Lýsing

Bjørt spyr um nýtt oljuorkuverk og útbygging av grønari orku

Samgongan hevur sett sær sertakliga høg mál á orkuøkinum. Skal nakar møguleiki vera at røkka málunum, skulu stór og miðvíst átøk setast í verk. Seinastu tíðina hevur fokus verið á tvær stórar orkuverkætlanir. Onnur er Sundsverkætlanin hjá SEV, har nýtt tungoljurikið orkuverk á Sundi verður bygt fyri einar 700 – 800 milliónir krónur. Hin er ein ætlan hjá privata felagnum Røkt um pumpuorkuverk – at byggja nýggja vatnbyrging og gera eitt vatnorkuverk við pumpuskipan. Ein ætlan fyri áleið 1,2 milliardir krónur. Tingkvinnan vil við fyrispurninginum hava kjak um útbyggingina av orkuverkum og grønari orku, og hvør rætta leiðin er at ganga. Landsstýriskvinnan hevur 3 vikur til at svara skrivliga, og síðani koma spurningarnir til viðgerðar í Løgtinginum.

Spurningar og viðmerkingar:

  1. Er landsstýrismaðurin samdur við SEV í, at neyðugt er at byggja nýtt oljurikið Sundsverk fyri, at veitingarskyldan og veitingartrygdin, sum áliggja SEV, kunnu tryggjast á nøktandi hátt?
  2. Metir landsstýrismaðurin, at eitt nýtt orkuverk, rikið við tungolju, er í samsvari við grønu kósina, staðfest í samgonguskjalinum?
  3. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri loyvinum, sum Umhvørvisstovan hevur givið SEV til orkuverksútbyggingina á Sundi, og er í hesum sambandi mett um, hvørt alternativir møguleikar eru?
  4. Metir landsstýrismaðurin, at pumpuorkuverk kann vera partur av grønari loysn at seta í staðin fyri oljurikið orkuverk – og er tað realistiskt at fáa eins góða veitingartrygd við hesum?
  5. Metir landsstýrismaðurin, at til ber at skilja SEV sundur í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, og at hetta netfelagið so keypir streym frá teimum veitarum, sum til einhvørja tíð kunnu veita grønastu, bíligastu og tryggastu orkuna?
  6. Um ja, er hetta ein møguleiki landsstýrismaðurin fer at viðgera við SEV og aðrar viðkomandi partar?
  7. Nær væntar landsstýrismaðurin at vera til reiðar við ítøkiligari ætlan fyri, hvussu vit røkka stóru málunum, samgongan hevur sett sær á grøna orkuøkinum?

Viðmerkingar:
Samgongan hevur sett sær sertakliga høg mál á orkuøkinum. Skal nakar møguleiki vera at røkka málinum um, at øll elorkunýtsla á landi er grøn í 2030, skulu stór og miðvíst átøk setast í verk.

Seinastu tíðina hevur fokus verið á tvær stórar orkuverkætlaninir. Onnur er Sundsverkætlanin hjá SEV, har nýtt tungoljurikið orkuverk á Sundi verður bygt fyri einar 700 – 800 milliónir krónur. Hin er ein ætlan hjá privata felagnum Røkt um pumpuorkuverk – at byggja nýggja vatnbyrging og gera eitt vatnorkuverk við pumpuskipan. Ein ætlan fyri áleið 1,2 milliardir krónur.

Sambært Røkt kann henda verkætlan gera tað óneyðugt at framleiða streym úr olju – og kann sostatt koma í staðin fyri eitt nýtt oljurikið orkuverk á Sundi.

SEV hevur orðað eina visjón um, at í 2030 skal 100% av elorkunýtsluni á landi vera grøn. Samgongan hevur tikið hetta mál til sín.

Samstundis metir SEV tað vera grundleggjandi neyðugt at endurnýggja tungoljurikna Sundsverkið við m.a. hesum grundgevingum: “SEV hevur sambært elveitingarlógini evstu ábyrgdina av veitingartrygdini og elgóðskuni í Føroyum, og hetta er ábyrgd, ið elfelagið tekur í størsta álvara. Hendan ábyrgdin kann ongantíð setast til viks, hóast SEV trýr fult og fast á sína egnu ætlan um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.” Og “Sama hvussu langt vit koma á grønu kósini, so er neyðugt at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar í 2030 møguliga av einari ella aðrari orsøk, sum vit ikki kenna í dag, ganga fyri ella ikki eru nøktandi.”

Kommunali felagsskapurin sær sostatt útbyggingina av Sundsverkinum sum avgerandi, skal SEV liva upp til veitingarskylduna og veitingartrygdina.

Stór politisk undirtøka hevur seinastu árini verið fyri, at Føroyar skulu ganga grønu kósina, gerast minni heft av oljuni og leggja um til grøna orku. Í samgonguskjalinum stendur:  “Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innan fyri 10 ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu. Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum. Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og ætlan fyri orkusparing og –umlegging gerast fyri eldri bygningar. Vinnumenning og útbúgvingar innan grøna tøkni og orku skulu stimbrast.”

Hesi mál kunnu einans røkkast, verður arbeitt eftir ítøkilugari ætlan, har miðvís orka verður løgd í at velja grønar loysnir í øllum teimum førum, har tað ber til.

Í dag er SEV størsti og týdningarmesti aktørurin, tá talan er um streymorku. Interkommunali felagsskapurin hevur tikið stór og týðandi stig grøna vegin seinnu árini. Men hóast umleið helvtin av streymframleiðsluni nú er grøn – í fjør, sum var eitt serliga gott ár, var tað 60% – so hevur hetta bert flutt Føroyar eitt lítið fet fram á leið, verður hugt eftir samlaðu orkunýtsluni.

Hetta tí, at streymorka enn er ein avmarkaður partur av orkunýtsluni. Taka vit samlaðu orku­nýtsluna á landi og sjógvi, so er á leið 90% av orkunýtsluni framvegis olja og minni enn 10% varandi grøn orka. So enn er langt á mál, til Føroyar kunnu kalla seg grønar.

Enn mangla vit tey heilt stóru og tungu tøkini fyri at kunna framleiða nokk av grønari orku, so til ber at elektrifisera samfelagið og leggja hiting av húsum og bygningum, framleiðslu og ferðslu á landi um til grøna orku.

Spurt verður eisini um møguleikan at skilja streymframleiðslu og net hjá SEV sundur. Hetta fyri at fáa viðgjørt, hvørt betri møguleikar at fáa fleiri veitarar inn í streymframleiðsluna, kundu skunda undir umleggingina frá olju til grøna orku.

Í einum framkomnum landi, má streymveitingin vera støðug og álítandi – hetta má sjálvsagt eisini vera galdandi fyri grønu orkuna.

Á tingfundi 6. desember 2016 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad