Lýsing

Barnaansingin í Klaksvík skal raðfestast høgt

 

 

Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er økt seinastu árini, og tað er sera gleðiligt. Grundarlagið undir fólkavøkstri er, at barnafamiljurnar í býnum hava góðar umstøður at uppala børnini. Á hendan hátt kunnu barnafamiljurnar støðast og seta búgv her. Ansingarstovnarnir í Klaksvík hava tí ein sera týðandi leiklut fyri at menna býin enn meira.

Á hesum øki kann kommunan gera átøk, ið kunnu lyfta barnaansingina upp á eitt enn hægri støði. Vit eiga at byggja nýggjar stovnar heldur enn at keypa og umvæla gamlar bygningar. Í Klaksvík eiga vit bert ein ansingarstovn, ið er bygdur til endamálið, og tí kunnu vit betra um hølisumstøðurnar innan barnaansingina.

Ansingarstovnar eru kostnaðarmiklir at byggja, og tí hugsi eg, at vit kunnu byggja smærri og bíligari stovnar heldur enn at byggja risastórar bygningar. Smærri bygningar skapa betri trivnað fyri børnini og eru væl egnaðir til barnaansing.

Starvsfólkið í barnagørðum og vøggustovum eigur eisini at hava fyrireikingartíð, soleiðis at ansingin kann gerast uppaftur betri. Í samband við fyrireikingartíð hevur tað eisini týdning, at pengar fylgja við, soleiðis at hetta verður fíggjað. Fyrireikingartíðin hevur leingi verið eitt stríðsmál, og tí eigur komandi kommunustýri at virka fyri, at starvsfólk á ansingarstovnum fáa góðar umstøður til at taka sær av okkara mest dýrabara tilfeingi, sum er børnini.

Harumframt eiga vit eisini at tryggja, at okkara ansingarstovnar hava nøktandi útgerð, tá ið tað kemur til barnavognar, leikur, spælipláss og annað. Hetta er eitt øki, ið krevur ábøtur, og tí fari eg at virka heilhjartað fyri.

Sitandi samgonga hevur fingið nógv av skafti á hesum øki, men enn er nakað eftir á mál.

 

Jacqueline Gardar, valevni hjá Tjóðveldi til Klaksvíkar býráð

Jacqueline Gardar

Deil hesa grein umvegis
468 ad