Lýsing

Landsbankin, Váðaráðið og Búskapargrunnurin til verka

Nýggi Landsbanki Føroya, Føroya váðaráð og Búskapargrunnur Føroya gerast í næstum nýggj amboð at styrkja føroyska samfelagið, javna sveiggini í búskapinum og at fyribyrgja at søgan við afturvendandi fíggjarkreppum, ið raka okkara samfelag hart, endurtekur seg.

Føroyar eru tíverri raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggini. Tær hava kostað fólkinum, vinnuni og samfelagnum nógv, bæði tá ið ræður um fíggjarlig virði, trivna, sjálvbjargni og fólkatal. Vit vilja gera alt fyri at fyribyrgja at søgan endurtekur seg, og taka tí týðandi fet fyri at styrkja okkara innlit, búskaparamboð og ávaringarskipan.

Nýggi Landsbanki Føroya
Landsbanki Føroya verður settur á stovn – saman við Føroya váðaráði – við tí høvuðsendamáli at styrkja okkara samfelag nú og framyvir, við at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Landsbanki Føroya skal virka sum óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur. Landsbankin fer at taka sær av landsins skuld og gjaldføri, og harvið verður umsitingin av landsins gjaldføri og skuld flutt frá stovni undir landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum, til óheftan, almennan landsbanka. Landsbankin fer eisini at ráðgeva tí almenna – eitt nú landi, kommunum, almennum grunnum – um fíggjarlig viðurskifti. Týðandi partur av virksemi Landsbankans verður støðugt at hava eftirlit við teimum fíggjarligu váðum, ið eru í føroyska samfelagnum, og fer hesin eisini at virka sum skrivstova hjá Føroya váðaráð. Samstundis sum virksemi og vitan innan fíggjarliga økið nú verður savnað í Landsbankanum, verða viðkomandi uppgávur og samsvarandi játtan fluttar frá øðrum stovnum. Eitt nú verður Gjaldstovuráðið niðurlagt, samstundis sum Landsbankin verður stovnaður.

Føroya váðaráð fyribyrgja fíggjarkreppur
Seinasta fíggjarkreppan staðfestið, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum. T.d. so mettu fíggjareftirlitini bert um støðuna í einstøku bankunum, men ongin hugdi at samlaðu fíggjarligu váðunum í samfelagnum, ið vístu seg at vera ovurstórur trupulleiki. Úrslitið varð, at eftir fíggjarkreppuna stovnsettu flestu lond tvørgangandi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymsu eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økjum, men skuldu samskipa teirra innlit og vitan, og leypandi gera fíggjarligar váðametingar fyri alt samfelagið. Eftir ætlan fer Føroya váðaráð, frá á sumri komandi ár, at virka fyri hesum í Føroyum.

Samskipan av vitan
Føroya váðaráð verður eitt samskipandi ráð, har verandi eftirlit og ráð innan fíggjarliga og búskaparliga økið kunnu samskipa teirra vitan tvørturum virkisøki. Væntandi fara Landsbankin (eftirlit við yvirskipaðum fíggjarligum váðum), Búskaparráðið (eftirlit við búskapinum), Tryggingareftirlitið (eftirlit við trygging, pensjón og realkreditti) og Skráseting Føroya (eftirlit við m.a. vinnurekandi grunnum) at hava umboð í váðaráðnum.

Størri innlit í bankarnar
Fíggjarliga økið er hartil í dag býtt millum danskar og føroyskar myndugleikar. Ábyrgdin av eitt nú pensjón, trygging og realkreditti er á føroyskum hondum og undir føroyskari lóggávu og eftirliti, meðan bankarnir eru á donskum hondum og undir danskari lóggávu og eftirliti. Fyri at tryggja tvørgangandi samstarv og trygt yvirskipað fíggjarligt eftirlit, er avtala gjørd um markamót og samstarv við danskar myndugleikar. Samstundis er avtala gjørd um, at Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya framyvir fara at kunna fáa atgongd til viðkomandi upplýsingar beinleiðis frá føroyskum bankum. Hetta er eitt stórt framstig, ið fer at tryggja føroyskum myndugleikan innlit og vitan, ið vit ikki hava atgongd til í dag.

Búskapargrunnur Føroya gerst virkið búskaparamboð
Búskapargrunnurin skal nú eisini gerast eitt virkið búskaparamboð, ið skal nýtast at gera búskapin meira sjálvbjargnan og støðugan, við atliti til bæði núlivandi og komandi ættarlið. Fyrsta stigið er, at peningur er settur í grunnin. Fyrsta upphædd, ið nakrantíð er sett í Búskapargrunnin er nú í 2016, og eru hetta inntøkur landsins frá einskiljingini av Lív. Eisini er lógaruppskot í ár lagt fyri Løgtingið um, at 20% av avlopi landskassans, upp til 200 mió. kr., og 50% av avlopi landskassans, omanfyri 200 mió. kr., verða flutt í Búskapargrunn Føroya framyvir. Sostatt hava vit nú sett ferð á, at fáa inntøkur í búskapargrunnin. Samstundis verður arbeitt við, at tryggja samanspæl millum gjaldføri landsins og innistandandi í grunninum, umframt at tillaga útgjaldspartin soleiðis, at hesin stuðlar undir málinum um at javna sveiggini í búskapinum, og at røkka einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi.

Byggja búskaparligar varðar og brimgarðar
Við hesum átøkum styrkja vit okkara búskap og samfelag. Vit fáa betur innlit, fleiri búskaparamboð og sterkari ávaringarskipan innan fíggjarliga økið.

Eins og varðar fara nýggi Landsbanki Føroya, Føroya váðaráð og Búskapargrunnar Føroya at vísa veg móti einum meira støðugum, tryggum og sjálvbjargnum búskapi. Varðar, ið fyribyrgja, at vit enda á vandakós í framtíðini.

Eins og brimgarðar fara hesi at virka fyri, at komandi fíggjarligir brotasjógvar raka okkara land og fólk eins ógvusligt sum áður. Brimgarðar, ið virka sum ávaringarskipan og fíggjarlig verja um brotasjóvar eru ávegis.

Vit byggja land – tí byggja vit eisini búskaparligar varðar og brimgarðar.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad