Lýsing

Fíggjarliga støðan hjá teimum við lág- og miðalinntøkum

Á tingfundinum í dag, far Annita á Fríðriksmørk svar uppá skrivligan fyrispurning um fíggjarligur støðuna, hjá teimum við lág og miðalinntøkum

Fyrispurningurin var soljóðandi

  1. Kann landsstýrismaðurin samanbera árini 2015 við 2017 við eini lýsing við støði í við­merkingunum omanfyri, og sum vísir á munin í 2015 og 2017 hjá pørum við børnum, sum hava eina inntøku, har:
    1. annar forvinnur 20.000 kr., og hin forvinnur 30.000 kr., og har talan er um pør við einum barni, sum gongur í barnagarði?
    2. annar forvinnur 20.000 kr., og hin forvinnur 30.000 kr., og har talan er um pør við tveimum børnum, har annað gongur í barnagarði og hitt gongur í skúla?
    3. annar forvinnur 20.000 kr., og hin forvinnur 30.000 kr., og har talan er um pør við trimum børnum, har tvey ganga í barnagarði og eitt gongur í skúla?
    4. Annar forvinnur 20.000 kr., og hin forvinnur 40.000 kr., og har talan er um pør við trimum børnum, har tvey ganga í barnagarði og eitt gongur í skúla?
  1. Kann landsstýrismaðurin samanbera árini 2015 við 2107 við eini lýsing við støði í viðmerkingunum omanfyri, og sum vísir munin hesi bæði árini hjá støkum við børnum við eini inntøku ávíkavist:
    1. á 16.000 kr./mð.
    2. á 20.000 kr./mð.
    3. á 30.000 kr./mð.

Hvørt sær ynskjast hesi trý dømini lýsa støðuna hjá støkum við ávíkavist:

  1. einum barni, sum gongur í barnagarði
  2. tveimum børnum, har annað gongur í barnagarði og hitt í fólkaskúla
  3. trimum børnum, har tvey ganga í barnagarði og eitt í fólkaskúla
  4. trimum børnum, har eitt gongur í barnagarði, og tvey ganga í fólkaskúla
  1. Kann landsstýrismaðurin samanbera fíggjarliga munin hjá lesandi við børnum árini 2015 og 2017?
  1. Tá ið kommunurnar í ávísan mun hava verið við til at bøtt um korini hjá lág- og miðalløntum, verður landsstýrismaðurin eisini biðin um at lýsa munin hjá somu barnafamiljum sum í dømunum omanfyri í ymsu kommunum kring landið, soleiðis at vit síggja munin hjá barnafamiljum í ymsu kommunum í 2015 samanborið við 2017.

Viðmerkingar

Átøk, sum sitandi samgongan hevur framt við tí endamáli at minka um stættarmunin, eru fleiri.

Landsskatturin er lækkaður hjá teimum við lág og miðalinntøkum við umleið 137 mió. kr. árliga. Landsskattastigin varð broyttur soleiðis, at skattastigin nú er meira stigvaksandi og harvið meira samhaldsfastur. Skattalættin er veittur umframt tær lønarhækkingar, sum hesin inntøkubólkur hevur vunnið sær hesi bæði árini.

Eisini hevur samgongan samtykt og sett í verk familjuískoyti, sum er ein fíggjarligur stuðul til teirra, sum hava eina árliga inntøku upp til 190.000 kr. Familjuískoytið er sett saman soleiðis, at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoyti 22.000 kr. um árið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava árliga inntøku upp til 190.000 kr. um árið, og lækkar ískoytið stigvíst so hvørt, sum inntøkan hækkar.

Samgongan broytti eisini kringvarpsgjaldið soleiðis, at ung, støk og pensjónistar fáa ein munandi lætta við nýggja kringvarpsgjaldinum. Áðrenn umleggingina rindaði hvørt húski 3.625 kr. árliga í kringvarpsgjaldi, uttan mun til, hvussu nógv fólk húskið fevndi um. Frá 2016 varð hetta broytt. Nú rindar hvør skattskyldugur persónur millum 24 og 66 ár 1800 kr. Ung (yngri enn 23 ár) rinda einki frá 2016 at rokna. Meðan fólkapensjónistar rinda ein triðing av tí, sum tey rindaðu áðrenn umlegg­ingina. Tey rinda nú 600 kr. árliga.

Samgongan hevur eisini hækkað studningin hjá lesandi í hægri lestri og hjá teimum, sum eru lesandi við børnum og hjá einsamøllum uppihaldarum. Hetta varð gjørt við at hækka játtanina við umleið 6 mió. kr. árliga.

Umframt hetta hevur samgongan hækkað barnafrádráttin fyri børn undir skúlaaldri við 2700 kr. fyri hvørt barnið.

Men einki er ókeypis. Og tí valdi samgongan at fíggja hesar batar við at økja um umhvørvisav­gjøldini á bensin og diesel, eisini hækkaðu vit gjaldið til heilsutrygd, hækkaðu inngjaldið og út­gjaldið í samhaldsfasta og hækkaðu tinglýsingargjaldið.

Óivað eru fleiri átøk – bæði tá ið talan er um batar og um gjøld – sum ikki koma mær í minni í skrivandi stund, og er landsstýrismaðurin vælkomin at vísa á fleiri í svari sínum.

Men landskassin og landsuppgávur eru ikki einsamallur um at mynda korini hjá okkum øllum. Kommunurnar spæla alsamt størri leiklut. Tí kunnu vit fegnast um, at kommunurnar eisini hava verið við til at bøtt um umstøðurnar hjá borgarunum.   Nærum helvtin av kommununum hava nýliga lækkað skattaprosentið. Umleið fjórða hvør kommuna hevur hækkað barnafrádráttin, eisini hava fleiri kommunur lækkað ansingargjøldini, og onkur bjóðar enntá ókeypis barnaansing.

Hóast batar eru framdir, mugu vit ikki halda, at einki er eftir at gera. Vit eiga framhaldandi at arbeiða eftir tí stevnu, sum er, at jú minni stættarmunur, tess sterkari samfelag. Jú minni stættarmunur, tess sterkari vinnulív. Jú minni stættarmunur, tess størri keypiorka. Jú minni stættarmunur, tess færri sosialir trupulleikar. Jú minni stættarmunur, tess færri børn í fátækravága. Jú minni stættarmunur, tess sterkari familjur kring alt landið. Men her eru ikki allar súður syftar enn. Og tí eiga vit at lurta væl eftir tí kritikki og teimum áheitanum vit fáa.

Men her er nógv, sum talar fyri, at vit eiga at halda fram á tí kós, vit settu á skinnararnar fyri góðum ári síðani. Eitt samfelag, har øll hava rímiliga javnbjóðis møguleikar at liva og virka, er eitt trygt og mennandi samfelag fyri okkum øll.

Fyri at fáa eina mynd av støðuni og broyttu umstøðunum ynskir spyrjarin, at broytingin hjá barnafamiljum kring landið verður lýst við dømum, sum vísa munin á støðuni hjá familjum í 2015, samanborið við støðuna í 2017.

Á tingfundi 6. desember 2016 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 17. januar 2017 svaraði Kristina Háfoss, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svarið uppá fyrispurningin kann takast niður her!

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad