Lýsing

Tað má verða loyvt at taka fólkaræðislig atlit

Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan er ikki lagt fyri Løgtingið enn, men almannakunngjørt og sent til hoyringar í samfullar tríggjar vikur. Kortini trýtur ikki við dómadagsprofetium um avleiðingarnar av uppskotinum.

Nei, her bíður ikki bøtur. Størstu aktørarnir í føroysku fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi verða noyddir at leggja árarnar inn, og fjøldin øll – uttan hon, sum starvast hjá tí almenna sjálvandi – verður arbeiðsleys.

Tað er boðskapurin, ið stendur eftir frá fleiri stórreiðarum, fakfeløgum, andstøðupolitikarum í Løgtinginum, kommunalpolitikarum og øðrum góðum fólki.

Ok, tað er kanska ikki so løgið, at reaksjónirnar koma í stundini og eru nakað saftigar, tá eitt uppskot kemur í ljós, sum alt Føroya fólk hevur bíðað eftir í 10 ár, og kanska við serligum ótolni síðani henda samgongan tók við fyri hálvum øðrum ári síðani. Tí evstamarkið nærkast í stórum – verandi skipan gongur út á nýggjárinum – og samgonguflokkarnir vunnu valið við millum annað at lova eina veruliga nýskipan av fiskivinnuni.

Framløgan var eisini almenn, tí samgongan ynskir eitt alment orðaskifti um fiskivinnunýskipanina. Í so máta er alt, sum tað skal vera.

Men eg haldi, at reaksjónirnar í stóran mun hava verið dekan og paniskar og ógvusligar, tí uppskotið er sum nevnt ikki lagt fyri tingið enn, men sent til hoyringar. Og tað er tað nettupp, tí meiningin er at lurta eftir atfinningum og ráðum frá aktørum og øðrum áhugapørtum í føroysku fiskivinnuni. Annars var væl saktans ongin orsøk at senda uppskotið til hoyringar.

Fiskivinnuuppskotið er vorðið til eftir eina drúgva tilgongd og er sera umfatandi og komplekst. Tí er tað helst ikki so løgið, at tað tykist nakað fløkjasligt hjá fleiri, og serliga hjá teimum, sum ikki hava verið við í tilgongdini. Talan er ikki um løtulesnað, men um lógarsmíð. Øll, sum geva sær tíð til tað, hava kortini møguleika at seta seg inn í tilfarið og skilja tað.

Eg skilji eisini væl onkrar av atfinningunum, sum hava verið frammi, og sum tað er blivið argumenterað væl fyri. Harvið sigi eg ikki, at eg eri samdur í øllum atfinningunum, tí tað eri eg als ikki, og eg mæli absolutt ikki til, at hvør einasta áseting og regla, sum fær kritikk, skal broytast.

Antitrust-ásetingarnar, sum seta mørk fyri, hvussu stóran ræðisrætt ein einstakur aktørur kann hava yvir einstøkum fiskasløgum og í fiskivinnuni sum heild, hava fingið ein dyggan frammaná frá nógvum. Tær steðga øllum vakstrarmøguleikum og fara at elva til virkisstongsul og kanska tað, ið verri er, verður sagt.

Ivist ikki í, at antitrust-ásetingarnar eisini fara at fylla nógv í hoyringssvarunum, sum fara at streyma inn til Fiskimálaráðið henda mánaðin. Og sjálvsagt ber til at endurskoða hesi mørkini fyri virkseminum hjá einstøkum fyritøkum/aktørum, um tey kunnu setast skynsamari.

Her eiga vit at hava í huga, at antitrust-ásetingarnar eru skipaðar í tvær súlur, ein sum setur mark fyri, hvussu nógv ein einstakur aktørur kann hava rætt til av øllum fiskatilfeinginum, og ein sum setur mark fyri ræðisrættinum innan hvørt høvuðsfiskaslag sær.

Men at antitrust í føroysku fiskivinnuni skal vera misskilt og óbrúkiligt, bara tí at hugtakið í síni tíð var uppfunnið í USA sum eitt amboð at verja brúkaran ímóti høgum prísum orsakað av vantandi kapping, tað er vrøvl.

At antitrust í sínum uppruna hevði annað endamál merkir ikki, at amboðið ikki eisini kann brúkast til onnur endamál.

Og tá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, í útvarpinum argumenterar við, at føroysku fiskivinnufyritøkurnar eru sera smáar í altjóða høpi, so hevur tað yvirhøvur onki við sakina at gera, tá vit tosa um antitrust sum amboð at avmarka valdssavnan í Føroyum. Tí tær størstu føroysku reiðarífyritøkurnar eru jú risastórar í føroyskum høpi, og í ávísum økjum eru einstakar fyritøkur at kalla einaráðandi. Tað er valdssavnanin her á landi og ikki støddin í mun til útlendskar kappingarneytar, ið skal avmarkast.

Tað er tað, sum antitrust skal brúkast til, tí í øllum førum í Tjóðveldi halda vit fámannaveldi vera skeiklandi fyri fólkaræði. Og tað er galdandi á øllum samfelagsøkjum, politiskt, vinnuligt, mentanarligt o.s.fr.

Teir flestu aktørarirnir í føroysku fiskivinnuni í dag eru sera dugnaligir, ongin ivi um tað. Teir hava við dugnasemi bygt upp góðar fyritøkur og skapt nógv arbeiðspláss. Og fleiri teirra viðurkenna eisini og vísa í verki, at teir við teirra framíhjástøðu hava serligar, óskrivaðar samfelagsskyldur.

Tað er sera gott, men tað er ikki nøkur sjálvfylgja.

Tí føroyska fiskivinnan er í stóran mun ein feudal konstruksjón, har sera fáir aktørar hava ovurhonds vald, men í veruleikanum ongar lógarásettar samfelagsskyldur. Rættindini at fiska og ognarskapurin í framleiðsluliðnum eru savnað á fáum hondum. Lívið og gerandisdagurin hjá nógvum borgarum, feløgum og heilum økjum eru treytað av, hvussu tað gongst hesum fáu aktørunum – og ikki minst hvørjum hýri teir eru í, tá teir skulu taka lagnutungar avgerðir.

Sjálv samanhangsmegin í okkara samfelag er hótt, tá einstøk fólk, fyritøkur ella feløg fáa so stórt vald, at tað yvirtrumfar bæði fólkaræðið, politiska valdið og møguleikan hjá fólki at kunna og tora at taka sjálvstøðugar avgerðir.

Ynskja vit eina størri spjaðing av vinnuliga valdinum og harvið størri fólkaræði, so má tað vera í lagi at brúka antitrust sum amboð. Kynstrið má so vera at gera hetta, so tað stimbrar undir eitt dynamiskt vinnulív uttan at knúska tey, sum frammanundan hava víst dugnaskap, hava bygt upp góðar og sterkar fyritøkur og skapt eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum arbeiðsplássum rundan um seg.

Lat okkum so hyggja at hesum antitrustmørkunum og finna eina loysn, har bæði áhugamálini hjá vinnuni og hjá føroyska fólkaræðinum í størst møguligan mun verða rokkin.

Ein onnur útskeldað nýskapan í fiskivinnunýskipanini er økiskvotur.

Eg veit væl, at sovorðið ikki er serliga væl sætt millum búskaparfrøðingar, ið ikki halda, at vinnupolitikkur skal taka onnur atlit enn at fremja størst møguliga virðisøking, vøkstur og avlop í sjálvari vinnuni.

Men í okkara landi, har fiski- og alivinnan hava alt at siga, haldi eg tað grundleggjandi vera legitimt eisini at taka millum annað regional atlit í rikna vinnupolitikkinum, eisini fiskivinnupolitikkinum.

Í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap standa føgur, men innihaldsleys og óforpliktandi orð um hetta í grein 2. Í nýggja uppskotinum til fiskivinnulóggávu verður í øllum førum roynt at býta hesi føgru orð um við ítøkilig regional atlit.

Um økiskvoturnar so eru júst tann rætti mátin at gera hetta upp á, tað kunnu vit altíð kjakast um, og eisini her fer at verða lurtað eftir hoyringspørtunum.

Men tað skal so í øllum førum ikki verða bannað at taka regional atlit í fiskivinnupolitikkinum, um vit ynskja, at hetta landið skal vera fyri okkum øll.

Mørkini fyri, nær loyvi at fiska úr teimum einstøku stovnunum kunnu bjóðast út, hava eisini elvt til kjak og atfinningar. Eisini her ber sjálvsagt til at enduskoða ásetingarnar, um okkurt av mørkunum ótilætlað vísir seg at raka púra skeivt.

Fari ikki at viðgera hvønn smálut í lógaruppskotinum her, men vóni bert, at vit uttan runublaking kunnu fáa eina góða og sakliga hoyringsprosess, so vit enda við einari skilagóðari loysn, vinnuni og øllum Føroya fólki at frama.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad