Lýsing

Irena Nysted forkvinna í Vágum

Vága Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í gjár, har nýggj nevnd varð mannað.

Tór Marni Weihe, sum hevur verið formaður hetta seinasta árið, er fluttur av oynni og kundi tískil ikki stilla uppaftur.

Í nývaldu nevndini sita Irena Nysted, Jóan Petur Joensen og Sølvi Simonarson. Sólva Jacobsen og Ingolf S. Olsen eru varafólk.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Irenu Nysted sum forkvinnu, Sølva Simonarson sum peningarøkili og Jóan Petur Joensen sum skrivara.

 

 

 

 

 

 

 

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Sólva Jacobsen, varalimur, Jóan Petur Joensen, skrivari, Irena Nysted, forkvinna, Sølvi Simonarson, peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, varalimur.

Deil hesa grein umvegis
468 ad