Lýsing

Flokstingið heldur áfram

 

Í dag byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini kl. 09.30

Í formansrøðu síni leygardagin sum verður stroymd á heimasíðu floksins, fer Høgni Hoydal at kunna um og viðgera hvat flokkurin hevur fingið framt í samgongusamstarvinum higartil, umframt at geva ítøkilig boð uppá, hvat Tjóðveldi ætlar at fáa framt nú gott og væl helvtin er eftir av samgonguskeiðinum.

Eftir formansrøðuna er viðgerð og orðaskifti á skránni.

Klokkan 13.00 fer Bogi Jacobsen stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri at gestarøða.

Orðaskiftið heldur fram allan leygardarin og endar við einari yvirlýsing frá flokstinginum.

 

Skráin:

08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing
10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00   Matarsteðgur
13.15   Gestarøðari: Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic á Tvøroyri
13.45   Politiskt orðaskifti
15.00   Steðgur
15.30   Politiskt orðaskifti framhald
17.00   Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið 17.30
Yvirlýsing 19.30

Tjóðveldisveitsla

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad