Lýsing

Flaggdagshugni í Miðstovuni í Klaksvík

Týsdagin eru 77 ár liðin síðan, Merkið varð viðurkent, og hetta fara vit at hátíðarhalda við einari hugnaligari kafe í Miðstovuni í Klaksvík kl. 19, har øll eru vælkomin. Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri.

Á kafeini fara Katrin Kallsberg og Jógvan Ravnsfjall at halda røðu. Eisini verða tónleikur og sangur á skránni. Sum altíð verður eisini høvi til at fáa sær eitt hugnaligt, politiskt prát.

Vit bjóða kaffi og kaku, og til ber at tekna seg sum lim og gjalda limagjald.

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad