Lýsing

Ein nýggj fiskivinnuskipan og møguleikarnir kring landið

Sambært eini greining frá grannskoðaravirkinum Januar, so kann ein burðardygg umsiting og veiða av okkara egnu botnfiskastovnum vaksa um okkara útflutningsvirði við 950 mió. krónum árliga

Hitti ein mann nú ein dagin. Hann var rættiliga atfinningarsamur um ætlanirnar at gera eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna. Hann vildi vera við, at hetta var ein hóttan ímóti fiskivinnuni og arbeiðsplássunum á sjógvi og landi. Og at ætlanin var at flyta pening og skattakrónur úr vinnuligu plássunum kring landið til umsiting og annað í Havn.

 

Eg svaraði honum, at júst hetta havi eg hoyrt aftur og aftur og aftur. Í politiska orðaskiftinum og í fjølmiðlunum. Men at hesi endurtiknu uppáhald sjálvsagt eru tikin úr leysum lofti.

 

Endamálið og møguleikarnir við nýggju skipanini fyri fiskivinnuna er sjálvsagt at fáa nógv meira virði burturúr okkara tilfeingi – til manningar, reiðarí, arbeiðsfólk, virkir og til samfelagsbúskapin og samfelagið alt.

 

Burðardygg veiða og stovnsrøkt

Og at tað ber til, nýtist okkum ikki at koma við leysum uppáhaldum um. Vit kunnu bert byrja við sjálvum grundarlagnum undir okkara fiskivinnu: Fiskastovnarnir og stovnsrøktin.

Í álitinum frá nýskipanarnevndini er m.a. víst á við tølum, hvørjir møguleikar eru, um vit megna at skipa at umsita og veiða okkara egnu botnfiskastovnar burðardygt, sum nevndin hevur greitt uppskot um.

Nevndin hevur biðið grannskoðaravirkið Januar um at gera eina greining og útrokning av, hvønn týdning tað hevði havt fyri fólk og vinnu kring landið og fyri samfelagsbúskapin, um stovnarnir av toski, hýsu og upsa vóru burðardyggir.

 

Tølini eru greið og sigandi:

Grannskoðaravirkið setur við støði í søguligum tølum eina burðardygga veiði fyri hesar stovnarnar til árliga í miðal:

25.000 tons av toski

15.000 tons av hýsu

40.000 tons av upsa

(Hesi tølini eru ikki høgt sett í mun til góð fiskiár).

 

Ómetalig virðir og møguleikar

Og grannskoðarvirkið staðfestir, at um hetta eydnast, so fer tað at hava hesa avleiðing, um vit samanbera við árið 2014 – bert við støði í núverandi prísum, framleiðslu og sáttmálum (t.e. uttan at taka við møguleikarnar í betri virðisøking, nýggjum framleiðslum og marknaðaratgongd):

 

  • Økt avreiðingarvirði um árið: 575 mió. kr.
  • Øktar hýrur til manningar um árið: 215 mió. kr.
  • Øktar lønarútgjaldingar á sjógvi og landi: 390 mió. kr.
  • Økt framleiðsluvirði/útflutningsvirði: 950 mió. kr.

 

Samstundis staðfestir grannskoðaravirkið, at hetta hevði givið grundarlag fyri endurnýgging av heimaflotanum.

Fólk kring landið kunnu við hesum sjálv meta um, hvørjar møguleikar ein fiskivinnunýskipan kann geva í mun til førda fiskivinnupolitikkin seinastu mongu árini.

 

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad