Lýsing

Verður pláss fyri verkafólki í Havn í ár 2020

Tóm orð og lyfti verja ongan, nú skulu lyftini gerast til veruleika. Tí hóast verandi býráðssamgonga dúgliga tosar um at verja borgarar í høvuðsstaðnum, vísir hon ofta júst tað øðvugta í verki. Í besta føri verja tey bara tey vælbjargaðu, meðan verkafólki verur slept uppá fjall.

Tað er vónleyst hjá støkum uppihaldara at fáa íbúð tey hava ráð at gjalda fyri. Sjálvt verkapør við føstum arbeiði hava trupult við at finna bústað, ið tey hava ráð til.

Her má býráðið í nógv størri mun enn nú útvega økir til bústaðarbygging. Einfaldar, vælteknaðar og ódýrar íbúðir, sum vanlig fólk hava ráð at búgva í.

Onnur orsøk er at arbeiðspláss við lægri lønum verða flutt úr Havnini. Samstundis sum býráðssamgongan er í holt við at byggja nýggja risahavn, so eru tey við at avreiða vestaru bryggju til skúla.

Alt gott um skúlar, og eg unni so inniliga setrinum tær allarbestu umstøður. Men hetta stolta vinnuøkið hoyrir verkafólkinum til.

Heldur ikki fyri setrið er vestaru bryggja nøktandi. Hvørki hús ella parkeringsmøguleikar eru nøktandi til endamálið. Hetta er ein lappaloysn sum fer at koma aftur um brekku seinni. Vit muga seta tiltøk í verk so at verkafólki í Havn, eisini hevur ráð at búgva í sínum heimbýi.

Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad