur hjá stórum parti av føroyskum vinnulívi. Alsamt fleiri størv og fólkavøkstur. Landið hevur vaksandi avlop á omanfyri 150 mió. í fjør, á 2-300 mió. í ár og á 3-400 mió. komandi ár.

Úrslitið er, at okkara framleiðsla – BTÚ – er hægri enn nakrantíð. Nærkast 20 mia. kr. árliga.

Sjáldan hava fyritreytirnar verið betur enn júst nú, at taka fleiri ítøkilig stig á sjálvbjargnisleið, og at gera okkara búskap sjálvberandi og fult sjálvbjargnan.

 

Hví ikki longur fram á leið?

Allar umberingar, ið áður hava verið brúktar fyri ikki at taka neyðug og ítøkilig stig at røkka einum sjálvberandi føroyskum búskapi, eru nú burtur.

BTÚ pr. íbúgva er nú mett hægri enn grannalond okkara, eitt nú Íslandi og Danmark.

Skuldin pr. íbúgva er eisini lægri enn flestu grannalond okkara.

Avlop landskassans er søguliga høgt.

Hóast tað eftir mínum tykki altíð er rætta løtan at taka ábyrgd av egnum landi, so eigur nú at standa øllum púra greitt, at “nú er tann stundin” veruliga komin, at flyta okkum enn longur framá á sjálvbjargnisleið.

 

Heimtøkur, stjórnarskipan og búskaparlig átøk

Í samgonguskjalinum og samgonguskeiðnum eru fleiri átøk, ið flyta okkum framá móti størri sjálvbjargni. Bæði tá umræður heimtøkur av ábyrgd av málsøkjum, stjórnarskipanarliga og búskaparliga.

 

Fleiri heimtøkur verða framdar. Í hesum valskeiðnum er longu samtykt at heimtaka persóns-, familju- og arvarættarliga økið, og loftrúm og útlendingamál eru ávegis at heimtaka.

 

Stjórnarskipan Føroya er nú send til almenna hoyring, og verður eftir hetta latin §25 nevnd í Løgtinginum til víðari viðgerð. Ein nevnd har allir flokkar á tingi verða umboðaðir, og har allir flokkar fáa ávirkan.

 

Búskaparliga eru og verða nógv stig framd:

  • Ríkisveitingin er fastfryst. Minkar sum partur av búskapinum á hvørjum ári. Er í dag bert góð 3% av okkara BTÚ.
  • Búskapargrunnur Føroya er fingin at virka. Fyri fyrstu ferð nakran tíð er peningur nú settur í grunnin, inntøkan frá sølu av LÍV, og hartil er lóg samtykt, ið tryggjar, at partur av avlopi landsins verður sett í grunnin (20% av avlopi upp til 200 mió. kr., og 50% um avlopið er omanfyri 200 mió. kr.). Verður úrslitið í ár og komandi ár sum fíggjarlóg og játtanarkarmar fráboða, verða 150 mió. kr. settar í Búskapargrunnin afturat.
  • Fíggjarligt støðufesti er hartil raðfest ovarlaga, fyri at fyribyrgja at søgan við afturvendandi fíggjarkreppum endurtekur seg. Nýggi Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð hava fingið málrættaða uppgávu at virka fyri fíggjarligum støðufesti, eins og lóggávan fyri peningastovnarnar verður dagførd eitt nú við krøvum til egnan bjargingarpakkar og fullari upplýsingarskyldu um fíggjarligar váðar til Landsbanka Føroya. Hartil hava bankarnir fingið álagt eyka krøv til at styrkja kapitalgrundarlagið.

 

Hetta eru framstig, men vit eiga at taka munandi fleiri stig, fram móti einum sjálvbjargnum búskapi.

 

Bjálva búskapin til framtíðina

Tí hava vit í landsstýri og samgongu eisini fráboðað, at vit bæði brynja samfelagið til avbjóðingar fyri framman – eitt nú við íløgum í barnafamiljur, lesandi, fleiri bústaðir, meira tíðarhóskandi vinnukarmar, talgilding, styrkt mentanarøki og størri samhaldsfesti – samstundis sum vit bjálva búskapin til broytingar tíðir:

 

  1. Lágan rakstrarvøkstur á 1,5% + lønarvøkstur komandi ár, samanlagt um 2,5%.
  2. Vaksandi avlop hjá landskassanum komani árini, upp í hálva milliard í avlopi.
  3. Búskapargrunnurin skal fáast at virka enn betur, sum amboð at gera okkara búskap fult sjálvberandi, tryggja samhaldsfesti millum ættarlið og at fremja meira javna búskapargongd.

 

Menning framum minking

Onki land stendur í stað. Vit eru støðugt í menning ella minking. Og vit velja menning.

Tí fara vit at fremja tær nýskipanir, ið undanfarnar samgongur ikki hava framt í verki higartil. Og eisini eru nýskipanirnar liður í, at gera okkara samfelag enn betur at liva og virka í, og at gera okkara land meira sjálvbjargið nú og framyvir.

 

Hví eru nýskipanirnar ikki framdar enn?

Tí vit halda tað vit lovaðu. Vit lovaðu at rætta hondina út til andstøðuna. Vit lovaðu at gera tað vit kundu at fáa breiðar semjur. Men skulu semjur røkkast mugu allir partar geva seg. Eisini andstøðuflokkarnir. Og hetta krevur ein nýggjan máta at arbeiða í føroyskum politikki. Við breiðum semjum tvørturum samgongu og andstøðu. Higartil hevur tað tó ikki víst seg at røkka á mál.

 

Semja krevur vilja frá báðum síðum

Í fiskivinnunýskipanini hevur samgongan flutt seg ómetaliga langt fyri at røkka semju. Eitt nú frá fult marknaðargrundaðari skipan til 25% marknaðargrundaða skipan. Í pensjónsnýskipanini hevur samgongan valt at byggja víðari á tað, ið undanfarna samgonga samtyktið við partvísum lógarbundnum inngjaldi, fyri at røkka eini semju og varandi loysn. Í stjórnarskipanini er uppskot lagt til hoyringar, ið so at siga allir flokkar hava tikið undir við fyri fáum árum síðan.

 

Hóast hetta eru breiðu semjurnar tíverri enn ikki gjørdar. Tí má ásannast at í fleiri málum má samgongan loysa hesi sjálv. Hinvegin fer tað helst í nøkrum málum at bera til at fáa samstarv við ábyrgdarfullar andstøðuflokkar, ið ynskja at vera við til, at flyta samfelagið framá. Hetta fer komandi tíðin vísa í verki.

 

Hví broyta nakað, nú alt gongur so væl?

Tí tað snýr seg ikki bert at hyggja framum dagin í dag, men at tryggja okkara vælferðarsamfelag, okkara land og fólk komandi mongu árini og fyri komandi ættarlið.

Fiskivinnunýskipanin hevur bíðað eftir loysn í 10 ár.

Stjórnarskipanin hevur hevur bíðað eftir loysn í meira enn 15 ár.

Pensjónsnýskipanin hevur bíðað eftir loysn kanska í minst 20 ár.

 

Vit skylda Føroya fólki at fremja hesi mál – og eisini at taka saman hendur um hesi stórmál.

Hetta, eitt nú, fyri:

  • at skapa tryggar og varandi karmar um okkara vinnulív, og skapa mest møguligt virði úr ovurstóra tilfeingi okkara,
  • at skapa greiðar stjórnarrættarligar karmar um okkara land og fólk, og staðfesta okkara sjálvsavgerðarrætt, rættindi og skyldur, og fyri
  • at tryggja øllum eina góða pensjón bæði núverandi og komandi pensjónistum.

 

Um ikki nú, nær so?

Vit eru millum ríkastu lond í heiminum. Fólk við vitan og førleikum. Vinnulív í heimsklassa. Ovurstórt ríkidømi í havi okkara, við stórum potentiali fyri størri virðisøking av rávøru okkara.

Eini ferðavinnu í framgongd, har vit enn bert eru í byrjanini av einum vinnuligum ævintýri fyri framman. Eitt væl útbygt vælferðarsamfelag.

 

Sanniliga eru vit rík. Men hóast hetta hava vit ikki gjørt okkum leys av studningi úr útlondum. Eisini hóast allir flokkar á Løgtingi siga seg hava sum mál at røkka einum sjálvberandi búskapi. Vit hava nú avlop á fleiri 100 mió. kr. Eisini er okkara bruttotjóðarúrtøka fyri hvønn íbúgva nú hægri enn í Danmark og Íslandi.

Um vit ikki fara undir at gera okkum leys av studningi í hesum døgum – nær so?
Afturvendandi verður sagt: “Vit skulu gera okkum sjálvbjargin búskaparliga, tá vit hava ráð”. Um vit ikki hava ráð nú, nær so?

 

Tjóðarsemju um egna skiftisskipan

Ásannast má, at semja í løtuni ikki fæst um minking av ríkisveitingini á Løgtingi, men samstundis kann staðfestast, at allir flokkar ynskja at røkka einum sjálvbjargnum búskapi. Latið okkum gera tjóðarsemju, ið kann rúma hesum báðum.

 

Hetta kunnu vit gera, við at gera fíggjarlógina støðugt minni hefta av ríkisveitingini, og at nýta búskapargrunnin sum virkið amboð at røkka hesum. Hetta við at støðugt størri partur av ríkisveitingini verður slúsaður út av fíggjarlóg og inn í Búskapargrunnin. Á henda hátt gera vit okkara egnu skiftisskipan, grundað á okkara ynski. Hetta vil gera okkum búskaparliga sjálvbjargin. Eisini vilja vit harvið kunna taka støðu til egna stjórnarskipan, og í framtíðini eisini til stjórnarrættarliga støðu okkara, uttan at verða ávirkað fíggjarliga av hóttanum úr Christiansborg.

 

Samstarva til frama fyri Føroya framtíð

Mín vón er, at vit fáa eitt gott og gevandi tingár. Fleiri stórmál standa fyri framman fyri okkara land og fólk. Mál, ið vit í landsstýri og á løgtingi í felag fara at loysa.
Mítt ynski er, at vit gevast við at klandrast innan “heimastýris-hegnið”, tí hvørjum tænir hetta øðrum enn donskum myndugleikum og donskum yvirvaldi?

Latið okkum heldur taka saman hendur um, at tæna Føroya fólki og Føroya framtíð.

Latið okkum saman røkka okkara felags máli um, at gera okkum fult búskaparliga sjálvbjargin, og latið okkum í felag virka fyri, at seta í verk okkara egnu Stjórnarskipan Føroya.

 

Soleiðis leggja vit lunnar undir at tryggja, at í Føroyum skulu føroyingar ráða – hetta til frama fyri Føroya framtíð, tí hvør kann røkja okkara áhugamál betur enn vit sjálvi?

 

Á Løgtingi, 1. august 2017

 

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad