Lýsing

Nú kemur Musikkskúlin

Tórshavnar býráð hevur á fundi í kvøld samtykt at fara undir nýggjan musikkskúla. Bæði mentamálanevnd og fíggjarnevnd mæltu býráðnum til at taka undir við arbeiðstøkusáttmála og játta alla íløguna beinanvegin. Kostnaðurin verður slakar 100 milliónir krónur.

Hetta verður eitt risastig fram á leið fyri Musikkskúlan og tey tónleikahugaðu í Havn, sum higartil hava havt miðstøð í einum gomlum elementskúla á Frúutrøð. Ætlanin var upprunaliga at byggja við Norðurlandahúsið og Kringvarpið, men hetta var broytt í farnu býráðssetu.

Skúlin verður bygdur úti við Landavegin, heiman fyri Skúlan á Fløtum og Glasir, og gjørdur av einslistum eftir drúgt samstarv millum arkitekt, umsiting og umboð fyri skúlan. Teknistovan hjá Mayfinn Norðoy hevur teknað og fer at hava eftirlitið. Húsavarðatænastan hjá Sámal Erik Hentze fer at byggja.

Hetta hevur verið eitt drúgt mál. Í hesum umfarinum varð málið reist í býráðsnevndum í december 2009. Tá høvdu allir flokkar til valið í 2008 sagt seg taka undir við at byggja nýggj hús til Tórshavnar Musikkskúla. Síðani hava verið mangir leikir.

 

Valið 2012 fór aftur um, uttan at nakar skúli kom, men hann tóktist vera á trappunum. Men valskeiðið eftir fór ein meiriluti av breiða samstarvinum at flyta skúlan higar og hagar. Hann endaði við at vera staðsettur við Landavegin, men ivi var framvegis um sjálva byggingina.

Nú verður loksins farið undir hendan skúlan, sum fer at koma teimum ungu tónleikahugaðu væl við. Hann verður eisini kærkomin hjá teimum mongu, sum læra frá sær á Musikkskúlanum. Í skúlanum verða mong serhølir til tónleikafrálæruna og ein hampiliga stór høll til størri tónleikaframførslur.

 

Nýggi Musikkskúlin verður fíggjaður við 26 mió. kr. Í 2017, 45 mió kr. Í 2018 og 18 mió. kr. Í 2019.

 

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad