Lýsing

Góð og virðilig búpláss ein rættur hjá øllum

Á fundi í skúlanum á Løgmannsbreyt varð ljós varpa á, hvussu ring støðan viðvíkjandi bústøðum til menningartarnaðu borgarum í kommununi er. Antin búgva tey á vánaligum útslitnum stovnum, ið ikki eru bygdir til endamálið ella heima hjá foreldrunum. Hetta er ikki nøktandi, eg veit væl at hetta er øki hjá landinum, men um vilji er til tess kann komunan útvega grundstykkir bíliga. Helst í ymsum býarpørtum. Soleiðis, at hesi kunnu flyta heiman eins og onnur ung.

Tey eins og øll hini hava rætt til góð og virðilig búpláss, við hesum lætta vit eisini um ampan foreldur teirra hava fyri framtíð teirra.

Vigdis Johannesen, valevni á Lista E.

Vigdis Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad