Lýsing

Ein er tíðin at dansa

 

Eg havi bæði tapt og vunnið á hesum býráðsvalinum. Tjóðveldi fekk sítt besta býráðsval nakrantíð við 3.375 atkvøðum, sum svarar til nærum 28 %. So nógvar atkvøður og so stóran lut hevur flokkurin ongantíð havt áður.

Fegnist um sum valevni í 16 ár at hava verið við til at lyfta Tjóðveldi fyrst úr tveimum sessum upp í tríggjar og síðani upp í fýra.

Tíðin í samgongu var góð. Vit fingu nógv á skaftið saman við serliga Javnaðarflokkinum og fegnast framvegis um tey stóru og neyðugu tøk, ið tá vórðu tikin.

Andstøða er ein neyðugur og spennandi leiklutur. Hann havi eg roynt í báðum endunum á býráðstíðini og eri nøgdur við tað, sum flokkurin fekk burtur úr í størri undirtøku í báðum førum.

Eftir 16 ár á Vaglinum rukku mínar persónligu atkvøður ikki til ein býráðssess hesaferð. Eg var seks atkvøður ov stuttur.

Tað er ein nýggj støða, sum eg skal venja meg við, men eg vænti ikki, at tað verður so torført, hóast býráðið og kommunan hava malið í knokkinum so at siga hvønn dag hesi fýra skeiðini.

Ein er tíðin at dansa. Takki nú fyri samarbeiði í flokkinum og býráðnum. Takki fyri tann dygga stuðulin, eg havi fingið frá veljarunum á øllum valunum. Ynski teimum valdu til lukku við vón um, at væl spyrst burtur úr til frama fyri fólkið í Tórshavnar kommunu.

Síðst men ikki minst ein tøkk til starvsfólkini hjá kommununi fyri áhuga og beinasemi.

Jógvan Arge

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad