Lýsing

Gott val

Um nakrar tímar lata valhølini aftur og farið verið undir at telja atkvøðurnar. Veljarin hevur tá talað, síðani skal samansetingin av limum í samgongu skipast og ein nýggj kós setast fyri næstu 4 árini.

Kósin seinastu 4 árini hevur flest okkum kunnugt verið merkt av spontanum avgerðum sum t.d. húskeypi og manglandi virðing fyri tí tilfeingi, ið kommunan eigur.  Ert tú tann, ið ynskir broytingar á hesi kós, har tað verður sett størri fokus á bleytu virðini, har okkara gomlu og óhjálpnu fáa sámuligari kor, har vit fáa tikið hond um at betra um okkara umhvørvi og infrakervi og har vit seta trivna fyri menatnar- og skúlaøkið á breddan aftur, ja so er tað mín vón at tú tekur røttu avgerð at stuðla mær.

Boði Haraldson – valevnið fyri Tjóðveldið

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad