Lýsing

Svar uppá fyrispurning um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku

Bjørt Samuelsen hevur í dag fingið svar uppá fyrispurning sín um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku

 

Svar upp á fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu í løgtingmáli S-15/2016: Viðvíkjandi oljuorkuverki og útbygging av grønari orku

 

Spurningarnir veru soljóðandi:

  1. Er landsstýrismaðurin samdur við SEV í, at neyðugt er at byggja nýtt oljurikið Sundsverk fyri, at veitingarskyldan og veitingartrygdin, sum áliggja SEV, kunnu tryggjast á nøktandi hátt?
  2. Metir landsstýrismaðurin, at eitt nýtt orkuverk, rikið við tungolju, er í samsvari við grønu kósina, staðfest í samgonguskjalinum?
  3. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri loyvinum, sum Umhvørvisstovan hevur givið SEV til orkuverksútbyggingina á Sundi, og er í hesum sambandi mett um, hvørt alternativir møguleikar eru?
  4. Metir landsstýrismaðurin, at pumpuorkuverk kann vera partur av grønari loysn at seta í staðin fyri oljurikið orkuverk – og er tað realistiskt at fáa eins góða veitingartrygd við hesum?
  5. Metir landsstýrismaðurin, at til ber at skilja SEV sundur í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, og at hetta netfelagið so keypir streym frá teimum veitarum, sum til einhvørja tíð kunnu veita grønastu, bíligastu og tryggastu orkuna?
  6. Um ja, er hetta ein møguleiki landsstýrismaðurin fer at viðgera við SEV og aðrar viðkomandi partar?
  7. Nær væntar landsstýrismaðurin at vera til reiðar við ítøkiligari ætlan fyri, hvussu vit røkka stóru málunum, samgongan hevur sett sær á grøna orkuøkinum?

 

Til spurning 1

SEV søkti í juli 2016 Umhvørvisstovuna um framleiðsluloyvi at byggja nýtt Sundsverk, ítøkiliga at skifta tveir gamlar 12,5 MW tungoljumotorar út við fýra 9 MW nýggjar tungoljumotorar. Verkætlanin umfatar eisini bygging av nýggjum bygningum og er mett at kosta um 700 mió kr.

Sambært elveitingarlógini krevst loyvi til framleiðslu av elorku, og elveitingarlógin staðfestir samstundis, at tað er SEV, sum hevur ábyrgd av veitingartrygd og elgóðsku, umframt at SEV hevur lógarásetta skyldu, í samráð við landsstýrismannin, at leggja til rættis og meta um framtíðar tørv á at byggja út ravmagnsframleiðsluverk og -net.

Undir viðgerðini av málinum hevur nógv samskifti verið millum partarnar, og tók Umhvørvisstovan síðst í september avgerð um, við ávísum treytum, at geva SEV prinsipielt loyvi til, at Sundsverkið verður endurnýggjað við nýggjum motorum við íalt 37 MW, soleiðis sum SEV hevur søkt um.

Hendan avgerðin hjá Umhvørvisstovuni byggir á, at hon tekur undir við sjónarmiðinum hjá SEV um, at veitingartrygdin er í størri og størri vanda orsakað av, at tveir motorar við heili 25 MW av motororku á Sundi eru farnir út um evsta mark í aldri.

Undirstrikast skal, at langsiktaða málið við nýggja verkinum er, at tað ikki skal nýtast sum grundlastverk, men verk, sum í framtíðini skal kunna lata nóg nógvan tryggan mátt, tá ið á stendur.

Umhvørvisstovan hevur í samskiftinum lagt stóran dent á, at samlaði kostnaðurin av verkinum ikki gerst størri enn hægst neyðugt, og er fyrivarni tí tikið fyri, at íløguupphæddin ikki verður endaliga góðkend, fyrr enn SEV hevur latið Umhvørvisstovuni nøktandi lýsing av møguligum alternativum loysnum. Nógv orka hevur soleiðis verið brúkt uppá at umrøða, í hvønn mun vatnorkuútbyggingar við pumpuskipanum partvíst kunnu minka um tørvin á at byggja út Sundsverkið, og eisini um bíligari alternativar loysnir kunnu finnast til verandi ætlaðu útbygging. Umrøðan hevur tó víst, at ætlaða útbyggingin er neyðug fyri at varðveita veitingartrygdina Sí eisini svarið undir punkt 3.

Í samskiftinum hevur eisini verið hugt at, um dieselolja ella gass høvdu verið betri brennievni. SEV valdi tungolju, hóast hon dálkar meir enn diesel og serliga nógv meir enn gass. Tað er serliga lági prísurin á tungolju í mun til diesel og gass, sum er orsøkin til hetta valið. Nýggja Sundsverkið skal sjálvsagt liva upp til øll krøv um avmarking av dálking. Verkið kann leggja um til dieselolju ella gass, um tað í framtíðini fer at vísa seg at verða ein fyrimunur

Til spurning 2

Sum nevnt omanfyri er nýggja orkuverkið við tíðini ætlað at veita tryggan mátt. So hvørt sum orkuverk við varandi orku verða bygd, fer Sundsverkið at framleiða lutfalsliga minni, og tá øll elframleiðslan í 2030 sambært orkupolitikkinum skal verða grøn, verður Sundsverkið einans brúkt í serligum førum (reservi).

Viðmerkjast kann, at um politiska málið eydnast, hevur tað við sær, at tørvurin á tryggum mátti fer at vaksa munandi so hvørt, sum elektrifiseringin av samfelagnum tekur dik á seg.

Til spurning 3

Sum nevnt undir 1 er grundgevingin útilokandi, at Umhvørvisstovan tekur undir við sjónamiðinum hjá SEV um, at veitingartrygdin er í vanda, tí at tveir motorar á heili 25 MW av motororku á Sundi eru farnir um evsta mark í aldri. Haraftrat kemur, at tørvurin á tryggum mátti fer at vaksa so hvørt sum elektrifiseringin av samfelagnum økist. Tí er neyðugt, at tey 25 MW verða skift út við nýggja máttinum, sum søkt er um.

Spurningurin um stórar vatngoymslur sum alternativ til olju hevur verið nógv umrøddur í tilgongdini. Hóast bæði SEV og Umhvørvisstovan meta, at stórar vatngoymslur við tíðini kunnu vera eitt alternativ, hevur SEV ført fram, at nøktandi kanningar ikki enn eru tøkar, og at tíðarhorisonturin fyri slíkum loysnum er ov langur til, at bíðast kann við at útbyggja Sundsverkið.

Viðmerkjast kann, at Umhvørvisstovan og SEV eru í gongd við at gera eina orkugoymslukanning, sum m.a. skal staðfesta, hvussu stórir møguleikar eru at framleiða varandi orku gjøgnum alt árið við vatnorkugoymslum og øktari vindorku (Pumped Storage). Spurningurin um at útseta endaligu avgerðina at útbyggja Sundsverkið til úrslitini av nevndu kanning eru til skjals, hevur eisini verið viðgjørdur, men hevur SEV fleiri ferðir undirstrikað, at teir ikki kunnu taka ábyrgd av síni lógarásettu skyldu um veitingartrygd og elgóðsku, um bíðað verður longri at seta arbeiðið í gongd at endurnýggja Sundsverkið sum ætlað.

Til spurning 4

Sí svarið til 3. Umhvørvisstovan metir, at góður møguleiki er fyri, at pumpuorkuverk við stórum vatngoymslum partvíst kann koma í staðin fyri oljurikið orkuverk. Spurningurin verður sum nevnt kannaður í løtuni, og kann niðurstøða væntast innan nakrar mánaðar.

Til spurning 5

Vinnumálaráðið lat í 2015 arbeiðsbólk gera eina greining av bygnaðinum á elorkuøkinum. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Jarðfeingi, Vinnumálaráðið og SEV. Umboðini fyri SEV mæltu frá at gera broytingar í bygnaðinum hjá SEV. Umboðini fyri Jarðfeingi/Vinnumála-ráðið førdu hinvegin fram, at fleiri fyrimunir kunnu verða við at skilja SEV sundur í netfelag og framleiðslufelag, annaðhvørt innan verandi eigarastruktur ella við at landið yvirtekur ognarskapin av elnetinum. Víst varð m.a. á, at verandi skipan má sigast at vera trek, tá ið talan er um at lata onnur enn SEV framleiðslu­loyvi.

Tá talan er um vindorku, skal hon bjóðast út, og tá hava øll møguleika at bjóða seg fram. Tá talan er um vatnorku frá t.d. mikrovatnorkuverkum – hevur SEV inntil nú stórt sæð havt einkarrætt til alt vatnið í Føroyum. Hetta verður við nýggju vatnloyvunum ætlandi broytt, so at SEV ikki longur hevur einkarrætt.

Tá talan er um sólorku verður arbeitt við serligari avrokning, men enn er ikki møguligt hjá vanligum brúkarum at framleiða orku frá sólsellum til egið brúk og inn á netið.

Samanumtikið kann sigast, at tørvur er á at lata aðrar framleiðarar fáa atgongd til elnetið hjá SEV. Bæði myndugleikarnir og SEV eru vitandi um hetta og arbeiða við loysnum fyri at fáa meira gongd á.

Til spurning 6

Í hvussu so er fer landsstýrismaðurin áhaldandi at hava eitt vakið eyga við, at ikki óneyðugt afturhald á hesum økinum fer at seinka menningini av alternativum varandi orkuútbyggingum í Føroyum.

Til spurning 7

Samgonguskjalið inniheldur rættiliga ítøkiligar formuleringar, sum Landsstýrið arbeiðir við.

Í sambandi við elektrifisering av nýtslu kunnu nevnast:

  • Broytingar i vegskattinum, so at akfør við lágum CO2 útláti fáa fyrimunir.

  • MVG frítøka fyri akfør við ongum CO2 útláti.

  • MVG frítøka av hitaskipanum við elriknum hitapumpum.

  • Differentieraðir elprísir, sum tá teir verða samtyktir kunnu føra til stórar broytingar í viðurskiftunum millum SEV og ymiskar kundabólkar.

Í sambandi við framleiðslu av grønari orku:

  • Umhvørvisstovan og SEV arbeiða saman um at gera eitt vindútboð á 5-10 MW í Suðuroy komandi summar 2017.

  • Umhvørvisstovan og SEV eru sum nevnt omanfyri í gongd við orkugoymslukanning, sum m.a. skal nýtast sum grundarlag fyri, hvussu framleiðsla av enn meiri varandi orku skal skipast í næstu framtíð.

  • Umhvørvisstovan og SEV eru í ferð við at skráseta økir, sum eru egnað til stórar vindmyllulundir.

  • Umhvørvisstovan og SEV gera í vár roynd við sólorkuskipan á privatum bygningi, sum umframt at geva vitan um, hvussu nógv el sólcellurnar kunnu framleiða, eisini skal nýtast sum fyrimynd í nýggjum prísmodelli fyri sólorkuskipanir á netinum hjá SEV.

  • Virkisætlanin frá 2015 nevnir nógv ítøkilig evnir, sum arbeiðast skal við. Næstan øll hesi eru á skrá hjá antin US ella SEV.

Arbeitt verður harumframt við at skipa øll átøk innan orkuøkið í arbeiðsbólki, sum í hesum døgum verður settur í HIMR, og er ætlanin at hava aðalorðaskifti um orkupolitikkin í vár.

Tórshavn, 22. desember 2016

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad