Lýsing

Tann eldravinarliga kommunan

Vit gerast øll gomul, um vit hava lív og heilsu. Tað má ikki vera óvirðiligt og ræðandi at eldast í okkara kommunu. Fyri borgaran má kommunan kunna tillaga Klaksvík og tilhoyrandi bygdir soleiðis, at tann eldri kann njóta aldurdómin og hava lívsgóðska. Líka so ymisk sum vit eru sum menniskju, líka fjøltáttað mugu tilboðini vera. Tey aldrandi hava lagt lunnar undir okkara samfelag og hava sostatt borið okkum fram her til, sum vit eru komin í dag. Tískil hava tey størstu virðing uppiborna.

 

Lívgóðska fyri meg er ikki neyðturviliga lívsgóðska fyri teg. Ofta hava vit lyndi til at yvirføra okkara uppfatan av góðari lívsgóðska yvir á ein annan. Møguliga er fatanin og upplivingin av einum góðum lívi heilt ein annar fyri tann gamla enn fyri okkum miðaldrandi og ungu. Vit vilja gera tey gomlu virkin, fyri at tey skulu fáa ein innihalds ríkan dag, men tað kann líka so væl vera, at tey gomlu hava brúk fyri friði, nærveru og onkran at tosa við. Møguliga er tann besta fyribyrgingin ímóti einsemi og vánaligum lívskvaliteti, at vit tosa meira saman og eru meira saman við teimum gomlu. Stutt sagt: Vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum!

 

Vit mugu lurta eftir eldraráði, búfólki, starvsfólki, avvarðandi og stýrum fyri tær ymisku búð eindirnar. Á henda hátt vísa vit teimum virðing og fáa tikið tær bestu avgerðirnar á eldraøkinum teim eldru at frama.

 

Demensdeild

Sum nú er búgva øll gomul, klár og óklár, og yngri demens saman á ymiskum stovnum í býnum.

Tey, sum hava demens, hava ein heilt serstakan tørv. Tískil átti kommunan at givið hesum fólkum bestu umstøðurnar á einum serstøkum heimi fyri demensrakt. Demensøkið krevur servitan, og tískil má førleikamenning av starvsfólkum raðfestast høgt. Við starvsfólkum við hollari vitan um demens, fær tann demensrakti og avvarðandi best møguligu hjálpina.

Annars eri eg av tí fatan, at vit eiga at lurta meira eftir teimum avvarðandi.  Tey kenna best persónin aftanfyri sjúkuna.

 

Dagtilhald og heimarøkt

Vit eiga at stuðla øllum virksemi, sum ger, at fólk kunnu búgva í sínum egna heimi sum longst. Vit hava í dag heimarøkt, dagtilhald og eldrafimleik. Heimarøktin má styrkjast og raðfestast hægri, enn hon er í dag. Dagtilhald og eldrafimleikur eru góð fyribyrgjandi tiltøk, sum eru við til at gera, at fólk kunnu vera heimabúgvandi sum longst. Hesi mugu eisini stuðlast.

 

Kommunalu dagtilhaldini í dag eru Búðatrøð og Sóljan, sum bæði húsast inni á Heiminum við Vágna.

 

Búðatrøð er opið fýra dagar um vikuna frá kl.9 til kl. 16. Fyri at styrkt hetta tilboð, kundi verið opið leygardag. Summi av hesum fólkunum fáa ikki í lag at fáa sær at eta og drekka sjálvi, tískil kundi hetta verið eitt gott fyribyrgjandi tiltak.

 

Sóljan er opið fýra dagar um vikuna frá kl. 14 til kl. 16.30.  Tey eldru kundu ynskt sær eitt annað betri hóskandi høli í býnum, sum var uttanfyri røktarheimið. T.d. kundi gamli HF skúlin verið nýttur til hetta endamál. Starvfólkini høvdu uttan iva dugað væl at hugna um hetta hús soleiðis, at tað gjørdist fjálgt og heimligt. Hesum vil eg arbeiða fyri.

 

Vel lista E ella meg, um tú vilt bøta um trivnaðin hjá eldru borgarum í Klaksvíkar kommunu.

 

Mildrid á Lógv

Valevni hjá Tjóðveldinum

 

 

 

 

 

 

Mildrid á Lógv

Deil hesa grein umvegis
468 ad