Lýsing

Yvirlýsingin 2017

Yvirlýsing

Floksting Tjóðveldis í Hósvík 24. og 25. mars 2017

undir heitinum fólkaræði, fiskur og virðisvøkstur

samtykkir, at Tjóðveldi í landsins stjórn skal halda á í stríðnum

 

  • at vinna og byggja einar frælsar, rættvísar og javnsettar Føroyar, har fólkið í Føroyum fær ágóðan og tryggjað javnbjóðis rættindi til tað ríkidømið, ið er ogn Føroya fólks, og staðfesta henda ognarrætt og hesi rættindi í einari nýggjari føroyskari stjórnarskipan
  • at tryggja stovnsrøkt og burðardygga veiðu, við greiðum máli um at fremja virðisøking, virksemi og førleikamenning í Føroyum
  • at virka ímóti, at valdið í Føroyum savnast á alt færri hondum, har ávísar pengasterkar fyritøkur og samtøk seta dagskránna í samfelagnum og eisini á tingi
  • at fólkið alt stendur saman um samhaldsfasta samfelagið og virkar fyri framburði og vælferð hjá øllum
  • fyri teimum grønu Føroyum, so at ferð verður sett á framleiðslu av og umleggingina til varandi orku, vernd av náttúru og styrkta umhvørvisfyrisiting
  • at fáa ment og økt framleiðsluna av føroyskum matvørum
  • at vísa á teir stóru møguleikar, ið liggja í royndunum at menna og vinna virðini úr okkar náttúru- og orkutilfeingi burðardygt, eitt nú við at førleikamenna og útbúgva uppvaksandi ættarlið, og í tí sambandi uppraðfesta menning, gransking, mentan og hægri útbúgving
  • at styrkja og menna okkara yrkisútbúgvingar og betra møguleikarnar fyri læruplássum, soleiðis at ungdómurin í Føroyum fær møguleika at velja sær eina tíðarhóskandi, nýtímans og framtíðartryggjaða yrkisútbúgving í Føroyum
  • at raðfesta førleikameting og førleikamenning av ófaklærdum
  • at styrkja dagstovnaøkið og fólkaskúlan soleiðis, at hesir stovnar frá fyrsta degi menta og menna børnini at hugsa sjálvstøðugt og at verða tilvitaðar borgarar, ið skulu taka virknan lut í fólkaræðisligu menningini av samfelagnum
  • har alt hetta er grundað á skynsaman og burðardyggan fíggjar- og búskaparpolitikk, ið setir kós ímóti einum sjálvbjargnun føroyskum búskapi og samfelag.
  • Flokstingið stuðlar av fullum huga landsstýrisfólkum og samgongu í málunum við fiskivinnunýskipan, heilsu- og sjúkrahússkipan, pensjónsskipan og føroyskari stjórnarskipan.

 

 

Vegna yvirlýsingartoymið

Vigdis Johannesen                                 Brandar Heðinsson                             John Dalsgarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad