Lýsing

Vælkomin til Havnar

Soleiðis plagar tónalagið at vera, tá ið tað stundar til Ólavsøku. Tá eru øll vælkomin – eisini bygdafólk.

Men fyrrakvøldið var tónalagið eitt heit annað í sambandi við at áhugaverdur veljarafundur var í Sjónleikarahúsinum, har umboð fyri allar flokkar løgdu fram teirra sjónarmið. Evnini vóru mong, og nógvir spurningar vóru settir.

Parkerings-óskilið í miðbýnum fylti nógv eins og nógvar viðmerkingar vóru millum annað um bussleiðina. Seinasti spurningurin snúði seg um atkomuvegin til Havnar – um hvussu borgarstjórin og landsstýrismaðurin í samferðslumálum høvdu ímyndað sær at ferðslan frá undirsjóvartunlinum og frá Noðurstreymoy fór at verða leidd frá Hvítanesvegnum. Borgarstjórin greiddi í stuttum hvat avtalan gekk út upp á.

Í staðin fyri at leiða ferðsluna norðan frá inn á kommunala vegakervinum til valskipað parkeringsøki, ynskti borgarstjórin at bygdafólk kundu parkera við útjaðaran og koyra við bussi inn í miðbýin.

Hetta er jú ikki júst rætti boðskapur, vit í landsins stórstu kommunu skulu koma við. Sjálvandi skulu øll, sum koma til Havnar føla seg vælkomin – eisini tá ið tað ikki er Ólavsøka.

Ferðsluruðulleikin og manglandi parkering í miðbýnum kunnu loysast við tí plani, sum longu liggur á tekniborðinum hjá umsitingini í kommununi, og sum er staðfestur av býráðnum. Tað er bara at koma í gongd við hesum ætlanum. Harumframt er umráandi at fáa sett skjøtil á at byggja parkerings-hús á Skálatrøð og við Havnargøtu/Bursatanga.

Truplu parkeringsviðurskiftini í miðbýnum hava staðið upp á í alt ov langa tíð og skulu loysast nú !

Boði Haraldson – valevnið fyri Tjóðveldið.

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad